Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. februar 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 33 - 15. februar 2008 15 Mikudagin 13. februar andaðist Magnus Pauli Joensen í Havn, 67 ára gamal. Magnus Pauli vaks upp á Skála, har hann gekk í barnaskúla og fór síðan til Havnar at ganga í realskúla. Eftir tað fór hann í læru sum maskin­ smiður á Tórshavnar Skipasmiðju. Síðan fór hann til Danmarkar at fáa sær útbúgving sum maskinverk­ frøðingur og búði fleiri ár í Ålborg, har hann arbeiddi sum verkfrøðingur hjá fyritøkuni sum í dag eitur Bladt International. Tá hann kom heim aftur til Før­ oya at búgva, arbeiddi hann hjá Før­ oya Shell sum verkfrøðingur til hann byrjaði sum sjálvstøðugur verkfrøðingur. Hann hevur teknað og havt eftirlit við byggingini av stórum oljutangum og øðrum tang­ um kring landið og havt kundar sum t.d. Føroya Shell, Statoil, SEV og Havsbrún í Fuglafirði. Eitt skifti fyrst í 90­unum arbeiddi hann í nøkur ár uttanlands fyri Bladt International. Magnus Pauli var kendur sum ein fakliga væl vitandi og væl gjørd­ ur verkfrøðingur. Alt tað hann fekst við var væl úr hondum greitt. Foreldrini hjá Magnus Paula vóru Valborg, f. Magnussen, úr Saksun, og Óla Jákup Joensen úr Skúvoy. Hann var giftur við Dagny, f. Nol­ søe, úr Klaksvík. Tey eiga børnini: Georg, Óla Jákup, Anniku og Bjørg, og seinastu árini eru fleiri barnabørn løgst afturat. -red. Bergtóra Thomassen, fødd Jacobsen, ættað úr Hósvík búsitandi í Havn, andaðist á Lands­ sjúkrahúsinum miku­ morgunin 80 ára gomul. Kistan fer úr Lands­ sjúkrahúskapellinum fríggjakvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju leygar­ dagin klokkan 14. Tey ið vilja minnast Berg­ tóru kunnu lata eina pen­ ingagávu til Meinig­ heitshúsið í Havn, konto í Eik banka. Kistan við Torleif Sig- urðsson fer úr kapelli­ num á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fríggjakvøld­ ið klokkan 18 heim í Kristianskirkjuna. Jarð­ arferðin verður úr Krist­ ianskirkjuni leygardag­ in klokkan 13:30. Sofie( Sofía) Sevdal í Fuglafirði, Fía á Regni, ættað úr Leirvík, andað­ ist á Vesturstovu týs­ morgunin, 96 ára gom­ ul. Jarðarferðin verður úr Siloa leygardagin kl. 13. Magnus Pauli Joensen í Tórshavn andaðist á Landssjúkrahúsinum 13. februar, 67 ára gam­ al. Farið verður úr kapellinum á Lands­ sjúkrahúsinum leygar­ dagin klokkan 16. Jarð­ arferðin verður úr Havn­ ar kirkju sunnudagin klokkan 14. Andlát og jarðarferðir nøvn Mánadagin 18. februar verð­ ur Bogi Rasmussen í Runa­ vík 50 ár. Bogi er stjóri í BBR Service, sum er bil­ verkstaður á Lambareiði. Bogi er ættaður úr Runa­ vík. Barnaheimið var oman fyri fótbóltsvøllin við Løk­ in. Húsini vórðu niðurtikin fyri einum fimtan árum síð­ ani, tí økið skuldi nýtast til áskoðarapláss framvið fót­ bóltsvøllinum. Foreldrini hjá Boga eru Liss og Rósing Rasmussen. Liss er ættað av Toftum, og Rósing er ættaður úr Søld­ arfirði. Børnini hjá teimum eru Anna á Torkilsheyggi, Bogi, Beinta Dam, Ingun Dalbúð, Rógvi