Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-15, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. februar 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 33 - 15. februar 2008 31 lýsingar Lærarastarv við Hvalvíkar skúla Søkt verður eftir lærara í tíðaravmarkað starv fyri lærara, sum fer úr starvi. Setanin er frá 1. mars til 30. juni 2008. Lærugreinir: • Ítróttur í 1.-2. flokki • Heimstaðarlæra í 3. flokki • Náttúra og tøkni í 4.-5. flokki • Ítróttur í 4.-5. flokki • Støddfrøði í 6. og 7. flokki • Danskt í 6. og 7. flokki Søkt verður eftir lærara, sum: • Undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans, skal undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans • Dugir at samstarva og er fyrikomandi • Er fúsur at taka á seg uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum • Vil vera við til framhaldandi at menna skúlan Førleikakrøv: Tann, ið settur verður, skal hava læraraútbúgv- ing. Um eingin við útbúgving søkir, verður annað fólk sett í staðin. Lønar- og setanartreytir: Starvið er parttíðarstarv, 20 tímar um vikuna, og verður lønt í lønarflokkunum 18.1 – 27.4 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Umsóknir: Umsóknir saman við avriti av prógvi og møgu- ligum viðmælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 22. februar, kl. 12.00. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Aslaug Olsen, skúlaleiðara, á telefon 422028 ella 772028. Umsóknir vera sendar til: Hvalvíkar skúla Skúlavegur 1 430 Hvalvík Hvalvíkar skúli hevur 43 næmingar og 6 lærarar. Skúlin er ein 3-flokkaður skúli við næmingum í aldrinum 1.-7. flokk. Pedagogi til Barnagarðin á Mýrunum Søkt verður eftir: • 1 pedagogi 25-30t um vikuna, til stovuna við børnum við serligum tørvi Førleikakrøv: Vit sóknast eftir starvsfólki, ið eru nýhugsandi og ígongdsetandi og eru opin, jalig, duga at veita umsorgan og hava góð samstarvsevnir. Vit ynskja, at tú, í tøttum samstarvi við starvsfelagar og foreldur, kann skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan dag fyri hvørt einstakt barn. Vit bjóða tær: Eitt spennandi starv við nógvum fjølbroyttum avbjóðingum í dagligdegnum, har tú blívur ein partur av okkara breiða starvsfólkahópi, har tað námsfrøðiliga arbeiðið verður raðfest høgt. Dentur verður lagdur á, at møguleiki er fyri fakligari og persónligari menning. Starvið á serstovuni verður sett 1. mars 2008 ella eftir nærri avtalu. Um pedagogar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Nærri fæst at vita um størvini við at tosa við Eyðnu Norðfoss, leiðara ella Jastrid Weihe, varaleiðara á tlf. 448254 ella 218254. Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi mikudagin 20 februar 2008, kl. 12.00. Runavíkar Kommuna Heiðavegur 26 Postrúm 139 FO-610 Saltangará Runavíkar Kommuna søkir eftir Í Barnagarðurin á Mýrunum ganga 94 børn. Á stovninum eru 2 vøggustovur, 2 barnagarðsstovur, 1 barnagarðsstova við 6-ára gomlum børnum og 1 stova til børn við serligum tørvi. Umstøðurnar á stovninum eru sera góðar við ljósum rúmlig- um stovum við eyka spælirúmi. Harumframt er verkstaður, sansirúm, samtalu/venjingarrúm og stórt felags/rørslurúm við barnavinarligum køki. Stovnurin liggur í vøkrum náttúrulendi beint við Toftavatn og nær við ítróttarøkið KVØLD-BUFFET Vit byrja kvøld-buffet aftur hósdagin 14/2 kl. 17:00. Einans 155,- Børn 55,- Hósdag – leygardag 17-22 Sunnudag 12-19 Tlf. 318698 / 218668 / 227897 Handilshús í Vestmanna til sølu Húsini eru í 3 hæddum umframt loft. Koyrandi er til allar hæddirnar. Vøruelevator 100 kg er millum hæddirnar Stødd á grundøki .......................... 289 m2 Stødd á húsunum: kjallarin ............. 103 m2 miðhædd ........... 157 m2 handilshædd ..... 157 m2 Nærri fæst at vita við at venda sær til: POUL HANSEN ADVOKATUR Áarvegur 1 · Boks 52 · 110 Tórshavn · Tel 31 15 78 Fax 31 83 75 · phjadvo@post.olivant.fo