týsdagur 12. juni 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 109 - 12. juni 2001
13
gult13 cyan13 magenta13 svart13
EB/Streymur hevur
nú av álvara víst
øllum, at liðið hevur
nakað at bjóða, og at
uppflytararnir kunnu
vera vandamiklir.
Hetta kunnu klaks-
víkingar sanna, nú KÍ
tapti 4-0 á Norðoya-
stevnu
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Júst sum tey flestu hildu, at
Tomislav Sivic hevði fingið
gongd á hjá KÍ verða teir
sendir
av
vøllinum
á
Djúpumýri við einum eyð-
mýkjandi stórtapi móti
uppflytarunum úr Sunda-
lagnum.
4-0 gjørdist endaliga
úrslitið, og mong fingu ein
lítlan hvøkk, tá tey hoyrdu,
at
EB/Streymur
hevði
fingið sín næsta sigur til
høldar í hesum kapping-
arárinum. Felagsliðið hevur
fleiri ferðir í ár víst, at teir
hava nakað í umbúna, men
ein so greiður sigur á KÍ
var ikki væntandi.
EB/Streymur hevði eitt
verjukent útgangsstøði við
nógvum fólki aftanfyri
bóltin á egnari hálvu. KÍ
spældi hinvegin álopsfót-
bólt burturav og sendi nógv
fólk frameftir. Hetta vórðu
teir tó revsaðir fyri.
Góður
kontrafótbóltur
EB/Streymur hevði eina
greiða ætlan fyri dystin, og
klóka leikætlanin hjá Bergi
Magnussen var fremsta
orsøkin til sigurin. Fyri tað
fyrsta skuldi málið verjast
væl, men so skjótt bólturin
varð vunnin, settu teir
vandamikil
skjótálop
í
gongd, og teir herjaðu á KÍ
málið við fleiri monnum.
Nógv fólk fór við niðan á
KÍ
hálvuna,
tá
EB/
Streymur søkti at málinum.
Henda ætlanin eydnaðist
avbera væl.
Longu í fyrra hálvleiki
førdi
EB/Streymur
við
tveimum málum. Útiliðið
legði fyri, tá Andrias Dahl
sendi innum verjuna til
Eyðfinn Joensen, sum kom
stormandi móti málinum.
Hann sendi bóltin í netið til
1-0.
Garvaði
maðurin
í
álopinum hjá EB/Streymi,
Jón Sigurð Gleðisheygg,
skeyt tvey av málunum
sunnudagin. Fyrra málið
skeyt hann fyri steðgin, tá
Sorin Anghel spældi hann
frían. Í fyrstu atløgu hevði
KÍ verjan fótin fyri, men
bólturin sprakk aftur til Jón
Sigurð, sum sendi í netið til
hálvleikstøðuna 2-0.
KÍ gjørdi fleiri broytingar
í hálveikinum. Allan Joen-
sen og Aleksander Djordje-
vic,
sum
báðir
vóru
hálvskaddir komu á vøllin.
KÍ spældi nú við tveimum
framherjum og tveimum
álopskendum miðvallarum.
Tað eydnaðist tó ikki at
koma innaftur í dystin.
Hinvegin var tað útiliðið,
sum fekk enn fleiri mál.
Jón Sigurð Gleðisheygg
økti til 3-0. Sorin Anghel
royndi seg við skoti, men
málverjin hálvbjargaði, og
Jón Sigurð fylgdi upp og
setti í netið.
Seinasta
málið
skeyt
rumenin Sorin Anghel.
Eyðfinn Joensen spældi
Sorin til vinstru í brots-
teiginum, og hann langði
til. Skotið rakti báðar
stengurnar,
áðrenn
tað
endaði í netinum.
Tá KÍ hevði framt allar
sínar útskiftingar, noyddist
Allan Joensen av vøllinum
aftur vegna vøddaskaða í
lærinum. Hetta hevði við
sær, at KÍ spældi við tíggju
monnum seinasta hálva
tíman.
