Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. februar 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 33 • 15. februar 2008 Vikuskifti 14 Eyðgunn Samuelsen hevur fingið eina av teimum heilt stóru avbjóðingunum í lívinum hjá sær. Fáar dagar eftir at hon fyrstu ferð kom í løgtingið, er hon vald til forkvinnu í fíggjarnevndini í løgtinginum, og fyrsta uppgávan verður at gera eina fíggjarlóg fyri føroyska samfelagið. Hon er fyrsta kvinna, sum er forkvinna í fíggjarnevndini, men sjálv heldur hon, at einki er meira natúrligt, enn at ein kvinna skal leiða týdningarmestu nevndina í løgtinginum. - Tá ið vit á innanhýsisfundi í Javnaðarflokkinum avtalaðu, at vit vildu royna at fáa formannin í fíggjarnevndini, segði eg beinanvegin, at tað var nakað, sum eg kundi hugsa mær. Eg havi havt stóran áhuga fyri búskapi og fíggjarpolitikki, og eg orki ikki fyri, at kvinnur altíð skulu koyrast í eina sosiala nevnd, sigur Eyðgunn Samuelsen. - Eg havi fingið nógvar positivar reaktiónir, nú eg skal verða forkvinna í fíggjarnevndini, og summi hava eisini sagt við meg, at eg eri djørv at taka hetta á meg. Eg veit væl, at hetta er ein krevjandi uppgáva, og trýstið kann eisini gerast stórt, men eg ivisti ikki, at eg við mínari útbúgving og royndum fari at klára uppgávuna, sigur hon. - Uppgávan hjá okkum verður at stýra skilagott og halda okkum til yvirskipaða politikkin hjá samgonguni. Fíggjarpolitikkurin skal grundast á búskaparligu støðuna í landinum, vit skulu arbeiða langsiktað, og vit fara einki at gera í óðum verkum, lovar nýggja forkvinna í fíggjarnevndini. Akademikarar í Klaksvík 49 ára gamal Eyðgunn Samuelsen er ættað úr Sørvági, men síðani 1984 hevur hon búð í Klaksvík, har hon eisini hevur ættarbond. Omma hennara var úr Grótinum í Klaksvík. - Eftir fólkaskúlan fór eg til Havnar at ganga á student, og tað var móti endanum av tí tíðini, at eg fann saman við manninum hjá mær. Eftir at vit høvdu verið niðri og lisið og skuldu flyta heimaftur, vildi maðurin helst flyta til Klaksvíkar, og tað hevði eg einki ímóti, sigur hon. - Hóast tað kundi tykjast løgið, at tveir akademikarar valdu at búseta seg í Klaksvík, so ivaðust vit ongantíð í, at tað skuldi nokk fara at lata seg gera, og tað hevur eisini borið til. Vit vóru kanska eisini eitt sindur idealistisk, tá ið vit fluttu heimaftur, og hugsaðu, at akademikarar ikki endiliga skuldu búgva í Havn – teir kundu eisini búgva í Klaksvík. Stóran partin av tíðini, síðani hon flutti heim, hevur Eyðgunn Samuelsen starvast á Tekniska skúla í Klaksvík, har hon hevur verið leiðari fyri HT-útbúgving- ina. Trý ár arbeiddi hon tó sum deildarleiðari í Mentamálaráðnum. Vinstravendur hersetari Eyðgunn Samuelsen hevur altíð verið sera virkin, og longu sum 14 ára gomul leyp hon út í tað við báðum beinum. Tá funnu ungfólk í Sørvági saman og tóku gomlu dansistovuna í bygdini – sum eitt slag av besettarum. Húsið skuldi gerast til ungdómshús. - Vit blivu ikki tveitt út aftur. Eg haldi ikki, at tey tordu tað. So vit skipaðu eitt ungdómshús, og har vóru vit sera virkin. Vit høvdu nógv virksemi í SUF, og vit royndu eisini at savna pengar til at byggja eitt nýtt ungdómshús, men tað gjørdist ikki veruleiki, greiðir Eyðgunn frá. Eyðgunn Samuelsen hevur altíð havt áhuga fyri politikki, og sum ung kvinna kom tað ikki upp á tal at fara upp í Javnaðarflokkin, hóast hon var uppvaksin í heimi við góðum javnaðarfólkum. - Eg helt, at Javnaðarflokkurin var alt ov borgarligur, og eg var nógv longri úti á vinstravonginum sum ung, og meðan eg læs niðri. Pápi mín segði altíð við meg, at tá eg bleiv vaksin, so fór eg at enda í Javnaðarflokkinum, og rætt fekk hann. Tað var klassiska dømi um at gera uppreistur í teimum ungu árunum. Eyðgunn gjørdist virkin í Javn- aðarflokkinum í 1987. Hon stillaði upp til býráðsvalið í Klaksvík fyrstu ferð í 1988 og fekk nakrar og tjúgu atkvøður. 10 ár seini var hon vald í Klaksvíkar býráð og hevur sitið har síðani. Hon hevur eisini stillað upp á løgtingsvali, og hesaferð endaði tað við, at hon kom á ting varalimur. Kvinnur kunnu Eyðgunn Samuelsen er landskend fyri sítt arbeiði fyri javnstøðu í føroyska samfelagnum, og tað er eingin pátikin leiklutur hjá henni. - Eg eri uppvaksin við, at øll menniskju hava evni, sum tey skulu hava møguleikan at brúka – uttan mun til kyn. Kanska eri eg Vinstravendi hersetarin skal nú telja krónurnar Hon hevur hersett hús í Sørvági. Hon helt í sínum ungu døgum, at Javnaðarflokkurin var alt ov borgarligur og leitaði longur út á vinstravongin. Nú hevur Eyðgunn Samuelsen sett seg í ein tann týdningarmesta sessin í løgtinginum, og hon heldur, at einki er meira natúrligt, enn at ein kvinna er formaður í fíggjarnevndini Samrøða Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo ... um at ferðast millum Havn og Klaksvík - Eg ætli mær framhaldandi at búgva í Klaksvík, og tí komi eg at ferðast nógv millum Havnina og Klaksvík næstu árini. Men tað verður lættari at ferðast nú, enn tá eg gjørdi tað fyri fimm árum síðani. Nú eru børnini hjá okkum vaksin, og vit hava fingið Norðoyatunnilin. Eyðgunn um íverksetan - Eg havi gingið høgt upp í íverksetan, og vit havi eisini roynt at fingið tað við í undirvísingina á Tekniska skúla í Klaksvík. Íverksetan peikar frameftir, og hon kann menna fólk nógv. Íverksetan er eisini neyðug fyri, at vit kunnu fáa eitt meira fjøltáttað vinnulív í Føroyum. Fakta Navn: Eyðgunn Jana Samuelsen Aldur: 48 ár Familja: Gift við Jóan Hendrik Svabo Samuelsen. Eiga tvey børn Bústaður: Klaksvík Útbúgving: Cand. mag. i samfelagsfrøði og søgu. Diplomleiðaraútbúgving