fríggjadagur 15. februar 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 33 - 15. februar 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Dagurin
16. februar. Juliana, deyð umleið ár 300. Vildi ikki giftast heidna trúlovaða sínum og varð tikin av døgum. Er eisini
navn á tveimum øðrum halgikvinnum. Giljanna er føroyski navanformurin. Juliana er rómverskt ættarnavn.
17. februar. Finandus, deyður ár 603. Írskur abbati í kleystrinum Cloneenagh í Írlandi
18. februar. Concordia, deyð umleið ár 250. Lítið kend halgikona í fornkirkjuni.
Nýggjársdag komu boðini, at Volm
ar var farin. Hann hevur verið sjúk
ur í mong ár, fekk stóra skurðviðgerð
í kjálkanum, sum broytti útsjóndina,
og tað kom at níva hann restina av
lívinum. Í tolni bar hann sjúkuna.
Fyri nakað síðan fór at ganga aft
ur á og hann viknaði í hvørjum,
sporini tyngdust og hann legðist
inni. Annan jóladag varð hann enn
einaferð innlagdur á Klaksvíkar
Sjúkrahús. Vitjaði hann gamlaárs
kvøld, Tórhild og Britt sótu hjá hon
um, skilliga sást, at lítið var eftir.
Tungt var at síggja henda einaferð
so sterka mann liggja har sum eitt
hím.
Nýggjársmorgun slapp hann burt
ur, móður og avmaktaður, fjørðurin
var rógvin. Hann bleiv 69 ár. Við
honum hvarv enn ein bygdarmynd
í grannalagnum her á Biskupsstøð,
tí tað var ikki dagur, at tú ikki sást
ella hitti hann. Sum oftast í góðum
lag, altíð tíð til eitt prát. Skemtaði,
so tú fór smáflennandi frá honum.
Frá slíkum manni, ið hevði so nógv
at siga, koma ofta sonn gullkorn,
so var við Volla.
Volmar, ella Volli, var føddur á
Biskupsstøð, og her búði hann alt
sítt lív. Foreldrini vóru Rakul og
Óla Hans, hon ættað av Brúnni í
Fuglafirði, hann av Biskupsstøð.
Volli var miðskeiðis í stórum systk
inaflokki, 7 brøðrum og 2 systrum.
Giftist Tórhild Jensen úr Norðra
gøtu. Tey búsettust fyrst í gamla
barnaheimi hansara niðri í brekkuni,
seinni í nýggjum húsum longur
uppi. Tey fingu børn, 3 døtur og 2
synir. Men teimum vórðu forløg
tung, tey fingu ta stóru sorg at
missa báðar synirnar. Brandur bleiv
bert knapt hálvt ár, og Rólant gjørd
ist sjúkur á ungdómsins vári, og
doyði bert 23 ára gamal. Hetta tók
teimum sera dygt, men tíbetur
dugdu tey at laga sorgina og koma
víðari. Døturnar eru allar giftar og
væl at sær komnar, Martina á Skála,
Jórun í Klaksvík, Britt í Havn.
Ungur fór hann til skips, fyrst við
slupp, seinni við trolara, tey nógvu
árini við Skálaberg, sum tá mundi
vera Føroya besta fiskiskip. Á skips
dekki vandist hann til rættan mann,
var óførur við flekiknívi og netanál.
Var góður at vera saman við, søgdu
skipsfelagar. Seinni fór hann at
sigla í meira heimligum sjógvi við
Viðoy, sum sigldi kring oyggjarnar
fyri Føroya Bjór. So kundi hann
vera meira heima hjá familjuni.
Við Viðoynni var hann nógv ár inn
til heilsuni fór at bila og hann gjørd
ist óarbeiðsførur.
Teim hjá Óla Hans hevur altíð
dámað væl at fara á flot, ikki minst
Volla, um tað so bara var yvir í
fjørðin at fáa at kóka. Bátur hevur
altíð verið í familjuni og tað er ikki
smávegis, ið teir hava lagt uppá
land øll árini. Men einaferð var
feðgunum álvarsamt óhapp fyri
suðuri í fjørðinum. Teir høvdu gjørt
snørini upp og vóru á veg innaftur,
Volli skuldi fara fram um húsið at
hjálpa pápanum at kryvja, tá hann
varð áhaldsin og fór fyri borð, alt
meðan báturin helt leiðina fram.
”Eg fekk hildið mær uppi og fekk
smoygt styvlarnar av mær og rópti
hart uppeftir eftir hjálp, annað fekk
eg ikki gjørt”, segði hann. Og undur
ið hendi, hann varð hoyrdur, tí tað
eydnaðist Óla Hansi, sum tá var
eldri og veikur og púra ókendur við
tann stóra nýggja bát og motor, at
sleppa afturum húsið, snara og laga
liga koma fram, ikki á, men til
Volla, og við mikið stríð eydnaðist
at sleppa innaftur í bátin. Nógvir
tankar runnu gjøgnum høvdið ta løt
una, segði hann, og tað er lætt at
skilja. Lítið var um teir, tá teir
komu aftur, men takksamir, og sjó
monnum líkt, lítið tosaði Volli um
hesa hending. Ikki minst dámdi
honum at fara á Norðhavið við
snellu í vártíðini saman við beiggj
anum Juliusi ella skyldmanninum
Guttormi hjá Lambakristian, sála.
