fríggjadagur 15. februar 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 33 - 15. februar 2008
DAGTILHALD
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað hevur verið arbeitt
leingi við ætlanunum um
eitt dagtilhald fyri eldri í
Nólsoy. Eftir at Tórshavnar
og Nólsoyar kommunur
løgdu saman 1. januar
2005, hava allar kommunal
ar uppgávur áligið Tórs
havnar kommunu. Og innan
eldraøkið hava tað serliga
verið Jónvør Christiansen
og Lis Hansen, sum hava
tikið sær av Nólsoy.
Jónvør
Christiansen
greiddi í røðu síni á móttøk
uni frá, hvussu tilgongdin
hevði verið. Tað byrjaði við
tankanum, og tað vísti seg
beinanvegin,
at
sovæl
umsiting
sum
politiski
viljin vóru positiv innatillað,
so skjótt var spurningurin
bara hølisviðurskiftini.
Mest
upplagdu
hølini
vóru tey hjá Avhaldsfelagn
um í bygdini, men har eru
trappur og tískil ikki egnað
til illa gongd ella fólk í koyri
stóli. Sama støðan er við
ungmannafelagshúsinum,
har hugnahølið er uppi á.
Tá so møguleikin beyðst
at keypa sethúsini hjá gamla
læraranum í Nólsoy varð
gjørt av at hyggja at teimum,
og vístu tey seg sera væl
egnað, serliga tí tey vóru í
einari hædd. Gjørt varð av
at keypa, og nýta tey til
dagtilhald.
Hesi sethúsini liggja sum
nærmasti granni hjá Missi
ónshúsinum, sum vóru nýtt
til barnagarð, men av tí at
tørvurin á húsplássi var so
stórur í barnagarðinum,
varð gjørt av at nýta hesi
húsini til vøggustovu, inntil
nýggi
barnagarðurin
í
bygdini var liðugur.
Snøgg hølir
Tá so vøggustovan var flutt
út, var farið undir at broyta
og rigga húsini til, so tey
kundu taka ímóti brúkarun
um. Størstu broytingarnar
vóru, at tey bæði WC’ini í
húsinum vóru gjørd mun
andi størri, og at allar hurð
ar vóru skiftar út við breið
ari hurðar, so koyristólar
ótarnaðir
kundu
koyra
ígjøgnum.
Gólvini vóru eisini skift,
men sjálv innrættingin er
sum so einki broytt.
Hølini eru sjálvandi snoll
að upp, málað, og so hevur
fyriskiparin, Patricia Christi
ansen, vanliga nevnd Disa,
funnið gamlar myndir úr
Nólsoy fram, sum prýða
veggirnar í høvuðshølunum,
ella stovuni.
Hølini eru sera hugnalig,
og bera meiri brá av einum
vanligum heimi enn av
einum stovni.
Hølini innan eru liðugt
umvæld, og ein rampi er
gjørdur úr túninum til
innhurðina, men enn vantar
ein rampi av vegnum niður
í túni. Hesin skal gerast,
men til ber kortini at sleppa
inn við koyristóli gjøgnum
garðin hjá Missiónshúsin
um, tí portur er á millum
húsini bæði.
Hugnalig móttøka
Í gjár var sum nevnt mót
tøka í nýggja dagtilhaldin
um, og nógv fólk, ung sum
gomul, nýttu høvið at
støkka inn á gólvið til dei
liga fiskasuppu og te ella
kaffi við køku afturvið.
Sum nevnt vóru umboð
fyri kommununa, tilhaldið
og heimatænastuna úti í
Nólsoy í sambandi við
upplatingina, og tær høvdu
allar fýra góð orð at bera
við á vegnum. Eisini Disa
segði nøkur orð, og mintist
eitt nú aftur á, tá hon fyrstu
ferð kom til Nólsoyar í
1958, at verða dadda hjá
millum
øðrum
Hilmari
Joensen, sum tey nógvu
seinastu árini hevur verið
lærari í Nólsoy.
Hesin sami Hilmar Joen
sen setti sín serliga dám á
hesa móttøkuna, tá hann
við harmoniku skipaði fyri
felagssangi. Trivið var í
fleiri nólsoyarsangir, sum
pápi Hilmar, Jákup Joensen,
hevur yrkt, og ógvuliga
passandi varð byrjað við
Nólsoyarvalsinum,
sum
Leif Hansen hevur yrkt. Og
nýggja dagtilhaldið heldur
til júst í gomlu setúsunum
hjá Leif Hansen.
Eisini spældi unga Anna
Malan Jógvansdóttir nøkur
løg á fiól.
Ein av teimum, sum vænt
andi fer at hava sína gongd
í nýggja dagtilhaldinum, er
fróðarmaðurin Høgni Thom
sen, og hann vísti síni kynst
ur sum frásøgumaður, tá
hann hugleiddi um ein túr
til neytar, hann gjørdi við
systur síni, níggju ára
gamal.
Fólk eru sera fegin um, at
bygdin nú hevur fingið dag
tilhald. Higartil hevur verið
skipað fyri hugnakvøldi
einaferð
um
vikuna
í
Avhaldshúsinum,
har
kortspæl fyri tað mesta er á
skránni, og sum skilst held
ur hetta fram. Kortspæl er
mikukvøld, meðan dagtil
haldið verður opið mána
dag, týsdag og hósdag.
Mánadag frá klokkan 13 til
18, hinar báðar dagarnar frá
10 til 18.
Fegin um nýtt dagt
Nógv fólk, ung sum gomul, nýttu
høvið at støkka inn á gólvið í nýggja
dagtilhaldinum, sum lat upp í Nólsoy
í gjár. Fólk eru fegin um hendan
nýggja møguleikan til eldri
Anna Malan Jógvansdóttir hugnaði um við fiólspæli. Á sofuni situr Heinina Gaard Hansen og
tað er fyriskiparin, Disa Christiansen, sum heldur nótunum fyri Onnu Maluna
Hilmar Joensen spælir harmoniku til felagssang. Við síðuna av Hilmari, Heinina Gaard Hansen, Lis Hansen, Jónvør Christiansen (handan bl