Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. februar 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 34 - 18. februar 2008 13 Upp undir valið, so vóru tað serliga tvey lyfti, sum eg lovaði mær at minnast og fylgja upp. Tað vóru lyftini hjá Anniku Olsen og John Johannessen. Tey søgdu, seg vilja stríðast fyri at betra um umstøðurnar hjá tónleiki og tónleik­ arum. Tey lovaðu at skriva søguna lidna, sum yvirskriftin á lesara­ brævinum leggur upp til. Inngangin til søguna skrivaðu tey við teirra vallyftunum. Næsta stigið á leiðini má verða innihaldsyvirlitið, har tey koma við konkretum dømum viðv., hvat og hvussu tey fara at skriva søgu. Eitt gott boð upp á fyrsta kapittul hevur longu snýkt seg fram­ við... G! Festivalurin. Tað átti at verið eitt upplagt evni til at skriva søgu. G! Festivalinum er ein tann besti ambassa­ dørurin, ið vit hava út í heim. G! Festivalurin fær ótrúliga nógva og góða umtalu uttanlands, har hann m. a. bleiv róptur at verða millum 10 teir bestu tónleika­ festivalarnar. Um mann so er eitt sindur snildur, so eigur ein klokka at ringja, sum eitur ferðavinna, tí hesi bæði eru tætt knýtt at hvørjum øðrum. Eitt annað snilt við G!, er skattapeningur og mvg. Hetta kemur alt beint aftur í lands­ kassan... og leggur tú ferðavinnuna aftrat, so er talan um stórar upphæddir. Talan er sostatt um eina win/win situation, har mentan, landið, festivalgestir og ferðavinna fáa nakað gott burtur úr. Hví gjørdi ongin nakað fyri at bjarga festival­ inum?* Plan B G! Festivalurin er eitt, men Asfalt er nakað annað. Og sum eg skilji á lagnum, so stendur hesin festivalurin eisini til at rapa. Og her hava tit ein gyltan møguleika at vera við til at bjarga og útbyggja ein annan festival. Asfalt skal síggjast sum ein risa gluggi út í heim, tí her er talan um føroyska rávøru, tá hon er best. Tað luttaka nógvir føroyskir bólkar á Asfalt (uml. 80, haldi eg meg minnast). Og tað er upplagt, at mann ger alt fyri at fáa pr fólk, út­ lendskar fjølmiðlar, man­ agement umboð, distri­ butións fyritøkur og plátufeløg at leggja leiðina framvið. Føroyar hava kontaktirnar í lagi. Og eg vildi mett, at G!, Summarfestivalurin, Mjús, Teitur, Eivør, The Dreams, Kristian Blak o.s.fr. meir enn fegin vildu rætt eina hond í tí sambandinum. Vit hava fleiri prógv um at okkara vøra er á altjóða støði. Eg kann, fyri ein ordans skyld nevna nøkur teirra Teitur, The Dreams, Boys In A band, Eivør, Teitur, Týr o.s.fr.. Og tað eru fleiri bólkar, ið av álvara banka á dyrnar. Hesir eru m. a. Budam, The Ghost og Sic. Og sum eitt lítið bonus, so hava G! fyri­ reikararnir eitt sabbat ár, so mann skal sjálvandi dyrgja eftir at fáa tey við til at fyrireika Asfalt. Hvørjar eru tykkara ætlanir og hvussu langt eru tit komin ávegis? Sum tykkara løn­ gjaldari, fari eg at lata hendan spurningin standa opnan til tykkum at svara. * Her skal mann tó seta nýtt fólk at taka sær av tí fíggjarliga parti­ num, men fyri uttan tað, so skuldi kabalin gingið upp. “Vit hava betrað um tónleikaumstøðurnar”, eftir John Johannes­ sen og Anniku Olsen Hergeir StakSberg Latið fyrsta íverksetara­ húsið sleppa at fóta sær, áðrenn farið verður víðari. Ikki er neyðugt, fyri tað um onkur ger eitt, at øll gera tað sama. Havið Svartkjaftaflotan í klárum minni Tá eg sum landsstýris­ maður í økismenning í 2004 setti hol á møguleik­ arnar fyri einum íverkset­ arahúsi í Føroyum, var hetta ein partur av Suður­ oyarætlanini. Fyri at fáa loyst upp fyri einum átaki, setti eg meg í samband við Íverksetara­ húsið í Herning, sum var hildið at vera besta boðið í Danmark. Ein fundur var við teir, har vit avgjørdu, at lunnar kundu leggjast undir at fáa samstarv við teir, t.v.s. Birk Estate og íverksetara­ framtak í Føroyum. Tá eg fór úr landsstýr­ inum og var formaður í Vinnulívsráðnum í Klaksvík, tók eg hugs­ skotið og samband við Íverksetarahúsið í Herning við mær og bað um fund við Klaksvíkar Kommunu og seinni roynd vinnulívsfólk í Klaksvík, fyri at fáa sett hetta upp. Rani Nolsøe, býráðslim­ ur og eg fóru so á ein fund við Íverksetarhúsið í Herning, og løgdu síðani eina ætlan við at fáa ein túr við vinnulívsfólkum úr Føroyum saman við um­ boði fyri vinnumálastýrið Út frá hesum fór Rani Nolsøe til verka við dyggum fíggjarligum stuðuli frá Eik Banka, Vinnumálastýrinum og Klaksvíkar Kommunu. Gott grundarlag menn bygnaðurin er enn ov veikur Íverksetarahúsið hevur nú virkað í eitt lítið ár, og er við at fóta sær. Sum eg havi skilt, hevur húsið gott samstarv við hesar stovnar, íroknað Samvit. Fyri ári síðani setti eg