fríggjadagur 15. februar 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 33 - 15. februar 2008 ]
Leygardagin um trý-
tíðina verður mann-
liga steypafinalan
bríkslað í gongd í
høllini á Hálsi í Havn,
har Mjølnir og SÍ,
framman fyri stórari
áskoðarafjøld, skulu
dystast um at gerast
steypavinnarar anno
2008
FLOGBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Besta mansliðið hjá Mjølni
hevur fyrireika seg sum
frægast í hesum seinastu
døgunum undan stóra finalu
degnum, sum má metast at
vera størsti einstaki dagurin
innan føroyskan flogbólt.
Serligi finaludagurin hev
ur verið hildin síðan í 2000,
tá júst Mjølnir eisini spældu.
Ta ferðina var mótstøðuliðið,
Fleyr úr Havn, og hjá kvinn
unum var talan um Drátt og
Mjølnir. Í báðum dystunum
vóru
Klaksvíkingar
við
yvirlutan og vunnu steypið,
so teir vita, hvussu Sørving
ar munnu hava tað undan
vikuskiftinum.
Leygardagin er so tíð til
finalur aftur, har fyrst kvinnu
finalan verður leikt kl.
13:30, og tá hon er avgreidd,
fer mansfinalan í gongd,
væntandi
um
trýtíðina
seinnapartin leygardagin.
Brøðurnar í Mjølni
Tosar man um flogbólt í
Føroyum, kemst ikki undan
at nevna Eystein Elttør úr
Mjølni. Eystein (uttan ð,
blaðm.) hevur verið ein sera
týdningarmikil leikari á
Mjølnir liðnum, og hevur
hann til uppgávu, at vera
verjuleikari, ella libero, so
hann hevur mangan staðið
fyri skotum, og hann hevur
verið sera tíðandi partur av
góðu gongdini hjá Mjølnir,
seinastu nógvu árini.
Men Eystein er ikki
einsamallur í Elttør fam
iljuni, ið hevur fingist við
flogbóltsspælið. Lítlibeigg
in, Rúni Elttør, ið kanska
einamest er kendur innan
fótbóltsheimin,
var
ein
rættuliga góður flogbólts
leikari á ungum árum, og
Eystein metir, at helt hann á
at spæla, og ikki fór til skips
á ungum alduri, hevði hann
verið eitt stórt føroyskt
flogbóltsnavn í dag. Eystein
gleðist yvir at hava bróðurin
við í hópinum, og teir siga
seg báðar vera sera spentar
til vikuskiftið.
Elttør og Weihe
Rúni er av sama árgangi
sum Rúni Weihe, og tá vóru
teir báðir nakað heilt serligt.
Hevði lítlibeiggi hildið á,
og verið seriøsur, so stóð
hann onki aftanfyri Rúna
Weihe, sigur Eystein um
beiggja sín Rúna Elttør, ið
verður við Mjølnirhópinum
til finaluna.
Rúni Elttør gavst at spæla
flogbólt afturi í 1998, tá
hann var bert 18ára gamal,
og tá var hann á U18
landsliðnum, og vann FM
tað árið eisini við Meistara
deildini hjá Mjølni. Rúni
minnist serliga spennandi
og
avgerandi
dystin
í
Klaksvík móti Fleyr, ið fór
at avgera meistaraheitið.
Fleyr vóru á odda í
landskappingini, og vunnu
eisini fyrsta sett 159, og í
øðrum setti vóru havnamenn
á odda 90, men vit tóku
timeout, og vendu gongd
ini. Vit vundu burtur úr
teimum og vunnu annað
sett 159, og somuleiðis
triðja sett 159. Í fjórða setti
vóru Fleyr fullkomuliga
blástir um koll og vit
knúskaðu teir av 150, og
vunnu harvið meistaraheit
ið, sigur Rúni Elttør, ið tá
valdi at gevast á toppinum,
sum hann sjálvur tekur
skemtandi til.
Allir mans tøkir
Sum skilst, eru flest allir
mans hjá Mjølni tøkir til
dystin, og sambært Jóan
Peturi á Stongum, verður
teirra lið eisini fullmannað.
Mjølnirleikararnir fara
longu fríggjakvøldið suður
til Havnar at royna umstøð
urnar í høllini á Hálsi og
serliga gólvið, sum bílagt
er til finaluna.