og Gudny Samuelsen. Anna býr á Nesi, Beinta í Havn, Ingun og Rógvi í Runavík og Gudny í Saltangará. Rósing hevði bilverkstað og seldi bilar, og Bogi var blaðungur, tá ið hann fór at arbeiða hjá pápanum. Tá ið Rósing gavst við sínum virksemi, fór Bogi at arbeiða hjá Erlingi Jørgen­ sen, sála, sum hevði Hús og Heim í hølunum, har Føroya Keypsamtøka í Saltangará nú heldur til, og so koyrdi hann buss hjá bygdarleiðum í fleiri ár. Bogi var familjumaður og lutfalsliga tilkomin, tá ið hann fór at læra fakið, sum hann longu sum stórur smá­ drongur snoddaði til, og sum altíð hevur havt hans­ ara stóra áhuga. Bogi lærdi til bilsmið hjá Óla Christiani Danielsen í Saltangará, og har var hann inntil í 1996. Eisini tók hann motorpass­ araprógvið, og í tveir vetrar gekk hann í Handilsskúla­ num á Kambsdali. Fyri knappliga tólv árum síðani setti Bogi saman við yngra beiggjanum, Rógva, og sváginum, Birgiri Sam­ uelsen, bilverkstaðið BBR Service á stovn. Teir hildu til í gomlu smiðjuni, sum Tórshavnar Skipasmiðja átti uttanfyri rundkoyringina í Runavík. Væl varð tikið undir við virkseminum. Tað var skjótt, at teir vóru fýra menn í arbeiði, og umframt at veita biltænastur, so hava teir í BBR nú í fleiri ár eisini leigað bilar út. Bogi er fryntligur og hugagóður stjóri í BBR Service, og í fleiri ár hava teir arbeitt við at finna størri og meiri nýmótans hølir. Tað eydnaðist í fjør. BBR Service hevur bygt nýggjan bygning á Lambar­ eiði, og 11. juni í 2007 var móttøka í nýggja bilverk­ staðnum. Bogi giftist 24. juni í 1978 við Lillian Friang, sum er ættað úr Fuglafirði. Tey hava øll árini búð í húsunum á Søljubrekku í Runavík, har Lillian, sum 18. mai verður 50, hevur frisørsalong í kjallaranum. Lillian og Bogi dáma væl at ferðast saman. Bogi lesur nógv, hann er NSÍ viðhalds­ maður, honum dámar væl at fara túr við Yamaha motorsúkkluni, og í nógv ár hevur hann verið fjallmaður. Heystardagarnir í Nevinum og á Mýrunum kennast sum sannir høgtíðsdagar, plagar hann at siga. Lillian og Bogi eiga fýra dreingir: Oddur (1979), Bárður (1981), Rani (1985) og Rósing (1990). Oddur býr í Havn, Bárður býr í Århus, og teir báðir yngstu búgva heima hjá foreldru­ num. Bogi eigur tvey abba­ børn – ein drong og eina gentu. Føðingardagurin verður hildin í verkstaðnum á Lambareiði sunnudagin 17. februar frá klokkan 16. J Bogi Rasmussen 50 ár Tøkk Vit ynskja at takka øllum so hjartaliga, sum vístu samkenslu, tá okkara høgt elskaða mamma, vermamma, omma og systur Kitty Ziska Kryger fødd Niclassen ættað úr Klaksvík búsitandi í Keypmannahavn doyði og varð jarðað. Takk til tykkum, sum komu úr Føroyum, at fylgja henni til hennara seinasta hvíldarstað her á fold. Eisini ynskja vit at siga tykkum takk, sum við blómum, kransum og á annan hátt sýndu samkenslu. Tað vermir okkum. Familjunnar vegna Bonni, Niclas og Lemmy Kryger, og Monrad Niclassen Magnus Pauli Joensen deyður nýggjur lýsingarmiðil í Føroyum 40” lýsingarskíggjar kring landið Tel 34 18 00 s-lysingar@sosialurin.fo