Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. februar 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 33 • 15. februar 2008 Vikuskifti 16 Í stuttum Lagt til rættis: Eyðun Klakstein Obama verður dripin Um tað eydnast Barack Obama at gerast forseti í USA, so verður hann dripin. Tað heldur bretski rithøvundin Doris Lessing, sum áður hevur vunnið Nobel- virðislønina. - Ein svartur maður sum forseti – tey drepa hann, sigur Lessing í eini samrøðu við Dagens Nyheter. Hon heldur, at tað hevði verið betri, um Hilary Clinton vann forsetavalið – og Obama kundi verið varaforseti hjá henni. 88 ára gamla Doris Lessing er kend fyri at koma við umstríddum viðmerkingum, og eftir álopini í USA 11. September í 2001 segði hon, at álopini vóru hvørki ræðulig ella nakað serlig. Í ár eru tað liðin 40 ár, síðani fyrsti filmurin um Olsen-bandan varð frumsýndur, og í tí sambandi ætla feløgini Nordisk Film og A-film at gera ein annimeraðan film um harkaliðið hjá Egon Olsen. Nikolaj Peyk hevur gjørt eitt fyribils leikrit, sum skal verða grundarlag undir filminum. Leikstjóri verður Jørgen Lerdam, og hann heldur, at tað verður spennandi at gera eina nýggja, modernaða søgu um Olsen-bandan. Ætlanin er, at teknifilmurin um Olsen-bandan skal frumsýnast á heysti næsta ár. Olsen-bandin sum teknifilmur Kendi leikstjóri Martin Scorsese skal standa fyri einum nýggjum dokumentarfilmi um reggae- hetjuna Bob Marley. Scorsese hevur gjørt filmar um Bob Dylan og Rolling Stones, og nú skal stjørnan av Jamaica eisini endurgevast í einum Scorsese- filmi. Tann 6. Februar í 2010 hevði Bob Marley fylt 65 ár, og ætlanin er, at filmurin skal frumsýnast júst tann dagin. Bob Marley doyði av krabbameini í lungunum í 1981. Hann gjørdist 36 ára gamal. Enska Gemma Arterton verður ein av kvinnunum hjá James Bond í filminum Quantum of Solace, og tað fær hon eina góða løn fyri. Hon heldur tó ikki, at hon fer at broyta sínar vanar fyri tað. 22 ára gamla sjónleikarinnan hevur nevniliga lestrarskuld, sum hon skal gjalda, og henni dámar best at keypa í dicount-handlinum Primark. Ein stórur amerikanskur fylgisveinur fer at detta niður á jørðina í byrjanini av mars mánaði. Vraklutir og vandamikið brennievni fara at verða spjødd um eitt stórt øki, vænta serfrøðingar. Fylgisveinurin hevur navnið US193, og talan er um ein hernaðarligan fylgisvein, sum ehvur sveimað yvir jørðini síðani 2006. Enn er óvist, hvar á jørðini, fylgisveinurin fer at detta niður. Fylgisveinur rakar jørðina Bond-genta við lestrarskuld Filmur um Bob Marley