Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juni 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 109 - 12. juni 2001 gult14 cyan14 magenta14 svart14 Á Norðoyarstevnu varð stórt talvshow í Skálanum, har 25 telvarar royndi seg í simultantelving ímóti Kasparov. 24-1 varð úrslitið. TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Stóra hetjan í Klaksvík leygardagin var 17 ára gamli kollfirðingurin Hans Kristian Simonsen. Hann vann sum tann einasti á Kasparov millum teir 25 telvararnar sum royndu seg. Hesir 25 høvdu allir eitt styrkital undir 2000, og varð hetta gjørt soleiðis at dysturin ikki skuldi verða ov drúgvur. Skálin var proppaður av fólki sum viðførdi at ikki øll sluppu so væl framat leikinum. Telvarnir sótu í sokallaðum hestaskógvi meðan Kasparov nærum rann frá borði til borðs. Heili fýra tímar tók dysturin, orsøkin var rætt og slætt at føroyingarnir telvaðu væl. Teir flestu hildu leingi á, serliga veteranarnir Petur Hans Poulsen, John Jacobsen, Helgi Joensen og Sámal Christiansen. Allir hesir máttu tó lúta. Tað var tó ein sum fekk Kasparov oftani at rista við høvdinum og tað var sjálvsagt Hans Kristian. Ikki tí, tað vóru fleiri sum høvdu sunnar og góðar støður í miðspælinum, men eingin helt fast um vónina uttan kollfirðingurin. Í endatalvinum hevði Hans Kristian avgerandi fyri- mun, og lat hann ikki hendan gleppa, og fegin og sera ovfarakátur bleiv hann tá Kasparov legði kongin. Eingin hevði væntað at nakar fór við sigri frá skála- num. Flott og tillukku Hans Kristian! Kasparov megnaði ótrú- liga væl at halda støðið høgt, og sum altíð gleppur okkurt í hesum 25 talvum, og tá ræður um at fasthalda um hendan møguleika. Gamlir føroyameistarar 25 mans-hópurin var ein blandingur av unglingum, gomlum føroyameistarum undir 2000 í styrkistali sum vóru Hans Petersen, Súni Ziska, Luitjen Apol, Hanus Joensen, John Jacobsen og Andrias Ziska. Umframt hesar vóru eisini fyrr- verandi TSF-forsetar og umboð fyri feløg kring landið. Kasparov var ikki glaður eftir dystin. Honum dámdi sera illa at hava tapt eitt talv, og var í roynd og veru ónøgdur við 24-1 sigrinum. Hann hevur altíð verið sjálvkritiskur, viðgongur sínar feilir og hevur júst hesin eginleiki hjálpt honum ovast á heimsins talvtopp. Eitt væl fyriskipað tiltak, sum stjól nógvar kapp- róðursáskoðarar hendan vakra leygardag í Klaksvík. Vandu unglingarnir Sunnumorgunin áðrenn landsdystin vandi Kasparov unglingar okkara. Eini fjør- uti unglingar vórðu so hepnir at fáa undirvísing frá meistaranum, og riggaði tað heilt væl. Kasparov tók fyrst grundleggjandi ástøð- ina ígjøgnum, vísti á strategiir og annað. Ung- lingarnir lótu væl at, og eftir lokna venjing tók myndamaður Talvsam- bandsins eina mynd av Kasparov og øllum ung- lingunum, sum eitt gott minni tá tankar einaferð leita aftur. Okkara stig Garry Kasparov (2835) - Hans Kristian Simonsen (1930) Simultan í Klaksvík, 09.06.2001 (Diagram áðrenn 24.Rxc3 hjá svørtum) 1.c4 c5 2.Nf3 Nf6 3.Nc3 b6 4.e4 d6 5.d4 cxd4 6.Nxd4 Bb7 7.Qe2 e6 8.g3 Nbd7 9.Bg2 Rc8 10.0-0 Qc7 11.b3 Be7 12.g4 h6 13.f4 g5 Djarvt 14.f5 e5 15.Ndb5 Qb8 16.Nd5 Bxd5 17.exd5 a6 18.Nc3 b5! Hans Kristian fær opnað frúgvamegni 19.Be3 bxc4 20.bxc4 Qb4 21.Rfc1 Qxc4 22.Qxc4 Rxc4 23.h3 Bd8 24.Bf1 DIAGRAM Vann á Kasparov! Garry Kasparov vann sum væntað stórsigur í simultandystinum ímóti okkara fremstu telvarum, men ikki megnaði hann at knekka Heina Olsen og John Arna Nilssen. TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Í Norðurlandahúsinum sunnudagin var fullur salur tá okkara menn bjóðaðu heimsins besta telvara av. Talvsamband Føroyar hevði við nýmótans tøkni skapt umstøður í heims- klassa fyri bæði telvararnar og áskoðararnar. Øll seks talvini vóru víst á sama stóra stórskíggja saman við einum stórum skíggja sum vísti nærmyndir av Kaspa- rov føroysku leikararnum. Hetta