Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-15, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. februar 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 33 • 15. februar 2008 Vikuskifti 24 átrúnaður Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Byrja møtir aftur Oyrarbakki: Saman við øðrum góðum fólki ætlar Thomas Juul Askham at skipa fyri regluligum møtum í eydnuni á Oyrarbakka. Henda røðin byrjaði sunnukvøldið og verður hildið fram nú sunnukvøldið. - Møtini í Eydnuni eru ætlað sum eitt tilboð til tey fólkini, sum búgva í Svínáum, Norðskála, Oyrarbakka og á Oyri. Men onnur eru sjálv- andi eisini vælkomin á møtini, sigur Thomas Juul Askham. Ætlanin er sum nevnt at hava hesi møtini 1. og 3. sunnudag í hvørjum mánaði. Henda fyrsta mánaðin verða tó møtir hvørt sunnukvøld. Sendiboðið repar seglini Útgávur: Blaðið “Sendiboðið” fer hereftir at koma út seks ferðir um árið við tíðindum frá tí, sum trúboðarar, ið eru farnir út frá føroyskum samkomum, standa í. Blaðið er áður komið út 10 ferðir um árið, men útgáv- urnar fækka nú eitt sindur. - Vit halda. at tað framvegis er tørvur á einum góðum missiónsblaði í einari tíð, har trúboðarar okkara eru nógvir, og neyðugt er, at onkur talar teirra søk, sigur høvundurin, Páll Poulsen (myndin). Samband við ís­ lendska samkomu Filadelfia: Hetta vikuskiftið fær samkoman vitjan av fyristøðufólkunum í Filadelfia Reykjavík, Ester og Vørður Traustason. Tað hevur higartil ikki verið so nógv samband millum samkomurnar báðar á leiðarastigi, men sum samkomu- leiðarin, Tummas Jacobsen sigur: - Vit gleða okkum til hesa vitjan og síggja fram til eitt mennandi samstarv millum hvítu- sunnusamkomurnar í Føroyum og í Íslandi. Tá fór djevulin frá honum, og sí, einglarnir komu og tæntu honum. Matt. 4. 11 Soleiðis endaði tað við freist- ingini av Jesusi í oyðimørkini. Men soleiðis endar tað ikki so ofta, tá ið vit vera freistaði. Ofta var tað øvut, at tað vóru einglarnir ið fóru, og djevulin ið var verandi. Hann er trúfastur at møta upp og hevur eygu á hvørjum fingri, altíð til reiðar at koma við tí, okkum dámar. Vit vita væl, at tað eru stein- ar, hann vil metta okkum við, men tá ið tað hevur eydnast honum nóg leingi at lúgva heilt inn í sálina, at teir kunnu blíva til breyð, taka vit teir – og ikki fyrr enn ov seint er, leggja vit merki til, at teir vóru verandi steinar. Ella hann vísti okkum heims- ins ríki og alla dýrd tess og teskaði okkum í oyra: Níg fyri mær, so skal eg geva tær hetta. Og tað var ógjørligt at siga nei takk. Hugsa sær, at fáa júst tað, ein ynskti sær - heiður, pening, vald, bara við at níga. Ongatíð hava so mong fingið so nógv fyri so lítið sum fólk fingu, tá ið tey nigu fyri gudinum í hesum heimi. Vit síggja hetta rundanum okkum, hvussu menniskju níga, og hvussu nógv tey fáa fyri tað. Djevulin er ein góður útgjaldari. Vit sjálv nigu við. Og fingu eina rúgvu við. Tað er bara tað at siga til hetta, at vit skulu hugsa ”ilt”, hvørja ferð djevulin sigur nakað ”gott”. Tí hann er lygnari. Tað er vandafult at leggja oyra til rødd hansara og dýrt at fylgja honum. Tí tað kostar altíð tað, at einglarnir fara frá okkum. So eru vit einsamøll við hinum Ónda. Og tað verður eitt ússaligt lív. orðið Hesa vikuna: John S. Myllhamar Millum himmals og hel­ heim liggur havið. Man tað vera orsøkin til at hetta skipafelagið hevur fingið sær ferjuprest? Tað er sjómanspresturin Harald Daasvand sum skal mynstra umborð á ferjunum. Endamálið er millum annað at vera á staðnum, um tørvur er á einum sálarrøktara ella einum sum kann veita fólki umsorgan. Daasvand hevur áður virkað sum sjómansprestur í Rotterdam og Montreal. - Prestatænastan er fyrst og fremst vend ímóti manningini. Haraftrat verði eg ein resursur umborð í ymiskum viðurskiftum, millum annað í samband við tilbúgvingar, sigur Daasvand sambært norska blaðnum VG. Frammanundan hava ferjurnar sum sigla um Skagerrak og Norðsjógvin havt bæði sivilklødd løgreglufólk og læknar umborð. Nú fáa eisini summi av skipunum vitjan av presti, sum er til staðar tá og um manningin ynskir at tosa um persónlig mál, trupulleikar og annað. Ferðafólkini fáa eisini sama møguleika, um álvarsamar kreppur henda umborð meðan skipið er í sigling. Talan kann verða um onkran sum er vorðin sjúkur ella fær ring boð heimanífrá. Color Line fær ferjuprest Erkabiskupurin, Desmond Tutu tók til orðanna fyri einum politiskt virknum Gudi, tá Neyðhjálp Kirkjunn­ ar skipaði fyri gudstænastu í Trefoldighetskirken í Oslo í sambandi við 1. sunnudag í føstu. Kirkjan var fullsett langt áðrenn gudstænastan byrjaði seinasta sunnumorgun, skrivar norska blaðið Vårt Land. Við arbeiði sínum ímóti apart- heid og stríðnum fyri friði og sóning, umhvørvi og globalari rættvísi, hevur Tutu víst, hvussu orð kunnu fremjast í verki. Tað var júst hetta sum hann gjørdi, tá hann fór á prædikastólin í Trefoldighetskirken henda morgunin. - Gud er ikki neutralur. Hann er stuðul hjá teimum svongu, hjá teimum ið verða forfylgd og hjá teimum sum er í døpurhuga, boðaði Tutu. Teg, teg og aftur teg Tutu vísti í prædiku síni á, hvussu Gud í Gamla Testamenti fer inn í politisk viðurskifti, og hvussu Gud at enda fer inn í lívið hjá hvørjum einstøkum menniskja, við at koma til jarðar sum eitt mannabarn – ikki føddur í prýðiligari borg, men í lítlum fjósi av ikki serliga týdningarmiklum foreldrum. - Kunnu vit trúgva, at tann per- sónurin sum situr uttanfyri hesa kirkjuna, ein alkoholikari, ein narkomanur ... Kunnu vit trúgva, at tað er Jesus Kristus? Men Jesus sigur, at tað sum tit gera ímóti einum av hansara minstu, tað hava tit gjørt móti mær, segði Tutu. Hann kom síðani við eini sterkari áheitan á kirkjufólkið: - Gud hevur ongan annan enn teg, teg og aftur teg, til at verja Guds børn og tey sum rópa eftir friði, rættvísi og frælsi. Og Gud sigur: “Vilt tú ikki hjálpa mær!”. Tutu: – Gud er ikki neutralur - Gud hevur bara teg, teg og aftur teg til at verja Guds børn, segði Desmond Tutu