Tað var nú heldur EB/
Streymur, sum kundi skotið
fleiri mál, heldur enn at KÍ
kundi minka um munin.
Gunnar á Steig, sum fyrr
hevur vart málið hjá KÍ,
men sum nú spælir við
EB/Streymi, spældi ein
sera góðan dyst. Hann
hevði óivað okkurt at vísa
sínum
kenningum
í
Klaksvík.
EB/Streymur hevur nógv
gott frá hesum dystinum.
Hetta er tann fyrsti dyst-
urin, har verjan hevur
megnað at hildið málið
reint, og liðið hevur ikki
skotið so nógv mál í einum
dysti í 1. deild fyrr.
Spennandi verður at síggja,
hvussu teir fara at standa
seg móti HB komandi
vikuskifti.
Lat tað vera sagt fyri
seinastu ferð. EB/Streymur
er als ikki fremsti kandi-
daturin at flyta niður úr
bestu deildini.
KÍ – EB/Streymur 0–4
(0-2)
0-1: Eyðfinn Joensen
0-2:
Jón
Sigurð
Gleðisheygg
0-3:
Jón
Sigurð
Gleðisheygg
0-4: Sorin Anghel
HB megnaði ikki at
basa einum hart
arbeiðandi B71 liði,
sum fekk eitt dýra-
bart stig í botninum
av stigatalvuni. HB
liðið var ógvuliga
tannleyst og megnaði
sjáldan at skapa
vandamiklar støður
frammanfyri B71
málinum
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Tað vóru nakrir tamir
havnarmenn, sum fóru á
vøllin í Gundadali sunnu-
dagin, meðan leikararnir av
Sandoynni
góvu
HB
óvæntaða harða mótstøðu.
Tískil eydnaðist tað ikki
HB at vinna á sandoying-
um.
Tað er eingin loyna, at
hetta er ein dyggur smeitur
fyri HB, sum hevur ætlanir
um at liggja í oddinum í ár
eins og í fjør. At spæla javnt
móti B71 á heimavølli kann
lýsast sum tvey mist stig
heldur enn eitt vunnið stig.
Tað sást týðuliga, at HB
liðið ikki kláraði seg fyri-
uttan fýra av sínum lykla-
spælarum. Allan Mørkøre,
Jóhannis Joensen, Andrew
av Fløtum og Hans á Lag
vóru ikki at síggja á HB
liðnum í dag, og hetta
merkti avrikið hjá havnar-
liðnum. Hinir lyklaspæl-
ararnir sum Uni Arge, Rúni
Nolsøe, Jón Rói Jacobsen
og Rógvi Jacobsen høvdu
tískil eina størri byrðu á
sínum herðum, men teir
megnaðu ikki at spíla seg
nóg mikið út, so teir fingu
lyft liðið upp á hægri støði.
Hinvegin skal einki tak-
ast frá sandoyingum, sum
vóru grammir í nærdystum
og veruliga stríddust fyri at
ogna sær í minsta lagi eitt
stig. Tað eydnaðist, og vóru
teir hepnari endaði okkurt
av skjótálopunum við máli.
Fáir málmøguleikar
Langt var ímillum veruligar
málmøguleikar í Gunda-
dali, og tí var dysturin ikki
serliga undirhaldandi fyri
áskoðaran. HB hevði teir
vandamiklastu, tá teir fyri
steðgin spældu seg fram til
vandamiklar støður. Uni
Arge kom einaferð í eina
góða støðu, men Valdemar
bjargaði, og Rúni Nolsøe
hevði ein fluktara, sum
endaði omanfyri málið.
HB álopið var ógvuliga
tannleyst, og teir megnaðu
sjáldan at spæla seg fram til
stórar
málmøguleikar.