gav lív og rørslu í tiltakið. John Arni, John Rød- gaard, Heini Olsen, Eyðun Nolsøe, Torbjørn Thomsen og Ólavur Simonsen mann- aðu føroyska liðið. Áðrenn fyrstu leikirnir blivu leiktir flutti stjórin í Norðurlandahúsinum Helga Hjørvar fram talu. Hon skal hava tøkk fyri at vísa talvi stóran áhuga. Síð- ani framførdi Tórshavnar Manskór tríggjar vakrar sangir, ein á russiskum máli, og eftir hesar ein saman við norskum kóri. Mentamálaráðharrin Tor- bjørn Jacobsen bardi seg manniliga av berum vilja frá sjúkrasong niðan í mentunnar borg at síggja og tala fyri Kasparov og fjøldini, og var hendan røða sera góð og gevandi. Síðsta orðið átti for- maður Talvsambandsins Rani Nolsøe. Hann beyð landsliði okkara inn ein fyri ein og í ringinum stóð nú fyrimynd teirra klárur til stríðið. Dramatisk byrjan Mannagongdin var greið. Føroysku telvarnir høvdu ein tíma hvør til talvið, meðan Kasparov hevði hálvanannan tíma til øll seks talvini. Dysturin kundi tí hægst vara hálvantriðja tíma. Fyrstu leikirnir blivu leiktir skjótt, men skjótt sást at Kasparov hevði lagt taktikk til dystin. Hann bíðaði eitt nú við at flyta ímóti John Arna. Helst vildi hann hugsa seg betur um í júst tí byrjanarspælinum. Knappliga bleiv eygað serliga vent ímóti talvinum hjá John Rødgaard. Kaspa- rov hevði nevnliga offrað mann og fangað Rødgaard í byrjanarfellu í fronsku byrjanini. Óheppið hjá Rødgaard, sum nú restina av talvinum bardist fyri at hanga í so leingi til bar. Tað eydnaðist væl, men bleiv hann tó flott mátaður nakað seinri. Undan hesum tapið hevði Torbjørn lagt kongin tá hann misti mann. 2-0 til Kasparov eftir sløkum tíma. Stigini á veg Tað sá um hetta mundið hampiligt út á hinum fýra borðunum. Eyðun og John Arni tyktist at hava tamar- hald á støðuni, meðan Ólavur tó stóð nakað í undirkantinum. Ringt var at meta um talvið hjá Heina, men hann fekk snildisliga avvikla til javnt miðspæl, og tá Kasparov bjóðaði honum javnleik var hann skjótur. Heini helt høvdið sera kalt í óklárari støðu, og varð hann fyrsti føroyingur at fáa hálvt stig. Eyðun bleiv tíverri í endaspælinum offur fyri sera tekniskt russiskt spæl og mátti lúta í spennandi talvi har eisini tíðin hjá Eyðun gekk undan. John Arni tyktist als ikki at vera ávirkaður av um- støðunum, kendist sera róligur og leikti hann klókt og eins og Heini fekk hann avviklað og helt støðuni trygt. Kasparov bjóðaði remis. Síðani var bert Ólavur eftir á talvpallinum. Hann stóð tá nakað verri, hevði ringa tíð, og sat nú einsa- mallur yvir av Kasparov og tískil kjansurin enn verri. Hann misti mann í tíðarneyðini og gavst. Nøgdur Kasparov Kasparov vann loksins 5-1, og segði seg eftir dystin vera nøgdan. Hann hevði sum mál at røkka minst einum 4,5-1,5 sigri. Møgu- leiki varð hjá áskoðarum at spyrja honum spurningar um mangt og hvat. Kasparov var sera orða- ríkur, og svaraði hvørjum spurningi til fulnar. Eitt nú bleiv hann spurdur um ymisk viðurskiftir tá hann og Karpov á sinni leiktu víðagitnu HM-dystirnar, eins og Kasparov-Kramnik dysturin bleiv nevndur. Til samanberingar segði hann seg hava vunnið størri sigrar á argentinska lands- liðnum og boðar tað tí frá góðum. Kongurin gav sær eisini stundir at skriva autografar til øll sum vildi, og sigast skal at rekkjan av fólki var fleiri metrar long. Eitt sera væleydnað tiltak sum neyv- an verður gloymt í bræði. Heini fekk fyrsta javnleikin Heini Olsen (2265) - Garry Kasparov (2835) Føroyar — Garry Kaspa- rov (3. borð) (Diagram eftir 17.c2 hjá svørtum) 1.d4 d5 2.c4 c6 3.Nf3 Nf6 4.Nc3 dxc4 5.e3 b5 6.a4 b4 7.Nb1 Ba6 8.Be2 e6 9.0-0 c5 10.Nbd2 c3 11.bxc3 bxc3 12.Nb1 Qa5 13.Ba3 Be7 14.Bxa6 Nxa6 15.Qd3 Nd5 16.Rc1 Nab4 17.Qc4 c2 Tveir javnleikir! DIAGRAM (Støðan er sera skørp, og eitt mistak er nokk at blíva feldur, men her vísir Heini rutinu) C M Y K 14 Nr. 109 - 12. juni 2001 15 gult15 cyan15 magenta15 svart15 15