mánadagur 18. februar 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 34 - 18. februar 2008
Føroyar eru eitt lorta
land fyri kvinnur,
tí tað er so manns
javinistiskt. Hetta
sigur Teitur Lassen
millum annað í
drúgvum práti við
Berlingske Tidende
um vikuskiftið.
Kortini ætlar heims
kendi føroyingurin
sær heim aftur
einaferð – tí hann
ynskir at vera við, um
og tá Føroyar gerast
sjálvstøðugar
Mentan
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Berlingske Tidende prentaði
eitt umfatandi prát við Teit
Lassen um vikuskriftið.
Greinin byrjar við, at Teitur
framførir til risastóru móta
sýningina hjá Guðrum og
Guðrum vesturi í Vágum
herfyri.
Vinkulin er nógv av tí,
sum vit hava hoyrt um fyrr.
Um tíðina í føroyska tón
leikaumhvørvinum,
ung
dómsárini
í
Mark
No
Limits, tíðina eftir at hann
flutti niður og tónleika
upplivingarnar í Holsterbro.
Og
um
byrjanina
til
tónleikakarrieruna í Keyp
mannahavn, har hann 19
ára gamal sat í tvey ár og
skrivaði
sangir,
áðrenn
hann varð uppdagarður og
sendur til USA at gera
tónleik.
Listarliga frælsið
Í undiryvirskriftini skrivar
høvundin,
Tonie
Yde
Mørch, soleiðis: Teitur dró
út í heimin við skroypiligu
poprocksangun
sínum.
Fekk ein rimmarsáttmála í
USA, men droppaði tað
heila, fyri at verða trúgvur
mótvegis tónleiki sínum. Í
dag verður hann róptur
fínasti útflutningstónleikur
Føroya.
Og her eru vit inni við
kjarnini í drúgvu greinini,
tí hóast Teitur hevði allar
møguleikar at gerast tað
heilt stóra í USA, so er
hann fyrst og fremst ein
tónleikari, sum ikki gongur
uppá kompromis við listina.
Tí er eisini ein umfatandi
gjøgnumgongd av tíðini
yviri í USA, sum kul
mineraði við, at hann sleit
samstarvið og segði upp
sáttmálan við eitt av heim
sins størstu plátufeløgum,
fyri at vera trúgvur mótvegis
tónleiki sínum. Ein avgerð,
sum kom at kosta dýrt
peningaliga, men sum hevði
við sær, at Teitur varðveitti
listarliga frælsið.
Veit eg havi rætt
Har er so nógv ábyrgd
arloysi
innan
tónleika
heimin, tí nógv eru har bara
fyri at gerast kend…sigur
Teitur Lassen millum annað
í greinini. Og hann slær
fast, at:
Hóast eg ikki selji tvær
milliónir fløgur, so veit eg,
at eg havi rætt. At onkur er,
sum dámar tónleik mín, og
at eg kann standa hundrað
prosent inni fyri tí, sum eg
geri. Eg havi ikki hug til at
luttaka í hasum risastóra
happadráttinum og broyta
meg fyri møguliga at gerast
ein av teimum fáu, sum
verða
heimskend,
sigur
Teitur Lassen.
Kemur heim aftur
Greinin snýr seg sjálvandi
eisini
um
Føroyar,
og
hvørjar tankar Teitur hevur
heimlandið. Eitt nú tíðina
eftir at foreldrini fóru hvør
til sítt, tá hann var 14, og
flutti niður til Holsterbro, tá
hann var 17.
Eg var ongantíð í iva
um, at eg vildi flyta við
mammu og manni hennara
til Danmarkar. Systur mín
búði har longu. Hon var flutt
nøkur ár frammanundan fyri
at koma burtur úr Føroyum,
sum er eitt lortastað fyri
kvinnur, tí tað er sera
mannsjavinistiskt. Kvinnur
hava onki at siga har.
Í greinini sigur greina
skrivarin eisini, at hóast
Teitur hevur búð í Keyp
mannahavn,
New York,
London og í dag í Stock
holm, roknar hann við at
venda aftur ein dag. Til
Føroyar. Tí har koma fólk
hvørjum øðrum við, og her
ber ikki til at krógva seg –
og tí hann ynskir at stuðla
uppundir, um og tá Føroyar
ein dag kunnu rópa seg
sjálvstøðugar.
Teitur: Føroyar eru eitt
lortaland fyri kvinnur
Sóu løgið fyribrigdi
Nógv fólk í Norðurgrønlandi sóu eitt løgið fyribrigdi á luftini
sunnudagin. Serliga í Upernavik og Qaanaaq vóru tað fleiri,
sum sóu tað løgna fyribrigdið fara fúkandi eftir heimmalhválv
inum. Sara Lyberth, sum er lærari í Upernavik, sigur við KNR,
at hon helt tað vera eina eldkúlu ella kanska eitt flogfar. Farda
Olsen, sum er løgregluovasti í Qaanaaq, sá eisini tað løgna
fyribrigdið, og tað eydnaðist honum at taka eina mynd av tí.
Friða kenda laksaá
Á hvørjum ári fara nógvir stuttleikafiskimenn til Grøn
lands at fiska laks og síl í teimum nógvu áunum. Ein tann
best kenda laksaáin er Kapisillitáin við Godthåbafjørðin,
men nú er stovnurin minkaður so nógv orsakað av ovfisk
ing, at býráðið í Nuuk hevur gjørt av at friða ánna fyri
vinnuligari veiði. Stuttleikafiskimenn sleppa tó framvegis
at veiða har, men tó við teirri trrey, at allur laksur, sum er
minni enn 30 centimetrar, verður sleptur útaftur.
- Eg havi ongantíð skrivað sangir fyri at gerast kendur, og eg skilji als ikki hesa tráanina eftir at
gerast kendur, sigur Teitur Lassen
Teitur fortelur í greinini um ein eldri fótbóls
áskoðara, sum við einari speiskari viðmerking
fekk heimsstjørnuna halaða væl og virðiliga niður
á jørðina:
»Einaferð tá eg var heima og vitjaði pápa mín, bað
hann meg koma og hjálpa sær at selja atgongu
merkir við fótbóltsvøllin. Sum eg gekk har í jakka
hjá fótbóltsfelagnum og seldi atgongumerki, kom
ein eldri maður til mín og spurdi: »Ert tú ikki hasin
har Teitur, sum fór út í verð fyri at spæla tónleik?
Eg svaraði eitt sindur stoltur »Jú«, og hann svaraði
turrisliga aftur: »Nå, tað gekk ikki so gott, ha?«