fríggjadagur 15. februar 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti 21
Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Nr. 33 • 15. februar 2008
Yrkingar skulu vera
naknar og kunna
undirhalda uttan at
lata seg í keisarans
nýggju klæðir,
heldur Ludvík
Breckmann, ið júst
hevur givið út sítt
fyrsta yrkingasavn
Meniskju, ið ringja til Gud frá
eini telefonboks, sum telgja
sær gudar, tey kalla Hermann
og dragast við kenslur, sum
frysta til glerpípur. Yrkingarnar í
nýggja savninum ”Sálarføði” hjá
Ludvík Breckmann ferðast víða
men sveima sjáldan hægri, enn
veingirnar bera.
Ræðist ikki yrkingar
22 ára gamli havnamaðurin er
nevniliga sannførdur um, at
tað saktans ber til at yrkja um
gerandslig evni og samstundis
siga nakað av nýggjum. Sum til
dømis, tá hann blæsir nýtt lív
í deyðar metaforar í yrkingini
”Sukursøtt”
Eg las eina yrking
ið var so sukursøt
at hon brendi ein jaksil
og fekk meg at missa matarlystin
Sjálvur missir yrkjarin serliga
’matarlystin’ eftir yrkingum, tá
tær verða vavdar inn í ov nógv
klæði keisarans.
- Sjálvandi snýr skaldskapur
seg um at siga nakað, tú ikki fært
sagt eins væl á gerandismáli.
Men fyri tað, nýtast yrkingar
ikki at gerast so kryptiskar, at
fólk ræðast tær, tí tær fáa tey
at kenna seg býtt, sigur Ludvík
Breckmann, sum onki hevur ímóti
tí, um fólk halda hansara yrkingar
vera stuttligar.
- Tvørturímóti. Tað fer onki av
hvørki mær ella mínum yrkingum,
um fólk halda tær vera lættar
og undirhaldandi at lesa, sigur
Ludvík Breckmann.
Hetta nýtist nevniliga ikki at
merkja, at yrkingarnar onki hava
uppá hjarta. Í savninum aftrar
yrkjarin seg heldur ikki við at siga
sína meining um alt frá dømandi
prædikumonnum og kávalæti
til materialismu og stressaði
býarmenniskju.
Kortini er ”Sálarføði” ikki eitt
savn, sum á nakran hátt roynir
at prædika sannleikar fyri sínum
lesara, leggur yrkjarin doyin á.
Yrkingar eru júst tað – yrkingar,
og tí kennir hann seg heldur ikki
noyddan at standa til svars fyri
hvørjum orði í teimum.
Naknar yrkingar
- Tankin við hesum savninum er
netupp at lata yrkingarnar standa
púra naknar, so lesarin sjálvur
kann spæla víðari við tær uttan
at nakað annað órógvar, sigur
yrkjarin og samanber við eitt nú
sangtekstir.
Seinnu árini hevur Ludvík
Breckmann nevniliga skrivað
sangirnir hjá tónleikabólkinum
”Side Effect”, sum gav sína fyrstu
fløgu út í fjør.
- Tónleikur kann sjálvsagt
styrkja innihaldið í einum
teksti, men vandi er altíð fyri,
at tónleikurin fjalir út yvir ella
órógvar onkursvegna. Eisini kanst
tú betri súgva orðini til tín av eini
hvítari blaðsíðu, enn av eini fløgu,
hugleiðir yrkjarin, sum sjálvur
eisini hevur stóra fragd av at lesa
yrkingar hjá øðrum.
Millum teir, ið ofta geva honum
íblástur, nevnir hann so ymiskar
yrkjarar sum Janus Djurhuus,
Charles Bukowski, Jóannes
Nielsen og Dan Turell.
Jóannes og Dan Turell dámar
honum millum annað væl, tí teir
eru so lítið sjálvshátíðarligir. Hjá
Janusi Djurhuus er tað serliga
ógvusliga dramaið í yrkingunum,
sum hugtekur, meðan Bukowski
fær tað mest ørvitiskenda at bera
til.
Men Ludvík Breckmann hevur
ongar ambitiónir um, at gerast
ein nýggj útgáva av sínum
fyrimyndum.
- Tað, sum hevur størst týdning
fyri meg sum yrkjara, er at eg
kann skapa nakað, sum er egið,
sum fyrst og fremst er mítt
egna útrykk og ikki líkist nøkrum
øðrum. Eg bjóði mínar yrkingar
fram, tí tær eru øðrvísi – og tað
eru tær, tí tær eru mínar, slær
ungi yrkjarin fast.
Logandi Shellstøðin
Krøk teg til krossin
ella setur illimaður eld í teg
og tú fert at brenna í allar ævir
í hansara logandi Shellstøð
segði prædikumaðurin við barnið
Tú flýddi undan hansara rópum um dómadag
og plastikkgudar
Tú vendi Gudi bakið
og brendi tína einvegis billett til himmalin
-Merk heita kossin
tá tú krøkir teg til krossin! rópti hann
Tú skapti tína egnu religión
og telgdi tær annan Gud,
sum tú nevndi Hermann
Perman á tí svørtu bókini
fær teg enn at skelva
Hon minnir teg um tann harðmælta prædikaran
og Satans logandi Shellstøð
Úr savninum »Sálarføði«
Yrkingar skulu vera undirhaldandi
Yrkingasavn
Anna V.
Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
- Tað fer onki av hvørki mær ella mínum yrkingum
um fólk halda tær vera lættar og undirhaldandi at
lesa. Tvørturímóti, sigur Ludvík Breckmann, ið júst
hevur givið sítt fyrsta yrkingasavn út.
Mynd: Jens K. Vang