Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. februar 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 33 - 15. februar 2008 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Alneyðugt við góðari marknaðaratgongd Í blaðnum í dag frætta vit, at ES-kommiser- urin, Leonard Orban á fundi við Edmund Joensen hevur sagt, at tað ber væl til at finna Føroyum atgongd til ES-marknaðin. Kommiserurin sigur, at um Føroyar vilja knýt- ast tættari felagsskapinum, so ber til at finna eina smidliga skipan til hetta. Tað er sjálvandi áhugavert – og tað er eisini gott, at ein føroyskur fólkatingsmaður tekur slík mál til viðgerðar. Hvat tað merkir, at vit skulu knýtast tættari ES, er sjálvandi ein góður spurningur, men tað at ein maður á so høgum politiskum stigi innan ES skipanina, sum ein kommiserur er, sigur hetta, er áhugavert í sær sjálvum. Vit numu við markanaðaratgongdina í eini oddagrein fyrr í vikuni – nevnd ”Einki fæst fyri einki”. Tað er júst tað, vit mugu gera okkum greitt. Vit skulu ikki á eina biddaragongd til ES ella til EFTA. Vit mugu gera okkara heimaarbeiði til lýtar, og tað er at finna út av, hvat vit vilja lata fyri hvat. Allar samráðingar snúgva seg um at lata og um at fáa. Í Føroyum eru vit bæði so og so von við stuðulsskipanir. Seinnu árini hevur kortini gingið rætta vegin, og nú blokkstuðulsskipanin eisini verður niðurlagað um nøkur ár, standa vit fíggjarliga á egnum beinum. Hvussu viðurskiftini verða við Danmark, fer framtíðin at vísa. Veruleikin, sum vit mugu fyrihalda okkum til, er at vit eru partur av kongaríkinum. Út frá hesum mugu vit handla. Um Leonard Orban umboðar hugsanina hjá ES-stjórnini á hesum øki, vita vit ikki. Nógv bendir á, at hetta er eitt politiskt úttalilsi, men latið okkum nú síggja, um hetta er nakað, sum vit kunnu fyrihalda okkum til. Tað besta, sum vit kunnu gera, er at vit fyrireika okkum væl og virðiliga. At vit velja, hvønn veg vit vilja ganga – og taka eina støðu, heldur enn alla tíðan at ríða á tveimum hestum. Vit kunnu so bert vóna, at nýggja samgongan við einum uttanríkisráð og einum uttanríkisráðharra, fer at leggja stóran dent á hetta. Okkara niðurstøða er enn sum áður, at vit fáa einki fyri einki. Vit mugu taka støðu til, hvat vit vilja lata, og so handla út frá tí. Einki er so vist sum tað, at góð marknaðaratgongd er grundarsteinurin undir allara vælferð føroyingar. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Niels Petersen niels@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Tá ið Samhaldsfasti sá dag­ sins ljós á fyrsta sinni og lógin bleiv samtykt í 1988 stóð í lógini, at miðast skuldi eftir at gjalda 95% av tí sum kom inn í sam­ haldsfast út aftur til pension­ istar. Seinni bleiv lógin broytt, og hesi 95% blivur tikin burtur úr lógini, sam­ haldsfasti hevði jú ikki nógvar heilhjartagar vinir tá. Fyri at stytta munandi um søguligu gongdina kann sigast, at seinastu fýra árini hækkaði inngjaldið til sam­ haldsfasta munandi, men útgjaldið til pensionsinarnir hækkaði mistonkiliga lítið í mun til inngjaldið. Tveir teir síðstu roknskap­ irnir vísa nú týðuliga, at %parturin av útgjaldinum er minkaður munandi. Sum eg skilji støðuna, so er útgjald­ ið í 2007 komið heilt niður á 62% av inngjaldinum. Eftir øllum at døma hevur nevndin í samhalds­ fasta sæð tað sum sína fornemmastu uppgávu ikki at gjalda út til pensionistar, heldur at samla upp pengar til rímiliga vælbjargaðar pensionistar í 2035, og sostætt hevur grunnurin nú oman fyri 500 milliónir krónur innistandandi, altso ein ½ milliard krónur er í allari friðarligheit samlað upp til at leggja upp fyri hesi eldrabylgjuni, sum ymiskir frøðingar spáa skal koma aftan á 2035. Uppgerðin 1. januar 2007 vísir, at talið av pensionistun var 5.781, 1 ár seinni 1. januar 2008 er talið 5895, hesi hava fingið útgoldið 130 milliónir krónur, meðan grunnurin hevur eftirhildið áleið 90­ 95 milliónir krónur. 