Jógvan Jón Petersen og
Bernhard Petersen í mið-
verjuni hjá B71 stóðu
stinnir allan dystin, og teir
megnaðu at halda Una Arge
í stuttum tjóðri, so hann
ikki slapp framat fatinum.
Valdemar Nowicki skal
eisini hava rós fyri at vera
sera tryggur í luftspælinum.
Antin hevði hann bóltin í
føvninginum, ella syrgdi
hann fyri at sláa hann langt
út úr brotsteiginum.
Dysturin var sera illa
spældur, mistøkini vóru
ógvuliga mong. Eitt ótal av
sendingum
funnu
ikki
vegin fram til ta ætlaðu
adressuna, og tað hevði við
sær, at bólturin mangan
ferðaðist millum liðini,
uttan at nakað uppbyggj-
andi spæl varð sett í gongd.
Hetta er ikki HB líkt, og
vánaliga avrikið hjá teim-
um varð eisini revsað av
B71.
B71 spældi við eini 4-5-1
skipan við Kára Nielsen
sum álopskendum miðvall-
ara, meðan Eli Hentze var
einsamallur framherji. Lið-
formaðurin hjá B71 fekk
ikki nógv burturúr har
frammi,
men
seint
í
dystinum var hann fluttur
aftur á miðvøllin, tá tørvur
var á royndum kreftum á
miðvøllinum.
Í seinna hálvleiki tveitti
HB nógv fólk frameftir, og
tí gjørdist tað heldur tunn-
ligt í verjuni. Hetta gav B71
møguleika at gera skjótálop
niðan móti HB málinum.
Nakrar ferðir gjørdist tað
vandamikið, men Bárður
Johannesen í HB málinum
hevði ongar trupulleikar
við at taka royndirnar frá
sandoyingum.
Av beinkinum royndi Ion
Geolgau av øllum alvi at
dirigera sínar menn fram til
sigurs, tó uttan at hetta
hepnaðist. Móti endanum
flutti hann Jón Róa Ja-
cobsen úr verjuni fram í
álopið í eini seinastu roynd
at fáa vinnandi málið, men
hetta
eydnaðist
ikki.
Kanska skuldi hann gjørt
hetta nakað fyrr í dystinum,
tí einki vildi bera til har
frammi.
Tá dysturin varð bríksl-
aður av, fóru armarnir hjá
B71-arunum upp í loft,
meðan heimaliðið fór av
vøllinum við niðurboygd-
um høvdi. Tað sást eisini, at
sandoyingar vóru útlúgv-
aðir, tí fleiri høvdu krampa.
Støðan, 1. deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1
GÍ
6
6
-
0
-
0
22
7
15
18
2
B36
6
4
-
1
-
1
24
4
20
13
3
HB
6
3
-
1
-
2
10
7
3
10
4
VB
6
3
-
0
-
3
18
7
11
9
5
KÍ
6
3
-
0
-
3
7
11
-4
9
6
NSÍ
6
2
-
2
-
2
6
10
-4
8
7
B68
6
2
-
1
-
3
9
13
-4
7
8
EB/
Streymur
6
2
-
0
-
4
8
10
-2
6
9
B71
6
1
-
1
-
4
5
11
-6
4
10
FS
Vágar
6
1
-
0
-
5
5
34
-29
3
Máltindurin
Helgi L. Petersen
GÍ
11
John Petersen
B36
7
Sámal Joensen
GÍ
6
Heðin á Lakjuni
B36
5
Krzystof Popczynski
VB
5
Jákup á Borg
B36
4
Magni á Lakjuni
B36
4
Sorin Anghel
EB/Streymur
4
Súni Fríði Johannesen
B68
3
Jón Sigurð Gleðisheygg
EB/Streymur
3
Uni Arge
HB
3
Aleksander Djordjevic
KÍ
3
Birgir Jørgensen
VB
3
Marek Vierzbicki
VB
3
HB – B71 0-0 (0-0)
Havnarmenn
mistu stig
KÍ – EB/Streymur 0-4 (0-2)
EB/Streymur loypti hvøkk á
13
gult12 cyan12 magenta12 svart12
Oddaliðið GÍ hevur
nú vunnið seks dystir
á rað og stevnir frá
hinum liðunum.
