Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-15, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. februar 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 33 - 15. februar 2008 27 Starvið sum avloysari fyri verandi bóka- vørð á Fugla fjarðar Bókasavni tíðar - skeiðið 1. mars 2008 til 1. august 2009, verður hervið lýst leyst til setan tann 1. mars 2008 ella skjótast eftir hetta. STARVIÐ Tú kemur í starvinum at hava leiðsluna av Bókasavninum, har tú kemur at ar- beiða við øllum vanligum bókavarðaar- beiði í tøttum samstarvi við Kunnin- garstovuna í Fuglafirði, sum heldur til í somu húsum, sum bókasavnið. FØRLEIKAKRØV Til starvið krevst útbúgving sum bóka- vørður, men um so verður, at eingin um- søkjari er til starvið við hesi útbúgv ing, so kann annar umsøkjari verða settur í av loysarastarvið. Tú skal hava viðko- mandi førleika í enskum máli í talu og skrift, somuleiðis sum tú skal duga væl at orða teg bæði munn liga og skrivliga, hava teldukunnleika og kunnleika til ný- mótans leiðsluamboð. VIT BJÓÐA TÆR Eitt spennandi og sjálvstøðugt av- loysarastarv, har tú fært møguleika fyri at menna bókasavnið. SETANARTREYTIR Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkis- felag. HEVUR TÚ ÁHUGA so ert tú vælkomin at senda skrivliga umsókn saman við prógvum og møgu- ligum CV og viðmælum til Fuglafjarðar býráð, Postboks 30, 530 Fuglafjørður. Umsóknin skal vera býráðnum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin tann 29. feb- ruar 2008 kl. 15.00. NÆRRI UPPLÝSNINGAR fáast við at venda sær til John Allan Mi- djord, Menningar- og mentanarleiðara á telefon 737710 ella til Sólvør Henrik- sen, býar bókavørð á telefon 737718. Býráðið skilar sær rætt til at velja millum inn komnar umsóknir ella onga at taka. AVLOYSARASTARV FYRI BÓKAVØRÐ Fuglafjørður, tann 14.februar 2008 FUGLAFJARÐAR BÝRÁÐ Dreymar Vit hava nógvar vakrar konfirmatiónskjólar á goymslu. Eisini seyma vit eftir egnum ynski. Vit sýna fram veitslukjólar og konfirmatiónskjólar í Orkis Frígerð & Heidi Tlf. 28 22 26 / 28 22 27 www.dreymar.net Vit seyma tínar dreymar Veitslukjólar Brúðarkjólar Konfirmatiónskjólar o.a.