Tá var lag á monnum. Legði nógv
an væl hagreiddan døgverðamat
inn til húsið, søkin sum hann var.
Vóru grindaboð, var hann altíð mill
um teir fremstu. Og hvør minnist
ikki hann skera kjálkar? Har tók
ongin hann við knívinum, kvikur
og vælgerðin, tað mundi hann
hava av trolaradekki. Volli var trú
fastur og heimkærur, sera reint og
ruddiligt var kring hann, hús og
heim skein innan og uttan. Eins og
hinir beiggjarnir, ið eisini búgva í
grannalagnum, var hann nógv um
mammuna á hennara ellisárum,
hjúklaði um hana og gekk henni til
handa. Í skrivandi stund er politiskur
valfundur í útvarpinum, Volli var
sjálvstýrismaður um ein háls, og
flokki sínum trúgvur sum stillari
val eftir val.
Kanska var lív hansara ikki
lýtaleyst og kanska hevði Tórhild
tað ikki altíð lætt. Men hon var hon
um góð kona, bar yvir við honum
og, sum tað bleiv sagt, góðtók hann,
sum hann var. Trúliga fylgdist hon
við honum alt lívið, og trúliga var
hon um hann undir sjúkuni til hans
ara síðstu stund. Og hann var góður
við hana, tað lat hann ofta okkum
onnur vita. Ólavur, bróðursonurin,
sum er skipari á hesum Skálabergi,
talaði í Betesda. Í vælvaldum og
vøkrum orðum lýsti hann Volla
sum pápabeiggja og menniskja.
Nú er hann farin. Hann kom ikki
so víða, men her á Biskupsstøð
verður hann saknaður, fyrst og
fremst hjá sínum kæru. Vit hugsa
um Tórhild og genturnar. Friður
verið yvir minnið um Volmar hjá
Óla Hans.
Finn Kjølbro
Minningarorð um
Volmar Ólason
Biskopstø
Klaksvík
9. februar fekk
Venzel ein
lítlabeiggja. Hann
var 54 cm. langur
og vigaði 3700
gr. Foreldrini
eita Helena og
Signar Kallsberg,
Viðareiði
Føðingar
5. februar fingu Havdis Nolsøe og Tue Petersen ein son.
Hann var 54 cm og vigaði 3990 gr.
8. februar fingu Birgit Khaliqhey og Rúni Olsen, Miðvágur,
eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 3350 gr.
9. februar fingu Anni og Hanus í Niðristovu, Vestmanna,
ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4200 gr.
9. februar fingu Anna Müller Jacobsen og Meinhardt P.
Joensen, Klaksvík, ein son. Hann var 55 cm. langur og
vigaði 3800 gr.
10. februar fingu Heidi og Atli Johansen, Glyvrar, ein son.
Hann var 53 cm. langur og vigaði 3500 gr.
10. februar fingu Leigh og Jan Hjaltalin, Tórshavn, eina
dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3700 gr.
10. februar fingu Nina og Petur Poulsen, Skopun, ein son.
Hann var 51 cm. langur og vigaði 3400 gr.
11. februar fingu Elin Guttesen og Peter J. Jensen,
Tórshavn, ein son. Hann var 48 cm. langur og vigaði 2990
gr.
11. februar fingu Miriam Jacobsen og Martin Joensen,
Lopra, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 2635 gr.
12. februar fingu Josephine Fernandez og Ragnar Heinesen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3500
gr.
Próvtøka
Systkini Katrin Thorsvig Hansen og Leif Hansen úr Nólsoy
hava á Keypmannahavnar Universiteti tikið embætisprógv.
Katrin sum cand. jur. Og Leif sum cand. mag. í tónleiki og
etnologi.
Maiken Midjord Høgnesen, Klaksvík, Heidi Poula Joensen,
Vágur og Anja Lervig, Runavík hava tann 29. januar fingið
prógv um Professions Bachelor í sjúkrarøktarfrøði á Via
University College, Thisted í Danmark.
90 ár
Leygardagin 16. februar verður Sigga Hansen, Kollafjørður,
90 ár. Dagurin verður hildin í Missiónshúsinum frá kl.
11.00 til 16.00. Øll eru vælkomin.
Gullbrúdleyp
Tann 15. februar hava Kristina og Hilmar Bech Porkeri
gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í skúlanum í Porkeri
leygardagin 1. mars 2008 kl. 18.00, har øll eru vælkomin.
Tey, ið vilja gleðast saman við okkum hendan dagin, kunnu
siga frá á tel. 373185 – 374075 ella á e-post jomo@post.
olivant.fo áðrenn 17. februar 2008.
-har
tað hendir