mánadagur 18. februar 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 34 - 18. februar 2008
75 spentir borgarar
í Kaldbak og Havn
bíða eftir einum svari
uppá, nær tey sleppa
at byggja sethús Inni
á Fløtum í Kaldbak.
Tey halda seg hava
bíðað nóg leingi, og
ynskja nú eitt greitt
svar frá kommununi
Bygging
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Kaldbak: - Ja, eg havi
spurt ferð eftir ferð. Og líka
so ofta, sum eg havi spurt,
eri eg farin vónbrotin avstað
aftur.
- Tað er eingin í komm-
ununi sum kann svara uppá
henda týðandi spurningin:
Nær sleppi eg at byggja?
Og nær fáa hini boð um tað
sama?
Meðan kaldbaksmaðurin
Pauli Nolsøe og familja
hansara bíða eftir hesum
svari, leiga tey í Kaldbak.
Men tey eru farin at ótolnast
eftir einum svari.
Óteljandi ferðir hevur
hann tosað við fólk í umsit-
ingini í Tórshavnar Komm-
unu. Og fyri honum vísir
tað seg, sum um eingin vil
taka ábyrgd fyri hesi út-
stykkingini.
Hann sendi enntá ein
teldupost til borgarstjóran,
Heðin Mortensen stutt und-
an løgtingsvalinum í heyst.
Men sjálvt ikki haðani fekk
hann svar.
- Hjá mær hevur tað verið
sum at renna frá Peri til Pól.
Og fyri hvønn dag sum
gongur, verður tað jú ikki
bíligari, slær hann fast.
Eftir ætlan verða 10
grundøki í hesi nýggju
útstykkingini í Kaldbak.
Eingin tíðarætlan
Øll henda útstykkingin Inni á
Fløtum bæði kundi - og skuldi
- langt síðani verið liðug.
Var rætt atborið, kundu
teir
fyrstu
stoypibilarnir
longu verið her og møguliga
kundu ein eisini hoyrt tey
fyrstu hamarsløgini frá ídn-
um handverkarum. Soleiðis
er ikki.
Á heimasíðuni hjá Tórs-
havnar
kommunu
varð
greitt frá hesi ætlanini í juli
mánaði 2007. Tá varð kunn-
gjørt, at ein útstykking varð
í gerð í Kaldbak við íalt 10
grundøkjum.
Í summar vóru teir í ferð
við at gera vegin til hesa
nýggju útstykkingina. Saml-
aði kostnaðurin fyri pro-
sjektið er 2,9 mió krónur.
Sagt varð eisini, at fleiri
umsóknir vóru til grundøk-
ini í Kaldbak. Eftir ætlanini
skuldi arbeiðið verða klárt í
november mánaði, soleiðis
at fólk kundu fara undir at
byggja um ársskiftið – altso
2007/08.
- Men vit bíða framvegis
eftir svari, sigur ein heldur
ótolin Pauli Nolsøe, nú hann
í næstu viku kann skriva 1.
mars í kalendara sín.
Ymisk svar
Pauli var ein av teimum –
nú íalt 75 fólkunum – sum
søkti um at fáa grundøki í
heimbygdini. Hann var tí
sera spentur og vónarfullur,
tá arbeiðið byrjaði fyri ein-
um ári síðani.
Hann spurdi seg fyri hjá
kommununi og fekk at vita,
at arbeiðið fór skjótt at vera
liðugt. Boðini ljóðaðu at
tað varð liðugt í summar,
eftir summarferiuna, í heyst
og í seinasta lagi fyri jól.
Fyri at leggja enn størri
orku og álvara í fyrispurning-
ar sínar, legði hann eisini
málið fyri tað staðbundnu
Kaldbaksnevndina.
Her
fingu tey at vita, at neyðugt
var at gera eina frámatrikuler-
ing fyrst, og at tað tí var eitt
sindur óvist um henda fyrsta
tíðarætlanin fór at halda.
Menn vóru heldur ikki
samdir um, hvørt henda frá-
matrikuleringin skuldi verið
gjørd áðrenn ella aftaná.
Svarini frá umsitingini í
kommununi vóru í øllum
førum sera ymiskt.
Í dag standa Pauli og øll
hini og bíða eftir einum
nágreiniligum svari um, nær
tey kunnu sleppa at byggja
síni egnu hús Inni á Fløtum.
- Nei, tað er ikki serliga
hugaligt at bíða, tá ein ikki
veit um ein sleppur í gongd
nú, í summar ella kanska vit
mugu bíða heilt til jóla, sigur
hann harmur á málinum.