Sigurin á FS Vágum
var lættur, og vága-
menn hava nú latið
23 mál inn í tveimum
dystum
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Einki ivamál var nakrantíð
um, at gøtumenn fóru at
vinna dystin mói FS Vág-
um. Sigurin var ruddiligur,
og støðan var 8-2, tá
dómarin
bríkslaði
fyri
seinastu ferð.
GÍ stevnir beinleiðis móti
tindunum í føroyskum fót-
bólti. Sunnudagin vunnu
teir sín sætta sigur á rað, og
alt bendir á, at gøtumenn
vera tungir at syfta í ár.
FS Vágar er hinvegin í
sera tungari aldu fyri tíðina.
Seinasta vikuskifti tapti
felagsliðið úr Vágunum
heili 15-0 fyri B36, og
hesuferð var tapið 8-2. 23
mál farin inn í tveimum
dystum, og tað er alt ov
mikið.
Tapið seinasta vikuskifti
fekk avleiðingar, tá venj-
arin Kestutis Latoza varð
sagdur úr starvi, og nú taka
tveir aðrir venjarar sær av
liðnum. Eingin eyðsæð
vend er tó at hóma har
vesturi.
Málslúkurin Helgi
Helgi L. Petersen hevur í ár
sligið navn sítt fast sum ein
framúr góður framherji við
máltevi sum fáur. Hetta
vísti hann enn einaferð
sunnudagin, tá hann hevði
seinasta fótin á trimum av
málunum hjá GÍ, og hann
hevur nú skotið 11 mál í
landskappingini.
Tað var eisini Helgi, sum
legði fyri, tá einir fimm
minuttir vórðu spældir.
Síðani
skeyt
pólverjin
Zdzislaw Janik sítt fyrsta
mál í føroysku landskapp-
ingini. Miðvallarin Sámal
økti til 3-0 við høvdinum,
áðrenn
Hannus
Olsen
minkaðu um munin við
brotssparki.
Sámal Joensen skeyt síð-
ani tvey brotsspørks, sum
bæði endaðu í málinum,
áðrenn Tór Ingar Akselsen
minkaði um munin til 5-2
við einum høvdara.
Eftir steðgin komu bara
trý mál. Helgi L. Petersen
átti tvey teirra, meðan
Sámal Joensen setti sítt
triðja brotsspark í kassan,
og miðvallarin fekk fýra
mál sunnudagin.
Væl koyrandi
Undir leiðslu av Jóhan
Nielsen hava gøtumenn
tikið tey flestu á bóli í
hesum kappingarárinum.
Hóast liðið mátti lúta í
steypakappingini, hava teir
havt eina flúgvandi byrjan
uppá kappingina.
Atjan stig eftir seks
dystir. Tá skal eisini havast
í huga, at GÍ longu hevur
spælt á útivølli móti HB,
VB og KÍ, meðan teir hava
vunnið á B36 í Sarpigerði.
Hesir eru nakrir av teimum
torførastu
dystunum
í
landskappingini, og úrtøk-
an hevur verið 100%.
GÍ – FS Vágar 8-2
(5-2)
1-0: Helgi L. Petersen
2-0: Zdzislaw Janik
3-0: Sámal Joensen
3-1: Hannus Olsen (br.)
4-1: Sámal Joensen (br.)
5-1: Sámal Joensen (br.)
5-2: Tór-Ingar Akselsen
6-2: Helgi L. Petersen
7-2: Helgi L. Petersen
8-2: Sámal Joensen (br.)
