Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-15, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. februar 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 33 • 15. februar 2008 Vikuskifti 19 Talan er um eini eldri sethús á Skála frá 1952, sum standa í friðarligum umhvørvi við sera góðum útsýni yvir Skálafjørðin. Grundøkið er stórt, 821 fermetrar, og eru møguleikarnir góðir til at brúka økið til tað tær tøvar. T.d. er gott pláss at byggja upp í húsini, um tað er tað tú vilt. Húsini eru øll úr betong. Grundin er 35 cm og í ovaru hæddini eru veggirnir 25 cm breiðir, upp í skjøldurin. Trimpil er og tí eru kømurini á loftinum rúmlig. Stílurin í húsinum er hugnaligur – øll rúmini eru ljós og hugnalig. Húsini eru í trimum hæddum. Í mið­ hæddini er gongd, køkur, tvær stovur og eitt kamar/skrivstova. Her eru loftini hvít og plastvindeygu, ið eisini eru hvít. Í gongini eru tvey innbygd skáp. Á loftinum er gongd, baðirúm við baði­ kari og fýra kømur, sum øll hava innbygd skáp. Í kjallaranum er tvey stór kjallararúm. Gólvini eru úr betong og loftini eru isolerað við glasull og gipsplátum. Á Skála er gott at búgva og hava nógvar ungar familjur sett búgv her tey seinnu árini. Góð barnaansing er í bygdini. Hon er í løtuni skipað við dagrøkt og frítíðarskúla á Skála og vøggustovu í Skálabotni. Kommununan er í løtuni í holt við at byggja ein barnagarð, sum eftir ætlan skal standa liðugur í 2009. Ætlanin er eisini at gera eina vøggustovu í sam­ bandi við barnagarðin. Á Skála er góður barnaskúli, har børnini ganga til 7. flokk. Framhaldsskúlin er á Strondum og børnini verða koyrd til og frá skúla. Skipasmiðjan og fleiri aðrar fyritøkur eru í bygdini. Ein matvøruhandil og ein klædnahandil eru í bygdini. Tú fært meira at vita um húsini við at ringja til Skyn á tlf. 357400. Fakta: Adr: Skálavegur 115, Skála Byggiár: 1952 Hæddir: 3 Stødd innan: 144 fermetrar Grundøkið: 821 fermetrar Prísuppskot: kr. 800.000 Tlf. 357400 · Tórsgøta 16 · www.skyn.fo Sethús á Skála