fríggjadagur 15. februar 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 33 - 15. februar 2008
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, Tórshavn,
Tel 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Avloysari fyri kunningarfólk
Arbeiðsuppgávur
Starvið fevnir í høvuðsheitum um, í sam-
starvi við stjóran og leiðsluna og um vegis
ymiskar miðlar, at skapa opinleika og
vitan um dagliga virksemi hjá Lands verki,
soleiðis at fólk fáa møguleikan at fylgja við
og samstundis fáa eina greiða mynd av
Landsverki.
Kunningarráðgevin arbeiðir somuleiðis fyri
einum „konstruktivum“ samstarvi við
fjølmiðlarnar og syrgir fyri, at Landsverk
altíð er til reiðar at veita fjølmiðlunum teir
upp lýsingar og tað tilfar, teimum tørvar.
At enda er kunningarráðgevin ein tæn-
astu veitari til allar deildir hjá Lands verki,
t.d. tá ið kunnandi tilfar skal framleiðast í
sam bandi við framløgur, ráðstevnur,
lýsingarátøk o.a. Kunningarráðgevin
tryggjar, at alt kunnandi tilfar frá Lands-
verki er umboðandi fyri stovnin – bæði í
formi og innihaldi.
Talan er um eitt starv við spennandi
avbjóð ingum, og sum gevur góðar møgu-
leikar fyri persónligari og fakligari
menning.
Kunningarráðgevin vísir beinleiðis
til stjóran.
Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava viðkomandi út búgv-
ing og royndir, helst innan omanfyri
nevndu øki, og duga væl at málbera seg
skriv liga, serliga á føroyskum.
Tað er umráðandi, at tann, ið settur
verður, hevur góð samstarvsevnir, hug-
flog, dugir at arbeiða miðvíst, sjálvstøðugt
og ábyrgdarfult og er til reiðar at royna
nýggjar avbjóðingar, um tað skal verða.
Góður kt-kunnleiki er ein treyt.
Setanartreytir
Løn og setanartreytir annars vera sam-
bært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
av varð andi yrkisfelag.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum og lívs gongdar-
lýsing (cv) verða at senda Landsverki,
Posts moga 78, 110 Tórshavn ella til
lv@lv.fo og skulu verða skrivstovuni í
hendi í seinasta lagi 18. februar 2008.
Merkið umsóknina „Kunningarfólk“ og
við merk í umsóknini, hvar tú hevur sæð
lýsingina.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast
frá Oyvindi Brimnes, stjóra, á fartel. 540
801 ella umvegis teldupostin ob@lv.fo.
Landsverk er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur um hendi vega-, byggi- og havna-
myndugleikauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir,
havnir, bygningar og tyrlupallar.
STARVSLÝSING
Fyri kunningarráðgeva okkara í barsilsfarloyvi verður søkt eftir avloysara
at byrja 1. mai og eitt ár fram.
Akstovan | Hoyvíksvegur 57 | Postsmoga 3206 | FO-110 Tórshavn
Tel +298 35 04 00 | Fax +298 35 04 01 | www.akstovan.fo | akstovan@akstovan.fo
SKRIVSTOVUFÓLK
Søkt verður eftir skrivstovufólki til avgreiðsluna at
byrja skjótast gjørligt. Talan er um parttíðarstarv
seinnapart á degi hvønn dag.
UPPGÁVAN
Uppgávan fevnir m.a. um:
· Avgreiðslu av viðskiftafólki og telefonmóttøku
· Skráseting av akførum
· Avgreiðslu av skrásetingargjøldum
· Kassauppgerð
· Aðrar fyrifallandi uppgávur
FØRLEIKAKRØV
Vit hugsa okkum ein persón við skrivstovuút-
búgving, HH ella líknandi útbúgving og arbeiðs-
royndum á skrivstovu. Dentur verður lagdur á, at
ein hevur góð samstarvsevni og er fyrikomandi.
Tað er ein treyt, at ein hevur kunnleika til at
arbeiða við teldu.
SETANARTREYTIR
Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjar-
málaráðið og Starvsmannafelagið. Starvssetanin
hoyrir undir Vinnumálaráðið við tilhoyrandi
stovnum, umframt Løgmansskrivstovuna og
onnur aðalráð.
Upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda
sær til Hans Jacob Stenberg, deildarleiðara, á tele-
fon 35 04 08. Umsókn við møguligum prógvum
og viðmælum skulu verða okkum í hendi
áðrenn 29. februar 2008.
Akstovan er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur
sum endamál at fremja akfaratøkniligar kanningar
og akfaraeftirlit, stíla fyri koyriroyndum, útvega fólki
koyrikort, umsita skráseting av koyrikortum og umsita
akfaraskráseting, skrásetingargjøld og vegskatt. Umframt
høvuðsdeildina í Tórshavn, hevur Akstovan sýnsdeildir
um alt landið. Á Akstovuni starvast 21 fólk.
TIL AVGREIÐSLUNA