Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. februar 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 34 - 18. februar 2008 15 nøvn Í dag, 18. februar 2008, fyll­ ir Marita Guttesen í Hoyvík 70 ár. Marita er ættað av Strond­ um, dóttir Poulinu Mariu, vanliga rópt Mia, og Sofus Andreasen. Í 1940, tá Marita var tvey ára gomul, doyði pápi henn­ ara. Farmaskipið, sum hann sigldi sum stýrimaður við, varð torpoderað av týskum kavbáti. Eftir sat Mia við børnunum: Andras, Maritu, og Sofus. Sum 8 ára gomul varð Marita send til Havnar at ganga í skúla. Hon búði hjá mostur síni Lauru Eirikstoft. Nøkur ár seinni fluttu Mia og dreingirnir eisini til Havnar at búgva. Mia, sum ikki gifti seg uppaftur, breyðføddi familjuni fyrst og fremst við at binda fyri fólk. Tað lá væl fyri hjá henni, og tað vórðu mong sum leitaðu sær til ”bindi­ konuna á Landavegnum”, tá tey ynsktu sær eina heita troyggju ella okkurt annað plagg. Og ikki kann sigast ann­ að, enn at Marita hevur arv­ að handaligu gávurnar. Hon hevur altíð bundið, og hesi síðstu árini, hevur hon snið­ givið og gjørt nógv pløgg. Tey eru ikki so fá, sum í dag ganga í einari vakrari troyggju ella snotiligum turriklæði, sum tey hava keypt frá ”bindikonuni í Niðarugøtu.” Saman við øðrum hevur Marita seinnu árini havt framsýningar við modernaðum klædnapløgg­ um, bæði í Føroyum og uttanlands. Marita er útbúgvin bio­ analytikari og lærdi í Keyp­ mannahavn frá 1956 til 1959. Meðan hon læs í Keypmannahavn møtti hon komandi manni sínum, Leivur Guttesen úr Vest­ manna. Tey giftust í 1960 og eiga fýra børn: Sunnuva, sum býr í Fuglafirði, Gunn­ ar, sum býr í Danmark, og Helgi og Poul sum búgva í høvuðsstaðnum. Marita og Leivur eiga átta barnabørn og eitt langommu­ og lang­ abbabarn. Áðrenn Marita fór til Dan­ markar at lesa, var hon hjálparfólk á Labora­ toriinum á hospitalinum í Havn, og tá familjan flutti heim aftur til Føroya, fór hon aftur í starv har. Henni dámdi so mikið væl hetta arbeiði, at hon varð har, til hon fór frá við eftirløn fyri trimum árum síðan. Og í dag er Marita so vorðin 70 ára gomul. Tíðin hevur gingið skjótt, og nógv er hent millum ár og dag, men Marita, hon er hin sama fitta, fryntliga, dugna­ liga og nærlagda kvinnan, sum hon altíð hevur verið. Henni verður ynskt hjarta­ liga tillukku við føðingar­ degnum, sum verður hildin saman við familjuni. Heilsan vinir og familja Marita Guttesen 70 ár Realskúlaflokkur í 1954 Her er ein av myndunum frá realskúlaframsýningini, sum Jórunn Dánialsdóttir skipaði fyri í Kommunuskúlanum í Havn í summar. Ein realskúlaflokkur til veitslu hjá frá Mohr í 1954. Aftasta rað f.v.: Vøgg Guttesen og Eyðun Joensen. Fjórða rað f.v.: Tummas Arge, Óli Vang, Eðin Jacobsen, Eyðun Johannesen, Heðin Nielsen og Jákup Vejhe. Triðja rað f.v.: Annfinnur Zachariassen og Albert Joen­ sen. Annað rað f.v.: Kamma Joensen (Ellefsen), Bergljót Ludvig (Bæk), Kirstein Hátún (Meitil) og Gunnvør Christiansen. Fremsta rað f.v.: Jórun Matras (Ellefsen), Ella Hjalt, Agnas Sundstein (Jakobsen) Eydna Joensen (Djurhuus) og Sólrun Kjeld (Arge). Myndaeigari: Beinta Dam (mynd nr.211) Niðara myndin er frá 50 ára hátíðarhaldinum hjá flokkinum í august 2004. Ikki øll eru við á hesi myndini, og eisini eru nøkur sum ikki eru á gomlu myndini. Aftast f.v.: Annfinnur Zachariassen, Odd Fjallsbak, Palle Dyreborg, Flóvin Jacobsen, Gorm Simonsen, Heðin Nielsen, Uffe Dyreborg, Eyðun Conradson Joensen, Eyðun Johannesen, Óli Vang og Tummas Arge Miðraðið f.v.: Magda Ludvig (Johansen), Agnas Sundstein (Jakobsen) og Jórun Matras (Ellefsen). Fremst f.v.: Kamma Joensen (Ellefsen) Eydna Joensen (Djurhuus) Anna Kirstin Hátún (Meitil), Sólrun Kjeld (Arge), Jørgen Lützen, Beinta Samuelsen (Dam) Um onkur hevur hug at ogna sær hesar myndir, er viðkomandi vælkomin at venda sær til Jórunn Dánialsdóttir á telefon: 226024. Myndaeigari: Beinta Dam (Mynd nr. 223)