mánadagur 18. februar 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 34 - 18. februar 2008 ]
Hóast stórspæl frá
Jacob Larsen, so tapti
Neistin annan dystin
á rað. Og nú eru
bert trý stig niður til
Kyndil í dystinum um
FM-finaluna
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Alt kappingarárið hevur
Neistin verið á hampuliga
tryggari finalukós. Og fyri
bara tveimum umførum
tóktist finalusessurin púr
asta vissur.
Men tann veruleikin er
eisini broyttur. Sunnudagin
taptu teir bláu aðru ferð á
rað, og aftur hesa ferð var
talan um greiðan ósigur.
Tvær broytingar vóru ann
ars at síggja á liðnum hjá
Neistanum hesaferð. Jacob
Larsen hevur nú verið í
Føroyum í eina tíð, men út
lendingakvotan hevur havt
við sær, at stóri danin als
ikki hevur verið at sæð í
málinum.
Sunnudagin var hann við
frá byrjan, og eina løtu tókt
ist hann mest sum einsa
mallur vilja avgera dystin.
Men hóast eitt bjargingar
prosent, sum muni liggja
heilt nær teimum 50, so var
hetta ikki nóg mikið, tá
StÍF við kvikum spæli tag
aði Neistaverjuna sundur
óteljandi ferðir.
Hartil var Jakob Jónsson
eisini við á liðnum hesaferð.
Tað merkti so eisini, at Bla
goje Buha ikki kundi koma
á vøllin. Hóast aldurin er
farin at tyngja, so er eingin
ivi um, at Jakob kann verða
góður styrkur hjá Neista
num, men hesa ferð hevði
hann ilt við veruliga at seta
seg ígjøgnum, tó at einstakar
vakrar fríspælingar vóru á
skránni.
Reistust
Hjá StÍF ráddi um at reisa
seg eftir finalutapið seinasta
sunnudag, og tað varð gjørt
við manér.
Verjan var mest sum alla
tíðina uppi á tærnum, og
ferðin
á
álopsspælinum
varð í løtum skrúvað heilt í
topp. At álopshóttanin er
breið, sást aftur hesaferð,
og í løtum varð David Ed
vardsen skumpaður út á
veingin, so báðir Justinus
senbeiggjarnir sluppu fram
at á bakkunum.
Og tað var væl meira, enn
Neistin megnaði at fylgja
við. Endaligi sigurin gjørd
ist fimm mál, men var tað
ikki fyri stórspælið hjá
Neistamálverjanum,
so
kundi sigurin væl verið
munandi størri.
Finalan í vanda
Og tað ber so við sær, at
Neistin nú av álvara merkir
trýstið frá Kyndli. Bert trý
stig eru nú at geva av, og
enn er ein dystur eftir móti
Kyndli.
So
kiksararnir
skulu ikki verða serliga
nógvir, áðrenn finaluplássið
hjá teimum bláu kemur
heilt alvorliga í vanda.
Hjá StÍF er finalan hin
vegin trygg. Í teoriini kann
enn kiksa, men so vilja ikki
bara illa til – men heilt illa.
Og við spæli, sum ber boð
um, at steypafinalan milt
sagt var ein kiksari, er tann
vandin neyvan nakað, sum
strandingar
tosa
serliga
ítøkiliga um.
Eingin vinnari var
í Hoyvík, tá VÍF
vitjaði. Og enn eru
báðir partar við í
bronsudystinum
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Bæði H71 og VÍF hava havt
trupult við at halda stór
spælinum uppi í ár. Til tess
hava báðir partar verið ov
sveiggjandi í avrikum sín
um.
Og sveiggjandi vóru tey
eisini í dystinum sunnudag
in, har spenningurin alla tíð
ina var í hásætinum, tó at
tað góða spælið ikki altíð
var eins sjónligt.
Fyrstu løtuna av dystinum
vóru tað vestmenningar,
sum vóru omaná, men H71
megnaði tó at svara aftur.
Teir togaðu seg framum
undan steðginum, og fyrsta
korterið eftir steðgin gekk
bara ein veg.
Vestmenningar vildu tó
ikki geva seg, og teir stríddu
seg eisin uppaftur. Somikið
væl eydnaðist, at gestirnir
at enda máttu iðra seg um,
at teir ikki fingu bæði stig
ini við sær. Tríggjar ferðir
móti dystarenda vóru tað
nevnliga teir gulu, sum
vóru á odda, men hvørja
ferð megnaði H71 at svara
aftur.
Seinastu sekundini var
ein VÍFavgerð eisini áveg
is, men Bárður Brimvík
valdi
neyðbremsuna
og
reytt kort, tá VÍF kontraði.
Og so varð tann álops
royndin av ongum.
