Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. februar 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Nr. 33 • 15. februar 2008 Vikuskifti uppvaksin eitt sindur dreingjalig. Vit vóru tvær systrar, høvdu ongan beiggja, og pápi mín hevur ávirkað meg nógv. Pápi vildi hava, at vit fingu okkum útbúgving, so vit kundu klára okkum sjálvi, og onkra summarferiu smíðaði eg eisini hjá pápa mínum, sum var handverkari. - Omma mín og systrarnar hjá henni í Klaksvík hava eisini verið eitt sindur serligar. Tær høvdu útbúgving, tær ferðaðust, vóru sera virknar og tóku spennandi uppgávur á seg. Ommusystur mín Betty Rasmussen hevur eisini givið mær íblástur. Hon var eitt sindur serlig, gomul genta, hevði útbúgving, roykti seruttir og fortaldi mær ofta um spennandi studentaumhvørvið í Danmark í 30’unum. Eg haldi, at hon onkursvegna legði okkurt í meg, sum fekk meg at taka eina hægri útbúgving, sigur Eyðgunn Samuelsen. Og nú hevur sørvingurin í Klaksvík tikið eitt nýtt fet sum týðandi landspolitikari. - Mær dámar væl at royna nakað nýtt ella byggja okkurt nýtt upp, og tá eg fari í holt við nakað, so geri eg tað heilhjartað. Eg haldi meg hava førleikarnar og royndirnar sum skulu til fyri at verða forkvinna í fíggjarnevndini, og eg eri sera spent til hesa stóru uppgávuna, sigur Eyðgunn Samuelsen. - Eg havi fingið nógvar positivar reaktiónir, nú eg skal verða forkvinna í fíggjarnevndini, og summi hava eisini sagt við meg, at eg eri djørv at taka hetta á meg. Eg veit væl, at hetta er ein krevjandi uppgáva, og trýstið kann eisini gerast stórt, men eg ivisti ikki, at eg við mínari útbúgving og royndum fari at klára uppgávuna, sigur Eyðgunn Samuelsen Mynd: Høgni Thomsen ... um fjølmiðlar - Kappingin millum fjølmiðlarnar er harðnað, og tað hevur broytt miðlarnar eitt sindur. Vit hava fingið meira lættisoppatilfar, men tíbetur hava vit eisini fingið meira analyserandi tilfar. Tað dámar mær væl at lesa, og eg vóni, at fjølmiðlarnir vilja gera meira við at analysera føroyska samfelagið. ... um javnstøðu - Eg eri uppvaksin við, at øll menniskju hava evni, sum tey skulu hava møguleikan at brúka – uttan mun til kyn. Fyri meg er tað púra natúrligt, at kvinnur kunnu gera tað sama sum menn, og í Demokratia havi eg eisini roynt at virka fyri hesum. Vit hava bara havt javnstøðu á yvirflatuni í Føroyum, men nú skulu vit eitt stig longur.