fyrispurning í løgtinginum til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnu­ málum, um ætlanin var at seta fleiri íverksetarahús á stovn. Svarið frá honum var stutt og greitt, at: “tað vera ikki sett fleiri íverksetara­ hús á stovn fyribils!” Sum skiltist, so skuldi nú kannast, hvussu royndirnar fóru at eydnast! Hetta var bæði klókt og greitt svar, tí hugsanin fór 20 ár aftur, tá fyrst eitt svartkjaftaskip kom til landið og síðani tíggju, fyri at øll syrgiliga skuldu kollsigla. Latið okkum brúka ta tíð sum skal til, fyri at fyrsta íverksetarahúsið í landi­ num kann fáa frið at fóta sær, og tá vit so í nøkur ár hava sæð menningina av hesum, kunnu vit við hesum sum fyrimynd halda fram. Grundarlagið er lagt, men bygnaðurin er enn ov veikur, tí royndir skulu til. Sjálvandi er sera umráð­ andi við gløggum og neyvum samstarvi millum Íverksetarahúsið, Samvit og Vinnumálastýrið, men minnist til: “tá ein ger okkurt, er ikki neyðugt, at allir fara at gera tað sama!” Íverksetarahúsið, Samvit og Vinnumálastýrið www.keldu.com keldu@post.olivant.fo Jógvan við keldu Tað sær út til, at tað er ongin orsøk til at tendra sjónvarpssendaran aftur, tí tað er ongin, sum tímur at gera sendingar. At vit ikki hava fingið eitt nýtt sendinet til Kringvarpið, ja tað kunnu vit takka okkara politik­ arum fyri, men so haldi, eg at teir skulu fáa frið, tí tað sum er farið fram seinastu dagarnir í Sjónvarpinum er til at halda fólkið fyri tann turra spott. Eg havi sjónvarp, eg havi Televarp og eg havi teldu, so eg havi tríggjar møgu­ leikar fyri at síggja Kringvarpið, men nei tað hevur ikki verið nøkur sending seinastu dagarnir. Í gjárkvøldið sendi gamli sendarin aftur, so eg setti meg væl til rættis í sofuni kl 19 at hyggja eftir DV, men har var ongin sending. Hvat er hetta fyri nakað, er tað ikki hetta vit gjalda Kringvarpsgjald fyri? Í morgun rann so yvir, nú var starvsfólk úr SV í útvarpinum og gramdi seg um, at teir ikki vildi gera sendingina, tí teir halda seg verið hildnar til gjøldur. Hvat er hetta fyri nakað møsn? Tit fáa pengar fyri at gera sendingarnar, og tit hava minst tríggjar møguleikar at senda tað út um landið. Ein av orsøkunum til at teir ikki vildu gera sendingina skuldi eisini vera, at hetta var ein tíðindasending, og um hon ikki varð send í gjár so, vóru tað gomul tíðindi. Sjónvarpið sendir næstan ongantíð fesk tíðindi, ein sjónvarpsrás sum ikki sendir tíðindasending HVØNN dag kann ikki sigast at vera ein seriøs tíðindarás, tað er einasti máti at teir kunnu senda fersk tíðindi. Hvat kallar sjónvarpið sendingina mánadag, tí tað eru ofta tíðindi frá fríggja­ degnum og vikuskiftinum. Harafturat kemur kring­ varpsstýrið við undanførsl­ um um, at teir ikki kunnu senda, tí tað sambært kringvarpslógini ikki er loyvt at senda, tá høvuðs­ sendarin ikki sendir. Hvar stendur hetta?? Tí er mín spurningur til Kringvarpið: Hví senda tit ikki sjón­ varp teir dagar sendarin ikki sendur? Hví senda tit ikki út til teir í dag knapt 8000 televarps kundarnir, sum eisini síggja Kringvarpið? Hví senda tit ikki Dagur og Vika á internetinum har størsti partur av fólkinum er hvønn dag? Nei, nú Televarpið eisini fer at senda TV2, so haldi eg bara, at man skal lata vera við at tendra sjón­ varpssendaran aftur, tá tey ikki tíma at gera sendingar til okkum hyggjarar, so kann man eins væl spara pengarnir og brúka teir tit t.d. at bøta um tað annars væl koyrandi Útvarpið. Sløkk bara Sjónvarpssendarin FO-850 Hvalba rúni tHomSen TAKS hevur gjørt eitt stórt og gott arbeiði fyri føroysk­ ar íverksetarar við nýggju heimasíðuni www.taks.fo. Vit í íverksetarahúsinum frøast um heimasíðuna. Við síni vegleiðing til íverk­ setarar undir breddanum “tá tú stovnar fyritøku – fá eina góða byrjan” hevur TAKS lætt munandi um fyrisitingarligu byrðarnar hjá føroyskum íverk­ setarum. Í vinnupolitikkinum frá 2005 og í 2015 skjalinum stendur, “at lættast skal um fyrisitingarligu byrðarnar hjá íverksetarum”. Tænast­ ur, sum hava týdning fyri íverksetan, skulu savnast, og alnetið skal lætta um byrðarnar. Íverksetarahúsið fegnast um, at TAKS vit nýggju dagsskránni hevur ført okkum eitt fet víðari til ta smidligu almennu fyrisitingina. Í einum lítlum samfelag, sum okkara hevur tað stóran týdning, at vit nýta okkara tilfeingi rætt. Ístaðin fyri at taka avrit av hugskotum hjá hvørjum øðrum eiga vit at býta uppgávurnar og arbeiða saman. Einans á hendan hátt kunnu vit optimera skattaborgarans pengar. Flott – TAKS. TAKS – rættir hondina út til íverksetarar Nevndarforkvinna í Íverksetarahúsinum kitty may ellefSen