Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. februar 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 34 - 18. februar 2008 17 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Nú eri eg ein ómetaliga glaður maður Jóhan Petur á Stongum, SÍ Mikudagin hevur Handilsskúlin á Kambsdali kunnandi fund um serligu Ítrótt­ arbreytina, har tað næsta skúlaár ber til at fáa venjing í bæði fótbólti og svimjing. Fundurin verður í FSF­húsinum í Havn Ítróttarskúli Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í hesum skúlaárinum hevur Handilsskúlin á Kambsdali havt eina serliga Ítróttar­ breyt, har ungir fótbóltsspæl­ arar hava kunnað saman­ tvinnað miðnámsútbúgving og eyka fótbóltsvenjing. Royndirnar av Ítróttar­ breytini eru so góðar, at Handilsskúlin á Kambsdali eisini næsta skúlaár fer at bjóða ungfólki hendan møguleikan. Harafturat verður Ítróttarbreytin víðk­ að til eisini at umfata svimj­ ing í 2008/09. Mikudagin verður skipað fyri kunningarfundi um ítróttarbreytina, og umboð frá skúlanum, lestrarveg­ leiðari, venjarar og næming­ ar eru til staðar. Kunnandi fundurin verð­ ur í FSF­húsinum í Havn mikudagin 20. februar klokkan 18.00. Á fundinum verður kunn­ að um útbúgvingina, um venjingarnar, og møguleiki verður eisini at seta lærarum spurningar og tosa við næm­ ingar á breytini. Kunna um Ítróttarbreytina í Havn Í fjør var ítróttarflokkurin á Kambsdali í Danmark á venjingarlegu Bert fimm hundrað­ partar av einum sekundi manglaðu í at vinna tvær DM­gull renning Heri Simonsen hersim@sosialurin.fo Bjørk Herup Olsen úr Havn hevur veruliga sligið navn sítt fast í Danmark. Innan­ dura Danmarksmeistara­ skapið í frælsum ítrótti var hildið í tí nýggju innandura høllini, sum liggur í Skive í Vestur­Jútlandi. Bjørk var meldað til bólkin, Gentur 16­17 ár, og sigast má, at tað gekk framúr væl. Gull á 3.000 metrum Leygardagin rann Bjørk í finaluni á 3.000 metra­tein­ inum, og her gjørdi gentan úr Bragdinum eitt veruligt bragd. Hon brúkti 10.22,57 minuttir uppá teir 3.000 metrarnar, og var tað nóg mikið til at vinna gull. Bjørk rann taktiskt klókt. Var ikki í fremstu røð í byrj­ anini, men át seg so spaku­ liga inn á førarafeltið, og ímóti endanum hevði hon lagt seg á odda í feltinum. Fyrst komin á fremsta pláss­ ið slepti Bjørk ikki endan­ um, og rann seg til tað stóru gullmedaljuna. Silvurvinn­ arin Marie Munk Jacobsen úr Aarhus 1900 var meir enn fimm sekund aftanfyri Bjørk. Tíðin hjá henni var 10.27,68. Eitt langt lop var niður til bronsuvinnaran Cecilie H. Christensen úr Ballerup AK, hon hevði tíðina 11.07,81. Silvur á 1.500 metrum Sunnudagin eydnaðist tað tó Marie Munk Jacobsen at fáa býtt um uppá leiklutir­ nar. Tá var finalan á 1.500 metra teininum. Marie Munk Jacobsen kláraði akk­ urát at spleysa Bjørk av við 5 hundraðpørtum av einum sekundi. Vinnaratíðin gjørd­ ist 4.59,23 minuttir. Bjørk vann silvur við bara 5 hundr­ aðpørtum av einum sekundi aftanfyri Mariu Munk Jacobsen. So nær, so nær. Fimm hundraðpartar er ikki nógv, men í eliturenning ógvuliga avgerandi. Ergi­ ligt, men vit mugu øll kort­ ini lyfta hattin av fyri Bjørk Herup Olsen, sum vit uttan iva fara at hoyra nógv til. Bæði til FM, DM, Oyggja­ leikir, og vónandi onkra størri millumtjóða kapping. Tí her er talan um eitt veru­ ligt talent. Sosialurin ynskir Bjørk tillukku við gullinum og silvurinum. Gull og silvur til Bjørk H. Olsen Framgongdin hevur verið stór hjá Bjørk Herup Olsen, og heiðursmerkini í Danmark boða frá, at Føroyar veruliga hava ein nýggjan eliturennara ávegis