Stjørnan-VÍF 33-
31 (17-14)
VÍF
spældi
við
Stjørnan vann ælt-
aða sigurin móti
VÍF, men seinastu
løtuna minkaði
munurin heilt nógv
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@soisialurin.fo
VÍF hevði ikki tær stóru
vónirnar undan vitjanini
í Klaksvík, men tær
fylgdu kortini so heilt
væl við fyri steðgin.
Eftir steðgin hevði tó
hug at skrædna, og Stjør
nan var eitt skifti á odda
við átta málum.
Móti dystarenda slak
aði Stjørnan tó. VÍF fekk
tá fatur um rætta endan,
og við einum góðum háli
minkaðu tær heilt nógv
um munin. Nóg mikið til
at fáa stig gjørdist hetta
tó ikki, og Stjørnan tókt
ist alla tíðina hava neyð
uga yvirskotið, skuldi
tað av álvara staðið á.
Stjørnan-VÍF 33-31 (17-14)
10 min: 6-5
20 min: 13-8
40 min: 24-16
50 min: 29-23
Málskjúttar
Stjørnan: Simona Peter-
sen 10(2), Durita Christoff-
ersen 8, Joan Midjord
Djordjevic 5, Durita Ljós-
stein 3, Bára Skaale Klaks-
tein 2, Anna Kristina Sam-
son 2, Hanna Mikkelsen 1,
Ella Petersen 1, Maria við
Neyst 1
VÍF: Ioana Rapa 11(2),
Liljan Djurhuus 9, Fríða
Marjunardóttir 4, Finngerð
Jensen 2, Heidi Joensen 2,
Rannvá á Rógvu 1, Linda
Johannesen 1
Brotskøst: Stjørnan 3, VÍF 2
Útvísingar: Stjørnan 2,
VÍF 7
Dómarar: Karsten Joen-
sen & Kristian Joensen
FAKTA
Neistin-StÍF 26-31 (12-15):
Finaluplássið í vanda
Neistin-StÍF 26-31 (12-15)
10 min: 6-4
20 min: 9-10
40 min: 15-22
50 min: 21-26
Málskjúttar
Neistin: Karl Herup Olsen 7, Ingi Olsen 6, Jugoslav Djumic
6, Jóhan Brekstein 3, Tróndur Kragesteen 3, Dann
Thorleifsson 1
StÍF: Sveinur Justinussen 7(4), Leivur Justinusen 5(2),
Bárður Danielsen 5, Danni Syhler 4, David Edvardsen 4,
Borgar Danielsen 3, Bent Djuhuus 1, André F. Danielsen 1,
Alexandur Johansen 1
Brotskøst: Neistin 2, StÍF 7
Útvísingar: Neistin 2, StÍF 1
Dómarar: Hans Thomasen & Hanus Kúrberg
FAKTA
H71-VÍF 24-24 (12-11)
10 min: 5-6
20 min: 6-9
40 min: 16-15
50 min: 21-21
Málskjúttar
H71: Dánjal Tórgarð 6, Halgir Dahl Olesen 5, Niels Viggo
Niclassen 3, Gunnar Bláberg 2, Bárður Brimvík 2, Hans Kári
Hansen 1, Poul Kjartan Dam 1, Christian Eli Zachariasen 1
VÍF: Agnar Joensen 8, Rúni Joensen 4, Regin Joensen 4,
Niels Andreasen 3, Karl Johan Djurhuus 3, Joen P.
Høgnesen 1, John M. Andreasen 1
Brotskøst: H71 4
Útvísingar: H71 3, VÍF 5
Diskvalifikatión: H71 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar: Kristian Johansen & Dánjal Samuelsen
FAKTA
Jacob Larsen vísti satt
stórspæl millum stólparnar,
men tað var ikki nóg mikið
hjá Neistanum
Mynd: Álvur Haraldsen
H71-VÍF 24-24 (12-11):
Stríðast um bronsuna
Holst var liðformaður
Føroyski landsliðsspælarin Christian Lamhauge Holst
var liðformaður hjá Lyngby, tá superligaliðið spældi
venjingardyst í Esbjerg um vikuskiftið. Dystin vann
Esbjerg 20, og bæði málini vóru gjørd í fyrra hálv
leiki. Umframt Christian Holst var føroyski landsliðs
spælarin Tem Hansen eisini við í hópinum hjá Lyngby.
Tem var eykamaður, men kom á vøllin í seinna
hálvleiki.
Venjingardystir í fótbólti
Um vikuskifti spældu fótbóltsliðini venjingardystir. Her eru
nøkur av úrslitunum
ÍFB68
10
NSÍKÍ
20
ABB71
22
SkálaB36
21
HB07 Vestur
51
B71VB/Sumba 20
VB/SumbaTB
12