Nr. 109 • týsdagur • 12. juni 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
B68 megnaði ongan-
tíð at hótta, eftir at
B36 miðskeiðis í 1.
hálvleiki hevði fingið
tvey mál
Jens Kristian Hansen, Pól
Thorsteinsson, Herbert í
Lon Jacobsen og Tróndur
Vatnhamar hava verið fastir
menn hjá B36. Sunnudagin
var eingin teirra við á Toft-
um, men tað tóktist ikki
nerva havnarliðið. B36
skoraði tvey mál mið-
skeiðis í 1. hálvleiki, og tað
var nóg mikið at vinna
sannaførandi sigur.
Fyrra málið áttu heima-
menninir við rubb og stubb.
Jan C. Dam hevði møgu-
leika at sparka burtur, men
tá málverjin kom út ímóti,
drálaði veteranurin, bólt-
urin fór inn um teir báðar,
og sovorna gávu sigur John
Petersen ikki nei til.
Seinna málið var flott
einmansavrik
hjá
John
Petersen. Eftir innkast heilt
frammarlaga í vinstru, dró
landsliðsmaðurin til brots-
teigarsamankomingina,
áðrenn
hann
brádliga
smekkaði til, og bólturin
streyk dygst inn við nærru
stólparótini.
Einki
undarligt var, um málverjin
í hesum førinum roknaði
við innleggi. Men tað var
merkisvert,
at
John
Petersen ótarnaður skuldi
megna
at
draga
seg
burturúr tronga við trimum
reyðum,
áðrenn
hann
smekkaði til.
Plássið at gera burturúr
er heilt nógv avmarkað
hesa ferð, verður sagt av
blaðnum.
Men eingin ivi skal vera
um, at B36 hevði fullkomu-
liga tak á, eftir at teir vóru
komnir framum. Fyrstu
løtuna eftir málini (inntil
Magni á Lakjuni fór skadd-
ur av vøllinum) lógu fleiri
mál í luftini. Í 3–4–1–2
uppstilling, har Jákup á
Borg var væl upplagdur
hangandi álopsmaður, gekk
væl at spæla seg ígjøgnum
– serliga í vinstra borði.
Toftamenn vóru væl við
fyrstu løtuna, og tað kann
altíð gitast um, hvussu tað
hevði hilnast, um royndin
hjá Fróða Benjaminsen
eftir horna úr vinstru, ikki
hevði verið bjargað á
strikuni. Tá var støðan 0–0.
Men eftir tey bæði B36
málini megnaði B68 ikki at
hótta. Teir høvdu onga
tyngd í borðunum, og mið-
vallarspælið hevði ongantíð
við sær, at álopsmenninir
gjørdust leysir av B36
miðverjuni.
Sum seinna umfarið leið,
royndi B68 at spenna bogan
alt meiri, og í einum settu
teir tríggjar frískar menn á
vøllin. Men tað var serliga
B36, sum fekk møguleik-
arnar, uttan at teir bóru mál
við sær. Tað mundu teir
kortini ikki hugsa so nógv
um, tá síðsta bríkslið hevði
verið. Tí tey trý stigini
taldu nógv – ikki minst
seinni á degnum, tá HB
bara hevði megnað 0–0
ímóti B71. Onkur B36ari
helt fyri, at teir høvdu
vunnið
fimm
stig
sunnudagin!
B68: Magnus Poulsen –
Marlon Jorge, Jan C. Dam,
Hans Fróði Hansen, Jákup
Eli Olsen – Arnold Joen-
sen, Fróði Benjaminsen,
Øssur Hansen, John Heri
Dam – Marcello Marc-
ellino, Súni Fríði Johanne-
sen
B36: René Torgarð – Fróði
Clementsen, Egil Zacha-
riassen, Arnbjørn Daniel-
sen – Kenneth Jacobsen,
Klæmint
Matras,
Jan
Guttesen, Jákup á Borg,
Heðin á Lakjuni – John
Petersen, Magni á Lakjuni
B36 gjørdi skjótt av
GÍ – FS Vágar 8-2 (5-2)
GÍ strýkur avstað
Eftir trý tap á rað,
fingu føroyameist-
ararnir endiliga ein
sigur til høldar.
