Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. februar 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 34 - 18. februar 2008 Søkt verður eftir starvsfólki til Radiodeildina hjá FT Net Radiodeildin hjá FT Net hevur høvuðssæti hjá Føroya Tele í Hoyvík, men arbeiðið verður gjørt um alt landið. Nógv útgerð hjá FT Net stendur í náttúruvøkrum umráðum víða um landið, tí er starvið sermerkt á tann hátt, at tú arbeiðir við hátøkni, samstundis sum tú fært møguleikan fyri at vera nógv úti í náttúruni. Vit kunna bjóða einum komandi starvsfelaga eitt arbeiðsumhvørvi við nógvum spennandi og fj ølbroyttum tekniskum uppgávum, har góðir møguleikar eru fyri persónligum og fakligum avbjóðingum í einum mennandi umhvørvi. Starvsinnihald Sum starvsfólk á radiodeildini verður tú við til at menna og reka tráðleysar skipanir í tøttum samstarvi við tínar starvsfelagar. Arbeiðið fevnir um allar tráðleysar skipanir, so sum: • Mikrobylgju-linkar • Tráðleysu skipanirnar WiMAX og WiFi • Sjónvarps- og útvarpssendinet • Mastra- og antennuskipanir • Fartelefonkervið GSM Førleikakrøv Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi tekniska útbúgving sum t.d. elektronikkmekanikari, elektronikkteknikari, diplom verkfrøðingur ella viðkomandi fakligar royndir. Umframt hetta vænta vit, at tú ert: • ágrýtin og hevur hug at taka við tekniskum avbjóðingum • dugir væl at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í samstarvi við onnur • dugir væl at arbeiða við teldum og telduforritum • ert væl fyri likamliga, sum t.d. at ganga í haganum, tá farið verður at arbeiða í radiosmáttum og mastrum Umsókn og treytir Starvið verður sett 1. apríl ella skjótast gjørligt. Lønin verður ásett samsvarandi royndum og útbúgving. Fleir upplýsingar fáast hjá Jóhan Poulsen, leiðara á Radiodeildini tel 243649 ella á Starvsfólkadeildini á tel 303030. Umsóknir skulu vera Føroya Tele í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 22. februar 2008, og tær skulu sendast til: Føroya Tele Starvsfólkadeildin Postsrúm 27 110 Tórshavn ella starvsfolkadeildin@ft.fo Føroya Tele er ein fyritøka í stórum vøkstri, sum eftir fáum árum hevur ment seg til eina eff ektiva og nútímans fyritøku, ið er kappingarfør á øllum økjum. Vit hava sett okkum fyri at menna nýggjar tænastur og bjóða føroyska marknaðinum bestu tænastuna og nýggjastu tøknina. FT Samskifti er dótturfelag í samtakinum Føroya Tele. Í FT Samskifti starvast 100 fólk, og fyritøkan tekur sær av marknaðarføring, sølu, tænastu, kundarøkt og samskifti við privat- og vinnukundar hjá Føroya Tele. STARVSFÓLK TIL RADIODEILDINA HJÁ FT NET sansir.fo