Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. februar 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 33 - 15. februar 2008 60 ungdómar gleða seg til Ung í Føroyum ráðstevnuna, sum verður í Norðurlanda­ húsinum um vikuskift­ ið. Seinnapartin sunnu­ dagin er almenning­ urin vælkomin niðan í húsið at síggja úrslitið Børn og ung Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Ung í Føroyum er ein ung­ dómslistastevna fyri øll ung í Føroyum millum 13 og 19 ár. Her sleppa ung fólk at vísa øðrum ungum avrik síni, og at vera við á lista­ verksmiðjum og framføra fyri almeninginum í Norður­ landahúsinum. Vikuskiftið fer við, at tey ungu arbeiða í verksmiðjum, sum tey hava valt seg inn á frammanundan, og endar seinnapartin sunnudagin við, at tey framføra fyri almening­ inum í Norðurlandahúsinum. Allar verksmiðjur arbeiða fram ímóti at hava nakað at vísa fram sunnudagin, tá Ung í Føroyum endar, men hetta er nýskapt á stevnuni undir leiðslu av royndum listafólkum. Stevnan er bygd upp so­ leiðis, at fyrsta kvøldið vísa tey ungu fram sovorðið, sum tey sjálvi hava fyrireika heim­ anífrá, antin á palli ella á lista­ framsýning. Hetta er ein inn­ anhýsis sýning. Síðani eru listaverk­smiðjur, har arbeitt verður intensivt í hálvanannan dag. Alt endar við stórari framførslu, har arbeiði frá verksmiðjunum verður sett saman og víst fyri almenning­ inum. Hóast heili 130 ung fólk kring alt landið høvdu tekn­ að seg, var bert pláss fyri færri enn helminginum. So tey, sum ikki sluppu við hesaferð kunnu ugga seg við, at møguleikin verður aftur komandi ár, tí øll ung millum 13 og 19 ár kunnu søkja um at sleppa við. Fjølbroyttir verkstaðir Verksmiðjurnar, sum tey ungu hava valt seg inn á eru: Sangskrivara­ og tón­ leikaverksmiðja v/ Kára Sverrasyni, Myndlistaverk­ smiðjan „Teknisøga, illustra­ tión og figurar“, v/ Bárða Oskarssyni, Sjónleikaverk­ smiðja, v/ Gunnvá Zakarias­ sen, Filmseffektverksmiðja, v/ Nicolaj Jensen, Dansi­ verksmiðja, v/ Rannvá Kára­ dóttir Justinussen, Tíðinda­ verksmiðja, v/ Rakel Helms­ dal, Felagssýning, samskip­ ari Bernharður Wilkinson Norðurlandahúsið skipar fyri stevnuni, og eru projekt­ leiðarar á Ungum í Føroyum 2008 eru: Hedvig Wester­ lund­Kapnas, projektleiðari, Rakel Helmsdal, projektleið­ ari, vevstjóri og John Swartz Jacobsen, ungur leiðari. Nýggi ráðharrin í mentamál­ um Kristina Háfoss hevur játtað at vera verndari fyri UíF 2008 og fer tí at seta stevnuna fríggjadagin. Fleiri ára royndir Í mars 2006 fylti Ung í Før­ oyum­verkætlanin runt. Hon hevði tá verið til í 5 ár. Fyrsta stevnan varð hildin í Norðurlandahúsinum í febru­ ar 2001. Størru stevnurnar sum eru makað ár í Norð­ urlandahúsinum, verða skip­ aðar sum legur við gisting. Tær eru allar bygdar upp sum við egnum sýningum, verksmiðjum og stórari almennari framførslu. Á millumstevnunum, ið eru støk ár úti um landið, er skráin stytt, men tó kortini nøkunlunda tann sama. Her er ongin stór felags fram­ førsla, men í staðin eru opnar verksmiðjur seinasta tíman. Á smærru stevnunum verður ikki altíð gist. Pallur fyri ungdómsmentan Endamálini við stevnunum hava altíð verið býtt upp í trý: 1. At skapa ein „pall“ fyri føroyskari ungdómsment­ an. T.v.s. at her skal bera til hjá øllum áhugaðum at síggja, hvat føroysk ung hava áhuga í á mentanar­ økinum, tá tey sjálvi avgera hvat ungdóms­ mentan er. Hetta verður gjørt við almennari felags­ sýning og opnum húsi. 2. At geva ungum innlit í, hvussu tað er at arbeiða listarliga av álvara. Hetta verður gjørt við at geva teimum ungu møguleikan at arbeiða á listaverk­ smiðjum og undir vegleið­ ing frá yrkislistafólkum. 3. At geva ungum í øllum landinum, sum eru listar­ liga áhugaði, møguleika at hittast og soleiðis nøra um mentanararbeiði, ­ samstarv og áhuga. Pallur til livandi ungdómsmentan Oljan skal ikki í land Oljufelagið Eni Norge, sum hevur fingið rættindi á Goliat­leiðini í Barentshavinum, mælir frá, at oljan verður flutt haðani og inn á land í Norðurnoregi. Ístaðin fyri mælir felagið til at gera tær neyðugu útbyggingarnar úti á Goliat­leiðini. Tilmælið hjá Eni Norge hóvar ikki norðurnorskum politikarum, sum hava lagt stóran dent á at fáa oljuna upp á land, tí tað hevði givið nógv arbeiðspláss. Nevndin, sum umsitur loyvini á Goliat, tekur støðu í næstum. Fáa nógva sild Norsk skip hava fingið so nógva sild í seinastuni, at norðmenn vilja vera við, at hetta er besta sildaárið tey seinastu 50 árini ­ higartil í hvussu er. Teir seinastu dagarnar hava skipini roynt vestur av Vigra á Mørestrondini. Sildin kemur inn at gýta, og hon stendur ógvuliga tøtt um dagin. Fiskifrøðingurin Ingolf Røttingen sigur við norsk bløð, at sildin hevur broytt ferðamynstrið tey seinnu árini, og nú er hon munandi norðari um veturin enn fyrr, sigur hann. Frá venjingini í gjár í sambandi við stóra ungdómstiltakið »Ung í Føroyum«, sum verður hildið í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið