fríggjadagur 15. februar 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 33 - 15. februar 2008
Í dag tann 15. februar verður Elsa
Jacobsen í Norðragøtu 80 ár. Elsa
er fyrst og fremst kend sum tann
fyrsti trúboðari, sum er ”send út”
úr Føroyum. Tann fyrsti føroy
ingur yvirhøvur var Daniel J. Dan
ielsen, sum var í Congo 190103,
og hvørs søga er umrødd í Mið
vikuni her í blaðnum. Hann var
sendur út úr Bretlandi. Elsa kann
sigast at vera nummar tvey í røð
ini av øllum teimum trúboðarum
úr Føroyum, sum hava virkað
kring heimin. Í nýggjari tíð er hon
tann fyrsti.
Hvør er so henda norðragøtu
gentan, sum tók hetta sera stóra
stig, sum tað serliga hevur verið
tá í tíðini?
Hon er dóttir Eliesar Jacobsen,
ættaður úr Tjørnustovu í Norðra
gøtu og Sunnuvu f. Heinesen,
sum var ættað úr Súnastovu, eisini
í Norðragøtu.
Tey vóru ikki færri enn 13 systk
in, har Elsa hevur verið í eldra
endanum. Enn eru tey 10 á lívi.
Absalon, Esmar og Maria eru
deyð. Hini systkini eru Magnus,
Petra, Óluva, Suni, Lea, Anna,
Emma, Jónhild og Per.
Elsa fekk eina góða barlast við
einum góðum og tryggum heimi.
Við so nógvum systkjum gjørdist
tað uppgávan hjá teimum eldru at
taka sær av teimum yngru, og var
hetta í sær sjálvum eisini ein
góður førningur at fáa. Eliesar
var í nógv ár fiskimaður og sein
astu árini havnafúti. Heima var
tað Sunneva sum skipaði fyri við
myndugleika. Tey vóru bæði kend
sum skilafólk.
Tey vóru saman við Alfred
Petersen og øðrum undangongu
fólk í Kirkjuliga Missiónsfelag
num, sum var missiónsfelagið hjá
Elsu.
Elsa gjørdist í fyrsta umfari
sjúkrasystir. Hon arbeiddi fyrst í
Føroyum og seinni í Íslandi og
Noregi. Hon fór á bíbliuskúla í
Noregi, og tá gjørdist kallið at
gerast trúboðari í Etiopia greitt
fyri henni. Fyri at gerast betri fyri
í hesum arbeiði fór hon at læra til
jarðamóðir í Bretlandi. Í 1960 fór
hon til Etiopiu sum trúboðari,
eins og hon arbeiddi sum yvir
sjúkrasystir á sjúkrahúsum og á
klinikkum, har tað kom nógv fólk
at søkja sær heilsubót. Elsa ar
beiddi saman við íslendingum,
norðmonnum og dønum, sum hon
framvegis hevur nógv samskifti
við.
Hon var burtur fyrstu tíðina 5
ár út í eitt, síðan 4 ár og so 3 ár í
senn, og hon var so heima í eitt ár.
Hon kom heim til Føroya med
alla í 1992, so hennara samlaða
tænasta gjørdist 32 ár.
Fekk etiopiskar tvíburar
Hennara virksemi í Etiopia hevur
knýtt Føroyar, og serliga Gøtu,
nógv saman við Etiopia. Hetta til
knýti gjørdist heilt serligt av eini
serligari orsøk.
Tá ið Elsa fór til Etiopien, var
hon einsamøll og kundi tískil vera
heilt frí í sínum arbeiði. Men
longu árið eftir, at hon var komin,
møtti ein pápi upp á klinikkini hjá
henni við tveimum nýføddum tví
buradreingjum. Ørindini vóru,
um Elsa kundi taka teir til sín.
Mamman var deyð undir føðing
ini, so dreingirnir høvdu øll
”odds” ímóti sær. Lutvíst var tað
óeydna við tvíburum. Afturat hes
um kom, at teir vóru jú orsøkin
til, at mamman var deyð, tað bøtti
heldur ikki um. Nú áttu teir held
ur onga mammu, sum kundi taka
sær av teimum og geva teimum ta
mjólk sum var lívsneyðug. Sjálvir
góvu teir móðurleysum nýføðing
um sterka súpan og trátt smør, og
hetta kundu teir ikki tola í longd
ini. Eingin var annars, sum vildi
taka sær av teimum.
Hetta var als ikki við í ætlanun
um hjá Elsu. Men havandi í huga
alternativið, helst tann vissi deyði,
endaði tað við, at Elsa gjørdist
mamma teirra. Tískil hava fleiri
ættarlið av gøtubørnum, og eisini
øðrum, fylgt við, hvussu tað hev
ur gingist við Jákupi og Jóhannesi,
sum dreingirnir komu at eita.
Seinastu árini hevur tað verið
møguligt at fylgja teimum persón
liga. Teir hava nevniliga búð í
Norðragøtu saman við konum og
børnum, her av eitt teirra er føtt í
Føroyum. Her hava tey vaksnu ar
beitt á flakavirkinum. Sagt verður
eisini um tey, at tey eru bæði røsk
og hugalig. Tískil eru nú 10 etiop
arar í Norðragøtu, og sigast kann,
at teir seta sín dám á bygdina.
Gøtufólk hava eisini tikið tey til
sín sum síni egnu.
Onnur familjan býr ”hjá Peri”,
sum er barndómsheimið hjá Elsu.
