fríggjadagur 15. februar 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 33 - 15. februar 2008
Sunnudagin fara eini
36 fólk úr Føroyum
yvir til Chili, har
nýggja og stásiliga
verksmiðjuskipið,
sum Kristian Martin
Rasmussen og synir
hansara lata smíða,
verður sjósett og
navngivið
NýbygNiNgur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tey, sum eru í ferðalagnum
úr Føroyum til Chili, eru í
fyrsta lagi eigarar, familja,
løgfrøðilig ráðgeving og
fíggingarstovnar.
Einki
alment umboð verður við á
ferðini.
Bjørn Kalsø, fyrrverandi
landsstýrismaður í fiski
vinnumálum, varð uppruna
liga boðin við. Hann játtaði
og ætlaði sær eisini við,
men nú hann ikki er lands
stýrismaður longur, verður
hann ikki við á ferðini.
Núverandi
landsstýris
maður í fiskivinnumálum,
Torbjørn
Jacobsen,
er
nýggjur í sínum starvi og
hevur sum so einki havt við
hesa verkætlan at gera.
Tískil er einki alment
umboð við á ferðini.
Nýggj Norðborg
At skipið nú verður flotað
og navngivið, merkir kortini
ikki, at tað er liðugt og klárt
til levering. Sambært sátt
málanum verður nýbygning
urin latin eigarunum til
heystar.
Bogi Rasmussen, sonur
reiðaran Kristian Martin
Rasmussen, sigur, at chilen
ar skipa fyri hátíðarhaldi, tá
skip
verður
sjósett
og
navngivið, men tá ið skipið
seinni verður latið eigar
unum, verður einki hóvasták
gjørt burtur úr.
So, tað er nú, at hátíðar
haldið verður, og tað er tí,
at vit fara so mannsterk
yvir, sigur hann.
Tann stóri dagurin hjá
familjuni
Rasmussen
í
Klaksvík verður komandi
mikukvøld, 20. februar. Tá
verður nýbygningurin navn
givin, og tá verður eisini
skipað fyri hátíðarhaldi og
borðhaldi.
Bogi Rasmussen dylir
ikki, at navnið á nýggja
skipinum verður Norðborg,
sum kemur at loysa gomlu
Norðborg av. Verandi skip,
sum saman við reiðaríi og
manning, hevur slóðað fyri
á framleiðsluøkinum, er
ikki so gamalt kortini. Tað
er frá 1990.
Norðborg er eitt rímiliga
gott skip, men hevur ikki
somu møguleikar, sum eitt
nýtt og nútímans skip hevur.
Maskinog framleiðsluorka
eru ov lítil, og møguleikar
nir at fáa alla rávøruna til
sættis, eru ikki teir somu,
sum við nýggja skipinum,
sigur hann.
Felagið roynir nú at selja
gomlu Norðborg, sum fer
úr føroyska fiskiskipaflot
anum, tá ið nýbygningurin
kemur í flotan.
Alt til virkingar
Bogi Rasmussen sigur, at
nýggja skipið verður 83,50
metrar
langt
og
18,40
metrar breitt. Tað fer at
lasta 1400 tons av frystari
vøru á plattum, tangarnir
taka 1250 rúmmetrar av
rávøru, og skipið lastar 400
tons av mjøli.
Vit fara at skera og
frysta flak, og vit fara at
heilfrysta til matna. Har
aftrat fara vit at framleiða
møl og lýsi.
Tann parturin av rávøruni,
sum fer til mjøl og lýsi, er
tað, sum fellir frá fram
leiðsluni, eins og fiskur,
sum ikki er hin besti til
matframleiðslu.
Í prinsippinum kemur
nýggja Norðborg at virka
allan ráfiskin umborð – og
tí verður einki til eitt nú
Havsbrún í Fuglafirði ella
onnur ídnaðarvirki.
Tað er sjálvandi torført
at siga, um nýggja skipið
ongantíð – og einki fer at
landa til ídnað, men kon
septið byggir á, at alt verður
virkað umborð, sigur Bogi.
