Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-15, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. februar 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 33 - 15. februar 2008 Vilt tú slóða vegin og skapa framtíðina saman við okkum, so er tað júst tær, vit sóknast eftir FT Samskifti leitar eftir nýggjum deildarleiðara til Rakstrardepilin. FT Samskifti er eitt livandi og fj ølbroytt arbeiðspláss í støðugum vøkstri, har góðir møguleikar eru fyri persónligum og fakligum avbjóðingum í einum mennandi umhvørvi. FT Samskifti mennir, marknaðarførir og selur tænasturnar, sum Føroya Tele veitir fyritøkum og einstaklingum. Rakstrardepilin hevur ábyrgdina av øllum tekniskum loysnum, sum FT Samskifti bjóðar. Rakstrardepilin er settur saman av eindunum Teletøkni, Datatøkni og Vinnutøkni, sum hava tilsamans 20 starvsfólk. Ein bólkaleiðari er í hvørjari eind, og hann hevur ábyrgdina av dagliga rakstrinum, starvsfólkaviðurskiftum og fíggjarligu stýringini í eindini. Avbjóðingin Tú skalt sum leiðari tryggja miðvísan framburð í Rakstrardeplinum. Slóða fyri og seta í verk tøkniligar framkomnar tænastur við tryggum rakstri og høgum tænastustøði. Tú hevur yvirskipaðu leiðsluna - alt frá strategiskum málum til rakstrar- og fi ggjarstýring. Vangamyndin Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi, hægri útbúgving, royndir í starvsfólkaleiðslu og royndir í at leiða verkætlanir. Framskygni og virkisfýsni eru dygdir, ið rakstararleiðarin hevur, og sum eggja starvsfólkum og bólkaleiðarum at arbeiða undir frælsi og ábyrgd. Rakstrarleiðarin hevur evnir at standa á odda fyri tøkniligari menning uttan at drukna í tekniskum smálutum. Umsókn og starvsviðurskifti Starvið verður sett skjótast gjørligt. Løn og starvstreytir eftir avtalu. Fleiri upplýsingar um starvið fáast hjá Jan Mortensen, stjóra í FT Samskifti, á tel. 243301 ella á telduposti jmo@ft.fo. Eisini ber til at venda sær til starvsfólkadeildina á tel. 303030. Umsóknir við CV og prógvum skulu vera Føroya Tele í hendi í seinasta lagi 22. februar 2008. Viðmerk á brævbjálvan ”Deildarleiðari til Rakstrardepilin”. Føroya Tele Starvsfólkadeildin Postsmoga 27 FO-110 Tórshavn Føroya Tele er ein fyritøka í stórum vøkstri, sum eftir fáum árum hevur ment seg til eina eff ektiva og nútímans fyritøku, ið er kappingarfør á øllum økjum. Vit hava sett okkum fyri at menna nýggjar tænastur og bjóða føroyska marknaðinum bestu tænastuna og nýggjastu tøknina. FT Samskifti er dótturfelag í samtakinum Føroya Tele. Í FT Samskifti starvast 100 fólk, og fyritøkan tekur sær av marknaðarføring, sølu, tænastu, kundarøkt og samskifti við privat- og vinnukundar hjá Føroya Tele. Vilt tú slóða vegin og skapa vørjari eind og hann hevur ábyrgdina av daglig bólkaleiðari er í hv ga Umsókn og starvsviðurskifti DEILDARLEIÐARI TIL RAKSTRARDEPILIN Í FT SAMSKIFTI sansir.fo S M S ’ a t í t t b o ð á 1 9 9 1 – l æ g s ta b o ð v i n n u r SMS'a títt boð uppá ferðina til Blok- hus á páskum við Smyril Line og vinn ferðina fyri alla familjuna. Tann, ið SMS'ar lægsta boðið og er einsamallur við tí boðnum, vinnur vinningin. Hava fleiri boðið tað sama, fella hesi boðini burtur. Dømi: Per SMS'ar 100 kr. Hans SMS'ar 100 kr. Ann SMS'ar 125 kr. Petur SMS'ar 150 kr. Per og Hans fella burtur. Ann hevur nú lægsta boð og hevur vunnið. Petur fellur burtur, tí Ann hevur lægri boð og er einsamøll. Var Petur eisini komin við einum boði upp á 125 kr., fullu boðini hjá Ann og Petur burtur og fremsta boðið var t.d. Kári, sum SMS'aði 127 kr. einsamallur. Soleiðis luttekur tú SMS'a á 1991 og skriva »SOS bod« frammanfyri títt boð, t.d. »SOS bod 133« Bert boð í heilum krónum eru galdandi – t.d. kanst tú bjóða kr. 25, men ikki kr. 25,50. Kostnaður Kostnaðurin fyri at vera við í spælinum er 5 kr. pr. SMS. Vinnarin rindar 5 kr. + boðið, t.v.s. um viðkomandi bjóðar 133 kr., er kostnaðurin 133 kr. + 5 kr. = 138 kr. Kostnaður um tú ikki vinnur Vinnur tú ikki, er kostnaðurin bert 5 kr. Vinnarin verður kunngjørdur í Sosialinum í viku 8. vinn familjuferð til blokhus – SMS-kapping Kappingin heldur fram til og við 22. februar 2008