Óstøðuga NSÍ-liðið
varð sent norður-
aftur við einum 5-0
tapi
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Føroyameistararnir úr
Vági hava verið í einum
rættiligum aldudali sein-
astu tíðina. Eftir tveir
sigrar í teimum fyrstu
dystunum hevur VB tapt
tríggjar á rað. Tapini
hava øll verið 2-1, so tí
bendir okkurt á, at teir
ikki hava havt tað neyð-
uga hepni við sær.
Endiliga megnaðu teir
at venda gongdini við
einum greiðum og uppi-
bornum sigri á runa-
víkingum,
sum
enn
einaferð vísa seg at av-
henda ógvuliga óstøðug
avrik.
Venjarin legði fyri
Tað var leikandi venj-
arin hjá VB, Krzysztof
Popczynski, ið skeyt
tvey tey fyrstu málini og
legði tí lunnar undir ein
ruddiligan sigur hjá VB.
Fyrsta málið skeyt
kom eftir innlegg frá
Robert Cieslewicz. Ro-
bert
rekur
framvið
einum leikara í vinstru
síðu og leggur so inn til
landsmannin úr Pól-
landi, Krzysztof, ið er
staddur við nærmastu
stong. Hann setir fótin á
og leggur VB framum.
Næsta
málið
var
meinlíkt tí fyrsta. Hesu-
ferð er tað tó Birgir
Jørgensen, sum leggur
innfyri úr høgru til
nærmastu stong, har
Popczynski er staddur
skorar enn einaferð til
hálvleiksstøðuna 2-0.
VB hevur gravað tann
roynda málslúkin Birgir
Jørgensen framaftur, og
hann skeyt tvey av
málunum.
Jón Pauli Olsen var
upphavsmaður at báðum
málunum hjá Birgiri.
Jón Pauli var staddur í
vinstra borði, haðani
hann legði innfyri til
Birgir, sum er ógvuliga
sterkur í luftspælinum,
og hann høvdaði bóltin í
netið úr fimm metra
fjarstøðu.
Fjórða málið stóðst
eisini av samanspæli
millum Birgir og Jón
Paula, sum aftur hesu-
ferð legði innfyri til
Birgir, ið høvdið uppum
málverjan.
Seinasta málið skeyt
Marner
Richard
úr
tveimum metrum, tá
Robert Cieslewicz legði
innfyri.
Einki ivamál
Vágbingar høvdu sett í
seg, at teir skuldu vinna
henda dystin, og tað sást
beinanvegin, at teir vóru
ágrýtnari enn gestirnir.
Nøkur
langskot
var
einasta hóttanin Bjarni
Johansen skuldi taka sær
av í VB málinum.
Vágbingar
vóru
áleypandi allastaðni á
vøllinum, og hetta fingu
teir eisini løn fyri. VB er
nú við aftur í stríðnum
um heiðursmerkini og
liggur á triðja plássi við
níggju stigum saman við
HB og KÍ.
Kærkomni
sigurin
gevur teimum eisini
trúnna um, at liðið kann
vera við í stríðnum um
heiðursmerkini.
NSÍ
hinvegin hevur aftur víst
seg at vera eitt óstøðugt
lið, sum kann spæla
góðan fótbólt tann eina
dystin og út av lagi
vánaligan tann næsta.
Um avrikini eru meira
støðug, kann liðið gera
meira um seg í lands-
kappingini.
VB – NSÍ 5-0 (2-0)
1-0: Krzysztof
Popczynski
2-0: Krzysztof
Popczynski
3-0: Birgir Jørgensen
4-0: Birgir Jørgensen
5-0: Marner Richard
VB – NSÍ 5-0 (2-0)
Vágbingar
reistust
C
M
Y
K
12