fríggjadagur 15. februar 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 33 - 15. februar 2008 ]
Flogbóltspælið hevur
í ár møguleikan, at
røkkka ókendum
hæddum í serliga
Sørvági. Bæði hjá
monnum og kvinnum
verður SÍ umboðað
í ársins flogbólts
finalum, ið verða
avgreiddar um viku
skiftið, og spenn
ingurin er øgiligur
millum vágafólk
FLOGBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
– Ímóti Mjølni hevur blokk
urin ofta verið avgerandi,
og tí kann tað verða avger
andi at spæla skjótt, so teir
ikki fáa tíð til at hava dup
ultan blokk, sigur Jóan Pet
ur á Stongum, ið gleðir seg
steypafinaluna leygardag
in.
Hava spælt áður
Mjølnir og SÍ hava møtt
hvørjum øðrum tvær ferðir
higartil í vetur, og hava teir
vunnið hvør sín dyst. Fyrst
vann SÍ 31, og fyri stuttum
var tað Mjølnir sum vann
32, og tískil er ilt at taka
dagar millum hesi bæði lið
ini, og vónleyst at nevna
nakran favoritt til finaluna.
Seinast, tá hesi bæði lið
ini møttust í finaluni, var í
2005, og tá vunnu sørvingar
30, og sambært Jóan Peturi
á Stongum, ið er ein av pro
filunum á SÍ liðnum, og
sum eisini leikti við í tí
finaluni, hevði SÍ tá eitt
sera gott lið.
Vit høvdu eitt sera sterkt
lið í 2005, men nú meti eg,
at liðini eru sera jøvn í
styrki, og eg vænta ein
rættuliga tættan 5settara.
Mátin at vinna
Tá ið vit spæla ímóti
Mjølni, hevur blokkurin
ofta verið avgerandi, og tí
kann tað verða avgerandi at
spæla skjótt, so teir ikki fáa
tíð til at hava dupultan
blokk í verjuspælinum, sig
ur ein hugsunarsamur Jóan
Petur, ið sjálvandi er sera
spentur til finaluna. Jóan
Petur metir eisini, at tað er
sera umráðaðandi at fáa
lagt press á servurnar, og at
fáa vart fyri serliga Vladi
Vassiliev (Vanliga nevndur
»Lado« blaðm.), og Gunnari
Jørgensen, ið er ein ungur
og evnaríkur leikari hjá
Mjølni.
Fáa vit lagt pressið við
servunum og blokka teirra
vandamestu leikarar, so sær
væl út hjá okkum, sigur
Jóan Petur, ið fer at hava
ein heilt serligan finaludag.
Spælari og venjari
Jóan Petur á Stongum hjá
SÍ, er ikki bert ein ágrýtin
og sera góður flogbóltsleik
ari, hann er eisini ein evna
ríkur venjari hjá kvinnulið
num, ið skal spæla finalu,
beint áðrenn Jóan Petur
sjálvur skal í eldin, og má
tað sigast at vera ein møti
mikil uppgáva, men sjálvur
sigur hann seg vera heilt
greiðan og avslappaðan við
støðuna. Mær dámar tað
so væl, at tað nervar ikki
nakað serligt.
Hallarvørðurin í Sørvági
segði skemtandi við Jóan
Petur, at hann átti at bygt
honum ein skúr tætt við, so
nógva tíð sum hann brúkar
í høllini.
Flogbóltsbygd
burturav
Flogbólturin má sigast at
vera í hásæti í Sørvági í løt
uni, tí leygardagurin verður
ein stórur dagur hjá sørving
um, tá bæði mans og
kvinnuliðið hava vunnið
sær pláss í steypafinaluni.
Hjá
monnunum
verður
talan um teirra fimtu finalu,
meðan tað hinvegin er
fyrsta finalan, ið kvinnur
felagsins taka lut í. Av teim
um fimm undanfarnu final
unum hjá monnunum, hava
teir vunnið tvær ferðir. Og
eina av hesum var móti
sama mótstøðuliði sum um
vikuskifti, nevniliga Mjølni.
Hetta var afturi í 2005, og
tá vunnu sørvingar 30.
Bygdin er, sum vera man,
á gosi yvir góðu gongdina
hjá bygdabørnum teirra, og
dagurin fer ikki stillisliga
aftur við borðinum. Skipað
er fyri rimmar upphiting
leygarmorgunin og tá liðini
eru komin vestur í Vágar
aftur, er skipað fyri ókeypis
ábiti og so er skipað fyri
dansi eisini. Hesin SÍdag
urin verður ikki gloymdur
við bræði.
Ein spennandi
finala í væntu
2000 Fleyr-Mjølnir 1-2
2001 ÍF-Mjølnir
3-0
2002 SÍ-ÍF
3-0
2003 SÍ-ÍF
2-3
2004 SÍ-ÍF
0-3
2005 SÍ-Mjølnir
3-0
2006 Fleyr-Mjølnir 0-3
2007 Mjølnir-ÍF
3-0
Ferðast við Mjølni ókeypis
Á nordlysid.fo stendur at lesa, at Mjølnir skipar fyri ókeypis
busstúri til Havnar í samband við mansfinaluna. Koyrt verður frá
sandinum kl.12.30 og norður aftur beint eftir mansfinaluna.
Kvinnufinalan byrjar klokkan 13.30 og mansfinalan stutt aftaná, á
leið klokkan 15.00. Tey sum eru áhugaði í at fara suður við
bussinum, skulu siga frá á tlf 223463 (Eyðbjørn) ella 228777 (Tina)
aðrenn kl. 21.00 fríggjakvøldið.
Stórsligin upphiting
í Sørvági
Í sambandi við stóra SÍ dagin á finaludegum á
Hálsi í Havn, hevur SÍ skipað fyri stórslignari
upphiting í Sørvágs Bio, frá klokkan 09:00
leygarmorgunin og fram til klokkan 12:00, tá
bussarnar byrja at flyta viðhaldsfólkið ókeypis til
Havnar. Á skránni verður m.a. : Breakfast and
lunch, Hárliting og andlitsmáling, Blusir, turrikløð
og húgvur til keyps, sangur, og so fara kvinnuliðið
og aftaná verður tað mansliðið, ið skriva autografar
Jóan Petur á Stongum, ið er ein av profilunum á SÍ liðnum, er sera spentur til finaluna. Hann er
í teirru serligu støðu, at hann eisini er venjari hjá kvinnuliði felagsins, so hann fær ein strævnan
dag
Leygardagin verður ein heilt
serligur dagur hjá felagnum
úr Sørvági, og bygdafólkið er
sera erpið av bygdabørnum
sínum. SÍ skipar eisini fyri
serligum tiltaki, heilt frá
morgni av