Síðan fara teir, eins og
sigur er hjá teimum, at gista
í Havnini ta náttina.
Soleiðis gera sørvingar
tó ikki. SÍ hópurin fer suður
leygardagin, men áðrenn
fráferð savnast teir í bio
høllini í Sørvági, har teir
eru saman við viðhaldsfólk
um, og m.a. skriva auto
grafar á serligar troyggju,
ið iðhaldsfólkið kann fáa
fyri bert 20, kr.
Sætta finalan hjá Mjølni
Hóparnar til finaluna:
SÍ
Nr. Navn
Aldur
Hædd
Leikpláss
Landsdystir
1 Finn Ingi Falkvard
18
185
Kant/Miðja
0 Føroyar
2 Bárður Venned
19
187
Miðja
0 Føroyar
3 Ólavur Jensen
23
184
Hevari
5 Føroyar
4 Hans Kári Hansen
22
178
Kant/Diag.
0 Føroyar
5 Jón Nielsen
27
191
Diagonal
43 Føroyar
6 Brandur Heinason
18
183
Libero
8 Føroyar
7 Ingi Ole Jacobsen
19
186
Miðja
8 Føroyar
8 Jóhan Petur á Stongum
22
176
Kant
36 Føroyar
9 Jón Joensen
23
184
Kant
0 Føroyar
10 Ragnar í Haraldstovu
31
200
Diag./Kant
51 Føroyar
11 Sonni Zachariasen
18
170
Hevari
5 Føroyar
12 Filipp Gram
18
190
Miðja
5 Føroyar
Mjølnir
Nr. Navn
Aldur
Hædd
Leikpláss
Landsdystir
1 Rúni Elltør
28
189
Kant
5 Føroyar
2 Vladi Vassilev
31
192
Kant
0 Bulgaria
3 Gunnar Jørgensen
19
184
Kant
5 Føroyar
4 Bogi H. Isaksen
32
183
Hevari
5 Føroyar
5 Rasmus Purkhús
19
186
Kant
0 Føroyar
6 Thorvald Danielsen
21
192
Kant/Hevari
8 Føroyar
7 Karstin Joensen
19
183
Kant
0 Føroyar
8 Hanni Niclasen
20
185
Kant
0 Føroyar
9 Jón Syderbø
20
185
Miðja
5 Føroyar
10 Eystein Elltør
33
184
Libero
5 Føroyar
11 Hjalti Josephsen
29
192
Miðja
9 Føroyar
12 Bjarni Vágstún
19
183
Kant
0 Føroyar
Rúni Elttør, er kanska einamest kendur innan fótbóltsheimin,
men eftir hervuliga krossbandsskaðan í fjør, er hugurin kyndur
fyri flogbóltinum aftur. Rúni var ein av fremstu og evnaríkastu
flogbóltsleikarunum í Føroyum, í endanum av 90-unum, men
valdi at fara til skips í 1998. Tá var Rúni bert 18 ára gamal
Eystein Elttør hevur í mong ár verið við til at mynda toppin
av føroyskum flogbólti, og um vikuskiftið spæla teir sína sættu
steypafinalu síðan aldarskiftið
Eingin avgerð tikin enn um Alex Alves
Sambært Norðlýsinum, er eingin avgerð enn tikin um møguligan sáttmála við brasilska verju
leikaran, Alex Alves, sum í løtuni royndarvenur hjá KÍ. Curcic bíðar eftir at fáa pappírini upp á
pláss. Brasilski verjuleikarin, Alex Alves, royndarvenur hjá KÍ í løtuni, har hann m.a. var við á
liðnum, sum spældi ímóti NSÍ mánakvøldið. Hann er úr norðurpartinum av Brasilia, har hita
stigini eru ógvuliga nógv, so sigast má, at hann er vanur við annað veðurlag enn tað, sum Føroyar
hava at bjóða. Hetta er fyrstu ferð, at Alex er úr heimlandi sínum og roynir síni fótbóltsevni, so
tað sigur seg sjálvt, at hann krevur at tillaga seg broyttu umstøðunum. Í venjingardystinu mána
dagin royndi hann seg bæði sum miðverjuleikara og sum høgri bakkur, meðan hin brasiliu
maðurin á liðnum, Rodrigo, spælir í álopinum.