mánadagur 18. februar 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 34 - 18. februar 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Formaðurin í Klaksvíkar Ítróttarfelag, Torleif
Sigurðsson, andaðist tann 12. februar, 61 ára gamal.
Tað kom sum ein skelkur fyri okkum øll í
Klaksvíkar Ítróttarfelag, at Torleif nú andaðist bert
61 ára gamal.
Sum formaður í Fótbóltssambandinum í meira enn
20 ár var hann maðurin, sum vann føroyskum fótbólti
altjóða viðurkenning.
Hósdagin 2. mars 2006 varð hann valdur til
formann í Klaksvíkar Ítróttarfelag, og hevur hann
síðani verið savnandi ímyndin av felagnum.
Hansara fremsta mál sum formaður var at skapa
felagnum tryggar karmar at virka undir og harvið
tryggja felagnum ein sunnan og góðan gróður, sum
hann sjálvur plagdi at málbera seg.
Stóran týdning legði hann í, at karmarnir kring
ítróttina í Norðoyggjum vórðu mentir, og seinastu
dagarnar arbeiddi hann við framtíðarætlanum fyri
Klaksvíkar Ítróttarfelag, og var hetta arbeiði komið
væl áleiðis.
Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur samkenslu við konu
Torleif, Elsu Mariu og børnunum Sofíu, Margrethu,
Ernu og øllum sum varða av.
Sambært viðtøkum felagsins, røkir næstformaðurin,
Nichels Lützen, skyldur formannsins fram til aðal
fundin.
Klaksvíkar Ítróttarfelag
Til minnis um
Torleif
Dagurin
19. februar. Ammon, deyður umleið ár 250. Var ein av
teimum rómversku hermonnunum, sum við at síggja
dirvi og trúarvissu teirra kristnu, sjálvur gjørdist
kristin og varð tikin av døgum.
Aftara rað f.v.: Bjørg Niclasen, Marianna Vang
Simonsen, Tomma Knudsen, Evald Joensen, Dagfinn
S. Højgaard, Martia Christoffersen, Ada í Lið,
Kristina Lervig og Jákup Lervig. Fremst f.v.: Randi M.
Gunnarsdóttir, lærari, og Martina Eriksen. Hesi vanta
á myndini: Hergerð Joensen, Signa Joensen og Jenny
Joensen
Spírandi list í Smiðjuni
Fjórða ár á rað skipar Tórs
havnar Kvøld og Ungdóms
skúli fyri framsýningini
Spírandi list í Smiðjuni í
Lítluvík.
Framsýningin læt upp
fríggjadagin 15. februar og
verður opin til og við 26.
februar.
Allar dagar frá kl. 1518.
Tøkk
Øllum tykkum, sum á ymiskan hátt gleddu
meg og gjørdu 90 ára dagin ógloymandi,
takki eg hjartaliga.
Emma Winther
Tøkk
Øllum tykkum, ið á ymiskan hátt mintust
okkum á gullbrúdleypsdegnum tann
11. januar 2008, takka vit hjartaliga.
Kærar heilsur
Daisy og Ásbjørn
Nýggjur leiðari
í Dávavirkinum
Frá mánadegnum 18.
februar er Leivur Vitalis
nýggjur leiðari í
Dávavirkinum í Klaksvík
er. Hann loysir Beintu Á.
Gregersen av, nú hon fer í
farloyvi.
Leivur er 23 ára gamal,
úr Klaksvík og lesur til
lærara á Føroya Læraraskúla. Hann hevur havt starv á
Dávavirkinum síðan august 2007, tíggju tímar um vikuna.
Hann hevur eisini verið sera virkin tónleikari á
Dávavirkinum, síðani tað lat upp.