Í gongd í gjár
Pauli er kanska ikki hann
sum er ringast fyri, í so máta,
tí hann hevur hóast alt tak
yvir høvdið í heimbygdini.
Sovítt hann veit, eru eini
13 onnur úr Kaldbak sum
hava søkt um byggiloyvi á
hesum staði. Og fyri hesi
14 er tað ein spurningur,
um teirra umsóknir verða
viðgjørdir á jøvnum føti við
tær frá fólki, sum annars
hava søkt um byggiloyvi í
Havn. Talan er jú hóast alt
um somu kommunu.
Hann er, sum vera man,
ótolin eftir at sleppa at
byggja síni egnu hús, men
enn er mangt sum bendir á,
at hann má brynja seg við
toli og enn meiri toli.
Mong av hinum fólkunum
eru í størri neyð. Tíverri
fyri Kaldbak hava nøkur
teirra funnið aðrar loysnir.
Pauli veit í øllum førum
um fleiri sum eru flutt aðra-
staðni at búgva, og haraftrat
um onkran sum hevur keypt
sær hús í Kvívík.
- Eg veit í øllum førum
um tveir av umsøkjarunum,
sum eru heilt desperat. Vit
eru hóast alt fleiri, sum
helst vildu sloppið í gongd
í gjár, slær Pauli fast.
Økið er klárt - sleppa ikki at byggja
Eingin
at hitta
Í Tórshavnar Kommunu
er trupult hjá Sosialinum
at fáa greitt at vita, nær
hesi 75 umsøkjararnir
fáa greitt svar um, nær
tey sleppa í gongd við at
byggja.
Onkur ábyrgdarpersón-
ur í umsitingini var burt-
ur í morgun. Ein annar
var sjúkur, og ein triði
visti at siga, at tey bíðaðu
bert eftir matrikuleringini
av stykkjunum.
Sum skiltist skuldi tað
ikki gingið so long tíð,
fyrrenn fólk sluppu at
byggja Inni á Fløtum í
Kaldbak.
Tríggjar
mánaðir
at av-
greiða
Bíðað verður framvegis
eftir teirri ætlaðu frámatr-
ikuleringini av stykkjun-
um Inni á Fløtum.
Frá Umhvørvisstovuni
fær Sosialurin upplýst,
at tey hava enn ikki
fingið nakra umsókn um
hetta arbeiðið.
Sagt verður, at tað í
miðal tekur tríggjar mán-
aðir at avgreiða eina
slíka matrikulering.
”
Pauli sendi enntá ein teldupost til
borgarstjóran, Heðin Mortensen stutt
undan løgtingsvalinum í heyst. Men
sjálvt ikki haðani fekk hann svar
”
Vit eru hóast alt
fleiri, sum helst
vildu sloppið í
gongd í gjár
(Pauli Nolsøe,
Kaldbak)
- Vit bíða framvegis eftir einum svari um, nær vit sleppa at byggja her Inni á Fløtum, sigur Pauli Nolsøe
Mynd: Jens Kristian Vang
Byggiklárt til trý øki
Sandur: Nú er liðugt at planera uppi í Nesinum á
Sandi. Har hevur verið arbeitt við hátrýsti fyri at
planerað tey trý ovastu grundstykkini seinastu tíðina,
skrivar bkv.fo. Har var eitt stórt spreingiarbeiði, ið
skuldi gerast, og arbeiðið hevur tikið einar tríggjar
vikur. Articon hevur planerað øll trý. Maskinurnar
teir nýttu vóru bæði stórar og tungar, so nýasfalteraði
vegurin er illa farin av maskinunum. Nú eru tey so
øll trý byggiklár. Einans eitt grundstykki er
óplanerað í Nesinum nú.
Høvdu besta alda toskin
Noreg: Steinar Eliasen er errin av, at fyritøkan hjá honum
hevur vunnið heiðurin at hava besta alitoskin í Noregi. - Vit eru
sera væl nøgd. Eg gevi Lofilab, sum hevur latið yngulin og
Storfjord, sum hevur alt fiskin, alla æruna fyri heiðurin. Steinar
Eliasen sigur, at felag hansara vann heiðurin fyri besta toskin
við 153 stigum móti teimum 119, sum felagið á øðrum plássi
fekk. - Vit hava vunnið kappingina um besta alitoskin í Noregi,
og tað eru vit sera errin av, endurtekur hann. Tey, sum mettu
um dygdina, hugdu at liti, kjøti, lukti, konsistensi, smakki og
saftigheit í fiskinum. Tað er fiskeribladet.no sum ber hesi
tíðindi.