Her búðu eisini ommusystir henn
ara Olevina. Tá ið Olevina lá fyri
deyðanum sigur hon eina ferð
við Elsu, sum tá var heilt ung:
”Hvørji eru hesi svørtu børnini eg
síggi?” Elsa sá eingi svørt børn,
men nú búgva tey í sama kamari
sum Olevina! Hon var annars so
serliga góð við Elsu.
Elsa er rættuliga komin til rættis
í sín leikluti sum mamma og
omma. Hon hjúklar um sínar
dreingir, teirra konur og børn, og
tað er ein fragd at síggja hennara
umsorgan. Og hesa umsorgan er
øll familjan um. Her merkist ikki
á nakran hátt, at talan er um eina
80 ára gamla ”ommu”. Nú ein
morgunin hevði hon gjørt 70
knetti! Framvegis er hon røsk
sum fólk í besta aldri.
Hevur upplivað part
av heimssøguni
Samstundis sum Etiopia á hendan
hátt er sett á landkortið í Føroyum,
so eru Føroyar eisini settar á land
kortið í Etiopia. Her hevur Elsa
saman við øðrum trúboðarum
gjøgnum øll hesi ár veitt sovæl
andaliga sum tímiliga hjálp, har
tørvurin hevur verið ómetaliga
stórur. Tað skal vera nevnt, at eitt
tíðarskeið virkaði Doris Heinesen
eisini í Etiopia, sum er eitt tað
fátækasta land í heiminum. Ein
stórur partur av fólkinum má lív
bjarga sær við 5 krónum um
dagin. Her hava Føroyar so gjørt
sín mun.
Elsa hevur eisini í Etiopia upp
livað ein part av heimssøguni. Tá
ið hon kom til Etiopia var tað
gamli keisarin Haile Selassie,
sum sat við ræði. Stýrið var rættu
liga konservativt, men Selassie
átti so sín part av æruni fyri, at
Etiopia er einasta land í Afrika,
sum ikki hevur verið koloni.
Í 1974 var uppreistur, sum førdi
til eina kommunistiska valdsyvir
tøku í landinum við Mengistu á
odda. Hetta var eitt satt ræðustýri.
FFblaðið hevði í 2006 eina sam
røðu við ein fiskimann við einum
russiskum skipi, Wondu, sum var
ættaður úr Etiopia, og sum upp
livdi hetta sum barn. Hann
greiddi frá, at ein partur av skúla
gongdini var at ganga fram við
vegnum, har tað lógu lík av skot
num
”fólkafíggindum”.
Hetta
skuldi læra næmingarnar, hvat ið
hendi teimum, sum ikki makkaðu
rætt! Hesa lagnu fingu eisini
fleiri av teimum, sum Elsa kendi.
Wondu var annars í Gøtu og vitj
aðu sínar landsmenn, og var hetta
sjálvsagt dagur í viku hjá teimum
øllum.
Nýggju valdsharrarnir vildu
heldur enn gjarna rikið trúboðar
arnar av landinum. Men teir
gjørdu so nógva nyttu í heilsuverk
inum, at teir ikki kundu loyva sær
tað. Einki høvdu teir heldur at
seta í staðin. Tí hevði neyðin ver
ið enn størri uttan trúboðararnar.
Teir blivu verandi, men teir
máttu halda tunguna mitt í munni
num, og tað mundi mangan standa
á hjá teimum.
Orðatakið sigur, at ”stutt skulu
harðir harrar valda.” Hetta sannaði
Mengistu eisini. Hann varð í 1991
rikin frá valdinum aftur, og hann
rýmdi av landinum til vinmannin
Robert Mugabe í Zimbabwe at
búgva. Teir hava sanniliga nógv
til felags!
Elsa hevur tískil umframt keis
araveldið eisini upplivað bæði
reisn og fall hjá einum komm
unistastýri og síðan stýrið, sum
kom aftaná. Hetta munnu fá hvít
fólk hava upplivað.
Elsa dugur annars sera væl at
greiða frá. Hon hevur skrivað
rættuliga fitt og hevur eisini greitt
frá á møtum og í útvarpinum.
Men einki ger hon kortini burtur
úr sær sjálvari, so beskeðin hon
er.
Sigast kann um Elsu og øll
hennara systkin, at tey eru sjáld
sama ættarkær. Tað er nærum
óhugsandi at koma norður til
Gøtu uttan at fara inn á gólvið hjá
teimum. Her følir ein seg afturfyri
rættiliga sum heima. Tað gongur
ikki long løta, áðrenn drekka
munnurin er á borðinum!
Hiðani skal verða ynskt Elsu
hjartaliga tillukku við teimum 80
árunum. Elsa er ein serstøk per
sónligheit. Hon hevur avgjørdan
hugburð um andalig/etisk viður
skifti, og hon heldur seg ikki aftur
at føra síni sjónarmið fram, har
hon fær møguleika til tess. Hetta
skapar virðing eisini hjá teimum
sum kunnu vera ósamd. Og so
hevur hon verið eitt framúr umboð
fyri Føroyum úti í heimi.
Elsa er burturstødd føðingar
dag.
ó.
Elsa Jacobsen 80 ár
Ein stolt Elsa í Etiopia í 1961 saman við Jóhannes
og Jákup, tá ið teir vóru ein mánaða gamlir
Ein ikki minni stolt Elsa í Gøtu 45 ár seinni. Vit síggja f.v. Aftara rað: Jákup, Kitinesh, kona Jákup, Elsa við Eliesari,Tshainesh, kona
Jóhannes, Jóhannes og Jonas. Fremra rað: Bereketh, Meriam, Yeru og Dina
Elsa Jacobsen verður 80 ár í dag
nøvn