Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. februar 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 33 - 15. februar 2008 Tina K. Jacobsen er sera vónbrotin av semjuni, sum samgonguflokkarnir hava gjørt um sonevndu etisku málini. Og fyri felagið hjá teimum samkyndu, Friðarbogin, er tað serliga harmiligt, at málið um skrásett parlag er parkerað í hvussu er í fýra ár. MÓTMÆLI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tey samkyndu í Føroyum eru alt annað enn fegin um avtaluna, sum nýggja sam­ gongan hevur gjørt um etisku málini komandi fýra árini. Forkvinna í felagnum hjá samkyndum í Føroyum er Tina K. Jacobsen. ­ Vit ætla at gera vart við mátan, sum politikarar í dag viðgera skrásett parlag og viðurskiftini hjá teimum samkyndu her í landinum, segði Tina K. Jacobsen við Rás2. Orsøkin til hetta er, at ein avtala eftir øllum at døma er gjørd millum flokkarnar í samgonguni um ikki, hvørkin at seta fram ella atkvøða fyri einum møgu­ ligum uppskoti um skrásett parlag. ­ Vit hava politikarar úr Tjóðveldi, sum eru komnir út aftaná og siga, at hetta er ikki so, sum John Johanne­ sen og Jenis av Rana siga. Men uttan mun til tað, hava vit framvegis Javnaðar­ flokkin, sum enn ikki hevur avsannað tíðindini. Tað merkir, at ein flokkur, sum tekur undir við javnrættind­ um fyri øll, í veruleikanum hevur skúgvað hetta til viks, segði Tina K. Jacobsen Men um aðrar ábøtur verða gjørdar á sosiala økin­ um, kunnu tey samkyndu so ikki bíða í fýra ár við at fáa staðfest skrásett par­ lag? ­ Nei, vit vilja koyra í sama spori, sum allir aðrir bólkar í landinum. Okkara vælferð skal økjast í sama mun sum hjá øðrum, tí okkara vælferð er eisini ein partur av samfelagnum. Tað krevur, at broytingar skulu til, og ein av mest týdning­ armiklu broytingunum, sum skal til, er skrásett parlag, segði Tina K. Jacobsen. Einki kjak Hetta, at fáa staðfest skrá­ sett parlag í Føroyum, hevur eisini nakað við vælferðina at gera, tí skal persóns­, familju­ og arvarættarlóg­ gávan yvirtakast, so sum Høgni Hoydal hevur tosað um, skal hon eftir øllum at døma yvirtakast sum hoyrdi hon til 19. øld og ikki til 21. øld, heldur Tina. ­ Vit noyðast at síggja í eyguni, at tað finnast sam­ kynd og tvíkynd í hesum landinum. Og skulu vit hava persóns­, familju­ og arvalóggávuna, dugi eg ikki at síggja meiningina í at yvirtaka hana hálva, segði Tina Jacobsen. Spurd, um lógin um skrá­ sett parlag átti at staði í samgonguskjalinum, sigur Tina: ­ Nei, tað fari eg ikki at siga; við einum flokki sum Miðflokkinum í sam­ gonguni, kann ikki roknast við, at skrásett parlag verð­ ur loyvt. Hinvegin eigur sjálvandi eitt kjak at fáast í lag um tað, og meirilutin av fólkinum í landinum skulu verða samd um, at hetta er tað, vit vilja, segði Tina K. Jacobsen. Trupulleikin í løtuni er, sambært Tinu, at komandi fýra árini fer málið als ikki at verða nevnt, og tí kemst ikki nakrari loysn eitt ein­ asta fet nærri. Hon heldur, at hóast eitt uppskot um skrásett parlag ikki hevði verið samtykt nú, so hevur tað týdning at umrøða málið. ­ Um vit ikki tosa um tingini, broytast tey ikki, segði Tina Jacobsen. Svikin Støðan, sum málið um skrásett parlag er komin í, hevur fingið tey samkyndu at kenna seg svikin. ­ Tað vóru ógvuliga nógv samkynd og tvíkynd í okk­ ara felag, sum vóru ótrúliga glað, tá tey hoyrdu, at Tjóð­ veldi hevði fingið so góða undirtøku á valinum. Eg var í Chippo hetta kvøldið, og tá kom ein til mín og segði, at nú verður gott, tí Tjóðveldi er flokkurin hjá teimum samkyndu. Eg bara gløddi við, tí eg hevði ikki hoyrt hetta áður. Aftaná havi eg hoyrt hetta ofta, men tað er so dyggiliga mótprógvað nú, segði Tina Jacobsen. Hon sigur víðari, at Javn­ aðarflokkurin og Tjóðveldi eru teir flokkar, sum hava gjørt mest fyri tey sam­ kyndu, men at tey nú kenna seg stungnan í ryggin av hesum flokkum. ­ Tað er ongantíð deiligt at verða ignoreraður, og tá man so enntá roynir at siga nakað, sum man heldur hevur stóran týdning, so fær man bara at vita, at hatta gera vit einki við nú, kanska um fýra ár, kanska ikki, so situr man har sum eitt stórt spurnartekin, segði Tina K. Jacobsen við Rás2. Samgongan stungið okkum í ryggin Tina K. Jacobsen, forkvinna í Friðarboganum, sigur, at tey samkyndu kenna seg stungnan í ryggin av Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi Mynd: Jens Kristian Vang Vilja hava tunnil Ta seinastu tíðina hava fleiri skalvalop verið á Vestfirðum í Íslandi, og í nøkrum førum tóku skalvar bilar og fólk við sær, uttan at tað kortini kostaði mannalív. Nú krevja tey, sum búgva í bygdini Súðavík, at myndugleikarnir bora ein tunnil ímillum Súðavík og Ísafjørð. Fólk í Súðavík eru farin undir at savna undir­ skriftir fyri kravinum um tunnil, og tær skulu ætlandi handast samferðslumálaráðharranum beint eftir mánaðarskiftið, skrivar Vísir. Ein maskina ruddar kava av vegnum til Súðavíkar (Mynd: Morgunblaðið)