mánadagur 18. februar 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 34 - 18. februar 2008
tíðindi
Stutt Sagt
Bush: Herstøð
í Afrika
Amerikanski
forsetin,
George W. Bush, hevur
eitt serligt ynski við sær,
nú hann vitjar Afrika.
Fríggjadagin segði hann,
at á vitjanini fer hann at
umrøða spurningin um
eina amerikanska herstøð
í Afrika. Fyri einum ári
síðani stovnaði forsetin
eina serliga afrikanska
deild, sum hevur hildið til
í Týsklandi síðani, men
nú ætlar forsetin at flyta
hana til Afrika. Tað er ikki
greitt, um amerikanararnir
hava valt sær nakað ávíst
land í Afrika til herstøðina,
men eygleiðarar í Wash
ington siga, at stjórnin fer
uttan iva fyrst at kanna
møguleikarnar í Liberia.
McCain
eftir Putin
John McCain, sum uttan
iva verður forsetavalevni
hjá republikanarunum til
amerikanska forsetavalið
í heyst, sigur seg hava
illgruna um, at Vladimir
Putin fer at varðveita alt
vald í Russlandi, hóast
hann fer frá sum forseti.
Undir einari hoyring um
vikuskiftið segði McCain,
at Putin droymir um at
endurskipa
tað
gamla
russiska stórríkið, og tí er
tað umráðandi, at hann
framvegis hevur tað av
gerandi orðið, sjálvt um
hann fer úr forsetaem
bætinum. John McCain
legði afturat, at avgerðin
hjá Putin at skjóta Dmitrij
Medvedev upp sum for
setavalevni vísir, at Putin
vil hava ein forseta, sum
ikki fer at seta seg upp
ímóti sær.
Dapur-
skygni
í USA
Ein kanning í USA vísir,
at
amerikanska
fólkið
hevur ikki so góðar vónir
um framtíðina, sum tey
hava havt. Sambært kann
ingini hevur framtíðarvón
in ongantíð verið so døpur
síðani 1991 sum nú. Tað
eru heldur ikki bara vanlig
fólk, sum vænta sær minni
av framtíðini nú. Tað gera
hagfrøðingar
eisini,
skrivar AP.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Ófriðarkropparnir megna ikki at gjalda skaðan, teir
gera, so foreldrini mugu gjalda fyri teir
Dansk Folkeparti
útlond
Enn eina ferð er
Evropa-kortið broytt,
nú Kosova hevur lýst
seg sum sjálvstøðugt
land, og enn eina ferð
er tað Balkan, sum
skelvir
Sum væntað kom øði í
serbar, tá albanski meirilutin
í Kosova boðaði frá, at
landsparturin hevði tikið
loysing
og
var
vorðin
sjálvstøðugt land. Í Beograd
og
øðrum
býum
tustu
túsundtals fólk út á gøturnar
at mótmæla fráboðanini úr
Pristina, og fleiri kravdu, at
Serbia skuldi seta albanar
arnar upp á pláss við makt.
Serbisku myndugleikarnir
høvdu sent nógvar løgreglu
menn at forða fyri ófriði, og
minst 30 fólk fingu skaða í
samanbrestum millum løg
regluna og mótmælisfólk.
Umleið helmingurin av
teimum, sum fingu skaða,
vóru løgreglumenn.
Mótmælisfólkini royndu
at sleppa inn á amerikonsku
sendistovuna í Beograd,
men har høvdu myndug
leikarnir sett umleið 500
løgreglumenn at verja sendi
stovuna. Kortini eydnaðist
tað mótmælisfólkunum at
bróta
onkrar
rútar
á
sendistovuni.
Slovenska
sendistovan
stóð eisini fyri skotum. Slo
venia hevur í løtuni for
mansskapin í ES, og fólk
vóru í øðini um, at Slovenia
styðjar ætlanina hjá ES at
viðurkenna Kosova sum
sjálvstøðugt land.
Fagnaður og misnøgd
Útlendskir eygleiðarar í
Serbia siga, at boðað er frá
fleiri mótmælisgongum í
dag og teir næstu dagarnar,
og teir vænta tí meiri ófrið í
Beograd og øðrum stórum
býum. Serbisku fjølmiðlar
nir hava eisini eggjað fólki
til at vísa sína misnøgd við,
at Kosova er stolið, sum
bløðini málbera seg.
Í Kosova vóru fleiri
túsund fólk í gøtunum og
fagnaðu avgerðini at lýsa
landið sjálvstøðugt. Serliga
í høvuðsstaðnum Pristina
er óførur fagnaður, og hóast
tað frysti ellivu stig, hildu
nógv túsund fólk á út á
náttina.
Men rómurin í gøtunum í
Pristina lýsir ikki allan
sannleikan um støðuna í
Kosova, tí tann serbiski
minnilutin er alt annað enn
fegin. Serbarnir eru harðliga
ímóti at loysa Kosova frá
Serbia. Mótstøðan er serliga
stór í býnum Mitrovica, har
nógvir víðgongdir serbar
halda til.
NATO hevur sent eyka
hermenn og løgreglumenn
til tann serbiska partin av
Kosova fyri at forða fyri
ófriði. Dagurin í dag og teir
næstu dagarnir fara at vísa,
um tað er nóg mikið, skrivar
Reuters.
Ósemja í ST
Eftir kravi frá Russlandi
kom trygdarráðið hjá ST
saman í gjárkvøldið at
viðgera støðuna, nú alban
ski meirilutin í Kosova
hevur lýst serbiska lands
partin
sum
sjálvstøðugt
land. Á fundinum gjørdi
russiski sendiharrin, Vitalij
Tsjurkin, greitt, at Russland
metir avgerðina hjá alban
ska meirilutanum í Kosova
ólógliga, men hesum fekk
hann ikki undirtøku fyri í
trygdarráðnum.
Russiski sendiharrin vildi
eisini vera við, at avgerðin
at loysa frá Serbia stríðir
ímóti samtykt nr. 1244 hjá
ST um Kosova. Tað helt
bretski sendiharrin, John
Sawers, ikki og vísti á, at
STsamtyktin
kann
ikki
forða londum at viðurkenna
Kosova sum sjálvstøðugt
land. Tí ræður hvørt einstakt
land fyri, segði Sawers.
Bretland og seks onnur
lond úr Vesturheiminum
samtyktu samtyktu síðani
eina fráboðan, sum sigur, at
málið at finna eina endaliga
loysn fyri Kosova er nú
rokkið. Tað seinasta orðið
er kortini ikki sagt, tí
trygdarráðið
skal
aftur
halda fund í kvøld. Russland
hevur biðið um, at tann
fundurin verður almennur,
og at serbiski forsetin, Boris
Tadic, sleppur at taka lut á
fundinum.
Kina og Russland, sum
bæði gava sýtingarrætt í ST,
hava sagt, at tey viðurkenna
ikki
Kosova.
Hini
trý
londini við sýtingarrætti,
USA, Bretland og Frakland,
fara væntandi ar viðurkenna
tað nýggja landið um stutta
tíð.
Í Beograd vóru harðir samanbrestir millum løgregluna og mótmælisfólk. Minst 15 løgreglumenn fingu skaða
Balkan skelvir aftur
Mótmælisfólk royndu at sleppa inn á amerikonsku sendistovuna, men løgreglan forðaði teimum