Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. februar 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 34 - 18. februar 2008 Løgreglan vil fegin frætta frá fólki, sum hava sæð nakað illgrunasamt við Heinesens hús í miðbýnum í Havn leygarmorgunin EldásEting Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Løgreglan í Havn leitar nú eftir teimum, sum leygar­ morgunin royndi at seta eld á gamla og søguliga Heine­ sens Hús á Tinghúsvegnum mitt í Havn. Tað var um hálvgum níggjutíðina leygarmorgun­ in, at boðað varð frá eldi í Heinesens húsum í Havn. Onkur hevði sæð royk úr húsunum og boðaði alarm­ sentralinum frá. Sløkkiliðið kom skjótt á staðið og basti eldinum. Tað hendi kortini ikki stórvegis skaði. Sjálvur eld­ ur gjørdi ikki skaða, men nógvur roykur var í hús­ unum. Tað er heilt nógv, sum bendir á, at eldurin er ásett­ ur og tað er hesum, sum løg­ reglan handfer málið eftir. Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá løg­ regluni, sigur, at rútar vóru brotnir í kjallaranum og inn í sjálvum kjallaranum var eldur í tveimum pappeskj­ um. Men tað er ikki greitt, um eldur er settur á í báðum støðum, ella um pappeskj­ urnar bara hava staðið so tættar, at eldur bara er settur í einastaðni, men at tað so hevur fest í hina eskjuna eisini. Løgreglan er í ferð við at kanna málið, men enn stendur hon á berum. Bergleif Brimvík sigur, at løgreglan hevur tosað við fólk í grannalagnum, men tey hava ikki kunnað hjálpt við upplýsingum, sum hev­ ur ført løgregluna á slóð­ ina. Men eldáseting er eitt ógvuliga álvarsligt mál og tí vil løgreglan fegin frætta frá fólki, sum hava lagt merki til nakað illgrunasamt við Heinesens Hús tíðliga leygarmorgunin. Royndi at seta eld á Leygarmorgunin var eldur í Heinesens Húsi mitt í Havnini, men hann varð skjótt sløktur. Løgreglan heldur, at eldurin er ásettur og vil fegin frætta frá fólki, sum hava sæð okkurt illgrunasamt Tvær gentur og tveir dreingir koyrdu so ófantaliga í gjár­ kvøldið, at løgreglan klipti koyrikortið hjá teimum FErðslutrygd Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í gjárkvøldið komu fýra ungfólk eitt stig nærri at missa koyrikortið. Men uppaftur verri var hjá einum øðrum bilførara, tí hann misti koyrikortið á staðnum. Tað var úslitið eftir at løg­ reglan í Havn gjørdi ferð­ mátingar á Kalbaksvegnum og á Kollafjarðarvegnum seint í gjárkvøldið. Í kanningunum tók løgregl­ an ein bil, sum koyrdi 150 kilometrar um tíman og har hjálpti ongin góða mamma. Tað gjørdist ikki betri av, at talan var um ein stóran bil yvir 3500 kilo, sum bara hevur loyvi til at koyra 70 kilometrar um tíman. Ùrslitið var eisini, at bil­ førarin misti koyrikortið á staðnum. Men harumframt klipti løgreglan í koyrikortið hjá fýra bilførarum. Talan var um fýra ungfólk, tvær gent­ ur og tveir dreingir, sum sostatt øll komu eitt stig nærri at missa koyrikortið. Av teimum fýra, fekk ein bilførari klipp í kortið fyri at koyra út fyri reytt ljós og tveir bilførarar fingu klipp fyri at yvihála í Kollafjarðar­ tunlinum, har tað ikki er loyvt at yvirhála. Løgreglan sigur, at tað í allar mesta mun eru ung­ fólk, sum koyra soleiðis, at tey fáa klipp í koyrikortið, sigur løgreglan. Klipti koyrikortið hjá fýra ungfólkum Í gjárkvøldið komu fimm bilførarar illa fyri, tá ið teir ikki dugdu sær hógv Savnsmynd ABC-skúlin verður liðugur í august Liberia: Skúlin, sum føroyingar stuðla umvegis ABC­barnahjálp­ ina í afrikanska landinum Liberia verður væntandi liðugur til skúlaársbyrjan í august í ár. Arbeiðið hevur gingið sum tað skal, men lækkandi dollari og hækkandi prísur á sementi, hava dýrkað verkætlanina við 200.000 krónum. Ætlanin er at innskriva børn­ ini í góðari tíð, áðrenn skúlin byrjar. Í oktober vóru hjúnini Hilda Viderø og Jóhannes Johannesen og vitjaðu arbeiðið hjá felags­ skapinum har. Samlaða verkætlanin fevnir um heilsuklinikk, skúlaheim og matstovu. Skúlin verður fíggjaður av føroyingum. Evangelisk fundarøð Havn: Hesa vikuna hevur Svenning av Lofti saman við Sveini Petersen og Páll á Lakjuni eina evangeliska fundarøð í Tórshavn undir heitinum: “Frelsa, friður og frælsi í Kristusi”. Byrjað varð sunnukvøldið í Ebenezer, og hildið verður fram til hóskvøldið, tá farið verður í læraraskúlahøllina, har fundir verða frá fríggjakvøldi til sunnukvøld, har fundirnir verða skipaðir sum sangløtur. Svenning av Lofti, evangelistur (myndin), er høvuðstalari á hesum fundum. Páll á Lakjuni og Svein Petersen taka sær av fundar­ og sangleiðslu. Umframt hetta verður eisini eitt skeið leygardagin, tá Páll á Lakjuni fer at hava fýra fyrilestrar, ið hann nevnir “Fýra gudsmenn í Gamla Testamenti”.