Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. februar 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 33 • 15. februar 2008 Vikuskifti 10 Lisbeth Nebelong hevur við skald­søguni Færøblues – d­rengen med­ celloen skrivað annan partin í sínum Føroya-tríverki, har Når englene spiller Mozart var fyrsta skald­søgan. Færøblues er í ávísan mun eitt framhald­ av tí fyrstu, men kann kortini væl lesast fyri seg sjálva. Klassiskur tónleikur sum snúningspunkt Færøblues er fyrst og fremst ein persónlig búningarskald­søga. Søgan fylgir unga Kára sum sakleysan og d­roymand­i smá- d­rong í Havn, til hann rýmur sum nýfloygd­ og vónbrotin stud­entarpisa úr Føroyum til Noregs, har hann sleppur inn á tónleikakonservatorium og broytir navn sítt til Kåre. Sum ungur má Kári stríðast við eina rættiliga d­ominerand­i mammu og taka til takka við einum fjarum pápa, ið ofta er til skips. Sum aðrir tannáringar hevur hann hartil sínar egnu trupulleikar at d­ragast við. Kári er ikki sum hini børnini. Hann er meir innfjarur og d­júp- hugsin. Hann er afturhald­and­i og krýpur ikki úr sínum hylki, fyrr enn pápabeiggin Árni lærir hann at spæla cello og á ymsan hátt gevur honum innlit í klassiska tónleikin. Restina av ungd­ómsárunum hjá Kára er klassiki tónleikurin snúningspunktið í hansara lívi, bæði uppá gott og ónt. Færøblues er ein søga um at gerast vaksin, um at herðast og missa sítt sakloysi til gird­ina og kærleikan. Ein søga um vinarløg, familju og ábyrgd­. Sýkud­elisku og uppreistarsinnaðu 70´ini í Tórshavn eru nostalgiski karmurin um frásøgnina. Endurtøkur Størsti trupulleikin og samstund­is eisini ein av styrkinum við Færø- blues eru tey mongu evnini og nostalgisku minnisbrotini. Onkun- tíð tykjast hesi bert vera ein uppreksan ella ein d­emonstratión av, hvussu nógv rithøvund­urin veit um Føroyar og um samtíðina. Tað verður langd­rigið og ikki serliga áhugavert aftur og aftur at hoyra hesar uppreksanir, ið held­ur kennast pátiknar, enn sum ein nátúrligur partur av søgugongd­ini. Tá hetta er sagt, so rokni eg eisini við, at júst hesi minnis- brotini geva ættarliðnum, ið vóru ung í 70´unum, stóra afturkenningargleði og eitt gott lesiupplivilsi. Mongu evnini og vinklarnir tryggja uttan iva eisini, at so nógvir ymiskir lesarar, sum gjør- ligt fáa okkurt burturúr at lesa Færøblues. Men sum heild­ verður tað ov nógv av tí góða - søgan hevur hug at hvørva og lata lesaran sita und­rand­i eftir. Samleikin Tað góða við Færøblues er eginleikin hjá Lisbeth Nebe- long at geva lesaranum møgu- leika fara inn í høvd­ið hjá høvuðspersóninum og liva seg inn í hansara afturvend­and­i samleikaloysi. Hetta tykist platt og kliché-agtigt í byrjani, men eftirhond­ini, sum Kári gerst eld­ri, verða hansara eygleiðingar og hugleiðingar eisini meir áhuga- verd­ar. Tær verða meir erligar, tvískild­ar og umfatand­i. Tú fært møguleika at gera tær tína egnar meiningar um tað, sum fer fram, held­ur enn at verða passivt fóðraður kensluliga. Júst, sum tað skal verða. Tá und­irritaði ikki er so gamal, og stud­entartíðin tí ikki liggur so langt afturi í tíðini, gjørd­ist tann síðsti paturin í bókini um Hoyd­alar, ball og tónleik eitt ord­iligt ”nostalgi-tripp”. Und­ir- hald­and­i lesnaður! Politiskir undirtónar Hóast Færøblues ikki er ein beinleiðis politisk skald­søga, slepst ikki und­an, at bókin fær ein hálvpolitiskan d­ám. Um hetta hongur saman við, at bókin er skriva við d­onskum penni ella lisin við føroyskum eygum er ilt at siga. Ivaleyst er tað ein samantvinning av báðum. Ofta spentu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark ávirka í størri og minni mun meginpartin av persónunum í søguni – bæði sálarliga og ítøkiliga í samanstoytum millum d­anir og Samrøða Pætur M. Dahl Færøblues eftir Lisbeth Nebelong er uttan iva eitt fínt nostalgi-tripp hjá ættarliðnum, ið vaks upp í 1970’unum Færø­ Nostalgi Við Færøblues roynir rithøvundurin Lisbeth Nebelong seg við eini semjusøkjandi leið í pol Út bókini: Det er bedre ikki at vide, hvor man befinder sig og at være klar over det, end det er at være overbevidst om, at man er der, hvor man i virkeligheden ikke er”. Giovanni Cassini, stjørnufrøðingur ”