Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-15, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. februar 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 33 • 15. februar 2008 Vikuskifti 17 umborð Kanska ikki so nógv ein av teim­ um mergjaðu umborð­greinunum við bæði nýggjum og søguligum innihaldi – og tó. Vit gjørdu eina roynd í gjár at fáa fatur á manninum, sum stendur undir liðini á kalvanum, kvívíkinginum Jóhan Martin Thomasen, men tað eydnaðist ikki. Fartelefonin hjá honum svaraði ikki. Hann kann hava staðið við kryvjipavnin júst í hesi løtu – ella hann kann hava fingið sær ein slang eftir langt tørn. Jóhan Martin siglir við Vestur­ búgvanum, sum á seinasta túri fekk henda velduga kalvan í trolið. Ikki heimsins størsti og neyvan heldur Føroya størsti, men stórur er hann. Tað skerst ikki burtur. Og burtur skal hann ikki skerast... Kalvin skal nevniliga skerast til kotolettir, sum verða seldar á føroyska heimamarknaðinum. Tað var fiskavirkið Norðfra í Norðdepli, sum keypti kalvan fyri einar 11.000 krónur – ella fyri umleið 50 krónur fyri kilo. ­ Vit fara at skera hann til kotolettir, sum verða pakkaðar í 3 kilo dósir. Síðan fara vit at bjóða kotolettirnar út til sølu á heimamarknaðinum. Allan Eysturskarð, sølumaður hjá Norðfra, sigur, at stóri kalvin helst verður skorin sundur í trý ella fýra stykkir fyrst, og síðan fer hann í bandsagina hjá virkinum. Fiskurin verður skorin soleiðis í passalig stykkir, sum antin kunnu koyrast á pannuna ella í grýtuna. ­ Vit royna í størst møguligan mun at hava kalva við í okkara útboði – ikki minst til heima­ marknaðin, men tað gongur ikki altíð so væl at fáa fatur á kalva. Hetta er ein nokso dýrur fiskur, og tað er ikki so ofta, at nakrar serligar nøgdir eru á marknaðinum. Tí gerst kalvin eisini javnan uppi í okkara útboði. Í sínari vøruskrá hevur Norðfra vanliga kalva sum flak. Sølumaðurin sigur, at hóast hetta er ein stórur fiskur, so verður tað neyvan nakar trupul­ leiki hjá virkinum at sleppa av við allar tær mongu kotolettirnar, sum fáast burtur úr. ­ Vit selja bæði til stovnar sum eitt nú eldrasambýlir, ellisheim, matstovur og aðrar køkar eisini ­ og ikki minst til privat fólk. So, hetta verður eingin trupulleiki. Hann vísir á, at Norðfra koyrir eftir regluligari skipan út til við­ skiftafólk í meginøkinum. Vit spurdu eisini allan, hvussu verður við stóra høvdinum á kalvanum. ­ Nei, tað veit eg ikki ordiliga, men eg kann frysta høvdið og goyma tað, um onkur skuldi havt áhuga fyri tí. Tað er bara at ringja – so kunnu vit koyra høvdið til dyrnar, um tað annars passar inn í okkara skipan við útkoyring. Allan vísir á, at skal stóra kalva­ høvdið kókast í einum, verður neyðugt við eini rættiliga stórari grýtu. ­ Eg haldi meg ikki minnast, at vit nakrantíð hava keypt ein so stóran kalva áður, sigur sølu­ maðurin hjá Norðfra. Kalvafiskur er forkunnugur og eftirspurdur matur. ­ Tey, ið ynskja sær nakrar kotolettir av stóra kalvanum, eru vælkomin at seta seg í sambandi við okkum – ella at fara inn á okkara heimasíðu og bíleggja, sigur Allan Eysturskarð. Um nøkur tøl finnast fyri, hvussu stórur hin størsti kalvin er, sum er veiddur í føroyskum sjógvi og landaður í Føroyum, vita vit ikki. Føroyingar hava ikki altíð verið teir bestu til hagtøl. Menn munnu vita frá nógvum stórum kalvum at siga, og er tað onkur, ið eigur eina góða mynd at senda Sosialinum, eru fólk meira enn vælkomin at gera tað. Størsti kalvi, sum norðmenn vita um er veiddur í norskum sjógvi, er kalvin, sum Tom Richard Kristiansen fekk í gørnum sínum í fjør heyst. Hesin risakalvi vigaði heili 629 pund, sum er 49 pund meira enn gamla metið í Noregi, sum var 580 pund. Kalvin hjá Tom Richard varð máldur at vera tríggjar metrar langur og ein metur breiður. Vit hava eisini frætt um ein annan stóran kalva, sum føroysk­ ur skipari í Noregi, Hjalgrím Vestergaard av Tvøroyri, fekk í norskum sjógvi í 2001. Hann var tá skipari við norska skipinum Skjøtninberg. Á tí eina túrinum fingu teir ein kalva, sum var 2,85 metrar langur, 1,36 breiður og 50 sentimetrar tjúkkur. Teir skóru upp í seks kurvar av flaki ­ og haraftrat varð nógv koyrt burtur, sigst. Kønir meta, at kalvin, sum føroyski skiparin fekk út fyri Tanafjørðinum í Noregi, hevur verið størri enn norska metið. Hetta er tó ilt at siga, tá hesin ongantíð kom til lands og tískil ikki varð skrásettur nakrastaðni. Kalvin hjá Hjalgrími Vester­ gaard var eitt sindur stytri, men munandi breiðari enn kalvin hjá Tom Richard Kristiansen. Ring bara – og tú fært høvdið! Á seinasta túri hjá Vesturbúgvanum fingu teir henda velduga stóra kalvan, sum var 272 cm. langur og vigaði heili 440 pund. Norðfra í Norðdepli hevur keypt ”risan”, sum verður skorin til kotolettir og seldur á heimamarknaðinum í Føroyum. Allan Eysturskarð, sølumaður, sigur, at tann, sum ringir, fær høvdið til dyrnar, um væl ber til Umborð Vilmund Jacobsen blaðmaður vilmund@sosialurin.fo - Tey, ið ynskja sær kotolettir av hesum stóra kalvanum, eru vælkomin at seta seg í sambandi við okkum – ella at fara inn á okkara heimasíðu og bíleggja, sigur Allan Eysturskarð, sølumaður hjá Norðfra í Norðdepli