1. januar var útgjaldið 2.230 kr., tað er eingin ivi um, at tað lættliga kundi farið upp á 3.000 kr. og álíkavæl kundi grunnurin lagt milliónaupphæddir til góðar, bara rentuvinningi av tí ½ milliardini er jú ein munandi milliónaupphædd alt eftir, hvussu peningurin verður umsitin. Sostatt skuldi ein einstak­ ur pensionistur lættliga fingið góðar 700 kr. og eini hjún 1500 kr. meira um mánaðin. Havi nakrar ferðir ígjøgn­ um tað síðsta árið gjørt vart við hetta í politisku skipanini og í pressuni, men tað tykist ikki sum um at nakar er samdur við mær í hesi áskoðan, eftir øllum at døma er stór semja um, at núverandi og komandi pensionistar sum einans hava pensiónina at líta á skulu framhaldandi gjalda í ein pengatanga til teir rímiliga vælbjargaðu pensionistar sum koma í skipanina aftaná 2035. Friðarligt rán, ella? HENRIK OLd Tað hevur verið sagt so oft­ ani fyrr, men tolir kortini endurtøku. Tað er undir landi at skerini eru. Soleið­ is eisini við hesari samgong­ uni, sum nú leggur frá landi. Vónandi til langfara­ fiskiskap, men um ikki formennirnir beinanvegin taka um stýrisvøl, er skjótt at hvør einstakur gerst sín egni lítli skipari. Sjálvandi eru leikir í telvingini, sum vóru hepnir og aðrir minni hepnir. Tað er ikki styrkistekin hjá størsta flokki á Tingi og veruliga sigursharranum á valinum, ikki at eiga Løg­ mann, ella landsstýrismann­ in í fíggjarmálum. At flokk­ urin so samstundis ikki megnaði at telva seg til formanssessin í fíggjar­ nevndini, er helst ein parlamentariskur veikleiki. Tá tað er sagt, so er veru­ leikin, at umboðanin í lands­ stýri og á Tingi, er breið og stinn. Ivist tí onga løtu í at samlaða manningin á skút­ uni er virkisfør og hevur evnini at finna politisku semjurnar, sum geva sam­ felagsligu úrslitini. Ivist held­ ur onga løtu í at samstarvs­ felagarnir, eru sinnaðir til eitt samstarv, sum skal røkka longur enn til dagin í dag. Tað hevur verið róð upp­ undir at tað eru týdninga­ miklir snávingarsteinar í hesum samstarvinum, flokkarnar millum, og per­ sónarnar millum. Og einki er at ivast í, at so er. Tí er tað av alstórum týdningi at samskiftið millum formenn­ irnar og okkum fólkið á gólvinum, er búgvið og skilagott. Renna vit undan “stóru” trupulleikunum, tá trýstið frá áhugabólkum og fjølmiðlum, søkkur saman um samgonguna, er lætt at lítil neisti kyndir stóran eld. Eldfimu viðurskiftini eiga tí at viðgerast innanhýsis fyrst og fremst, og helst, als ikki aðrastaðni. Latið okkum tí saman fáa formaliserað samstarvs­ lagið og sett út í kortið við politisku ætlanunum beinanvegin, so ikki hvør einstakur byrjar at velja sær steinarnar til egnar varðar. Ein samgonga uppá 17 tinglimir er í orðsins rætta týdningi, ikki sterkari enn veikasta liðið. Tí krevst dirvi nú, fyri at heysta seinni. Haldi eisini at ógvusliga og miðvísa, sentrala umboð­ anin í landsstýrinum, bert á ein hátt kann prógva sítt tilverugrundarlag. Við heldur enn at kradda inn­ eftir, so má landsstýrið laða løðasteinarnar út um alt landið, so tilveran gerst betri, liviligari og meira samhaldsføst hjá øllum føroyingum. Ítøkiligar betranir uttanfyri meginøkið eru eitt krav, um ikki alt sum flyta kann, fer at flyta. Inneftir. Og tað er ikki ein haldfør loysn fyri Føroyar. Góðan fiskiskap, skipari og manning! “CHE” er nú flotað! Fíggjar­ og vinnunevndarlimur á skútuni “CHE” PÁLL Á REyNAtÚgvU Skjótt letur láin sítt eyma ljóð og summar dáin seg reisir fró. Skjótt sólin kemur langt uppum tind, hon runnar nemur í blómulind. Skjótt reiðrast tjøldur og lógv og lá. Stilt fossur tøldur. Á, rennur frá. Skjótt grønkast dalur og tindaskør. Skjótt grasið fjalur , tann sára svørð. V.á Løgmansbø feb. 08 Skjótt