Størri framleiðsla
Vónirnar um, at nýggja
Norðborg fer at fáa tað at
hanga saman fíggjarliga,
eru góðar, og høvuðsorsøkin
er sjálvsagt, at menninir
aftanfyri verkætlanina vita,
hvat tað er, teir eru farnir
undir.
Eingin kennir framtíðina
til fulnar, men vit hava
góðar vónir um, at hetta fer
at bera til, sigur Bogi.
Manningartalið
við
nýggja skipinum verður
umleið hitt sama, sum við
gomlu Norðborg.
Ætlandi verða 24 mans
við skipinum, og tað er
sama tal, sum við verandi
skipi.
Hann sigur, at framleið
sluorkan hjá nýggja skip
inum verður út við eina
helvt størri enn við tí gamla,
samstundis sum prísgongdin
á frystum flaki úr svartkjafti
og heilfrystum er positiv.
Hetta merkir, at vit við
umleið
somu
manning
kunnu virka nógv meira við
nýggja skipinum enn við tí
gamla. Haraftrat kemur so,
at nýggja skipið hevur
mjølverksmiðju, sigur Bogi
Rasmussen.
Norðborg
verður nú
sjósett og
navngivin
Nýggja Norðborg hevur fingið skap, og
mikukvøldið verður skipið sjósett og navngivið
í Chili
Mynd: Bogi Rasmussen
Læraratrot í Grønlandi
Ein uppgerð hjá grønlendska lærarafelagnum vísir,
at hetta skúlaárið arbeiða 903 fólk við læraraút
búgving sum lærarar í grønlendska fólkaskúlanum.
Tað eru 67 fleiri enn seinasta skúlaár. Kortini eru
framvegis umleið 300 fólk við aðrari útbúgving enn
læraraútbúgving, sum arbeiða sum lærarar.
Kunuunnguaq Fleicher í lærarafelagnum sigur við
KNR, at hóast tørvurin framvegis er stórur, so er tað
jaligt at síggja, at tað gongur rætta vegin.
Grønlandsbankin gott úrslit
Eftir grønlendskum viðurskiftum royndist árið í fjør
Grønlandsbankanum óvanliga væl. Roknskapurin, sum varð
almannakunngjørdur fyrradagin, vísir, at bankin hevði 112,6
mió. krónur í avlopi fyri skatt, og tað var átta prosent meiri enn
í 2006. Bankin sigur, at tað góða úrslitið kemst fyrst og fremst
av nýggjum lánum og størri handli við virðisbrøvum. Leiðslan
væntar sama úrslit í ár og mælir til at luta eigarunum 108 mió.
krónur í vinningsbýti.
Gamla Norðborg, sum slóðaði fyri, verður seld, tá ið nýggja
skipið kemur í flotan til heystar
Mynd: Bogi Rasmussen
Seinni í vár verður
frystigoymslan í
Ánunum tikin í nýtslu
ViNNa
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nýggja
frystigoymslan,
sum
felagið
aftanfyri
Christian í Grótinum og
Norðborg byggir saman við
Kjølbro og Faroe Ship,
stendur nú at síggja til liðug
í Ánunum.
Men liðug er hon ikki
kortini, ikki heilt.
Bogi Rasmussen sigur, at
ytri parturin á sjálvari
goymsluni er liðugur, men
enn er væl eftir at gera
innandura.
Hampast skal eisini um
økið rundan um goymsluna,
so tað verður arbeiðssligari
og sær nossligari út, og
síðan
verður
goymslan
ætlandi klár at taka í nýtslu
til várs.
Hann sigur, at tað verður
Faroe Ship, sum kemur at
standa fyri sjálvum rakstri
num av frystigoymsluni,
sum annars kemur at geva
feløgunum
nógv
betri
møguleikar við uppskiping
og goymslu.
Hetta er ein neyðug
íløga, sum fer at gera um
støðurnar – bæði hjá okkum
og øðrum nógv betri, sigur
Bogi Rasmussen.
Frystigoymslan frískar umhvørvið í Ánunum
Nýggja goymslan tekur seg væl út í Ánunum, og tað er ikki sørt,
at hon frískar økið upp
Mynd: Vilmund Jacobsen