Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. februar 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 33 • 15. februar 2008 Vikuskifti 11 loysingarsinnaðar føroyingar. Men hetta rennur meir sum ein undirliggjandi spenningur í bókini, heldur enn eitt høvuðs evni. Tað, Lisbeth Nebelong reint politiskt roynir við síni bók, er helst meira miðsavnandi enn partapolitisk, tí hon mælir til ”forsoning” heldur enn klandur. Kortini verður tann loysingarsinnaði føroyingurin ofta lýstur sum víðgongdur og tápuligur, meðan danin - í ringasta føri - verður lýstir sum eitt sindur ábyrdarleysur, men annars sum ein lívsnjótari. At kenna sítt pláss Mest sigandi og mítt yndisbrot í bókini er, tá ungi Kári lesur eitt sitat frá Cassini, (stjóri á observatorinum í París í 1770), ið hongur á brúnni umborð á Bjørtu, har pápin er skipari: ”Det er bedre ikki at vide, hvor man befinder sig og at være klar over det, end det er at være overbevidst om, at man er der, hvor man i virkeligheden ikke er”. Sitatið goymir eina rættiliga neyva lýsing av høvuðstvístøðuni í Færøblues: At kenna sítt pláss, at finna sítt pláss, at røkka sínum plássi og so at halda seg til sítt pláss. Hesin samleikatrupulleikin verður endavendur undir ymiskum umstøðum ferð eftir ferð gjøgnum alla bókina. Nakað sum øll kunnu fyrihalda seg til og læra av. Samanumtikið kann sigast, at ynskir tú ein nostalgiskan og innihaldsríkan umgang av ”temunns-realismu”, so er Færø- blues ein sera góð íløga. Hon er lætt lisin og til tíðir fangandi. Men ynskir tú meira kjøt uppá beinini og eina størri avbjóðing, er hetta ikki júst skaldsøgan at fara í holt við. itisku viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark