Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-15, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. februar 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Nr. 33 • 15. februar 2008 Vikuskifti í Kongressini, um hann gerst forseti. Hetta fellur als ikki í góða jørð hjá heykunum úti á høgravonginum. Fyri fýra árum skrivaðu fjøl­ miðlar, at tað demokratiska for­ setavalevnið John Kerry møguliga fór at heita á McCain um at gerast varaforseti, og tað sigur ikki so lítið um profilin hjá honum. Men John McCain er nú farin at fríggja til tann konservativa vongin í flokkinum. Komandi mánaðirnar fer McCain vænt­ andi at leggja á ein meira kon­ servativan bógv, soleiðis at hann kann vinna fleiri viðhaldsfólk í tí konservativa leguni. Eitt nú í spurninginum um fosturtøku roynir hann at gera vart við seg sum íðin mótstøðumaður ímóti abort. McCain hevur allatíðina verið fyri innrásini í Irak, men hann hevur samstundis funnist harðliga at George Bush fyri at hava lagt kríggið illa til rættis. Hann atkvøddi eisini ímóti skatta­ lættunum hjá George Bush við tí grundgeving, at skattalættarnir bara komu teimum ríku tilgóðar. McCain hevur í fleiri málum verið í beinleiðis konfrontatión við George Bush og hevur ongan­ tíð sitið væl um sátt við sitandi forseta. Hetta kann vera ein fyrimunur hjá honum, tí at hann harvið umboðar eina broyting í mun til undanfarna forseta, hóast teir hoyra til sama flokk. Avleiðingin av einum valstríði millum Clinton ella Obama øðru­ megin og McCain hinumegin er, at nógvir konservativir og religiøsir veljarar fara at kenna seg heimleysar. Stóri spurningurin er tí, um McCain fer at megna at mobilisera hendan stóra bólkin av traditionelt republikanskum veljarum. Um hesin bólkurin situr heima á valdegnum, kann tað gerast torført hjá McCain at vinna í november. Hjá George Bush var lykilin til tey Hvítu Húsini at mobilisera eina veljarafjøld, ið fyrst og fremst atkvøddi við religiøsum motivum. Fleiri vænta, at McCain nú fer at alliera seg við Huckabee, sum fær stuðul frá konservativum og ”teimum evangelisku”, sum tey verða nevnd í USA. Huckabee kann tí gerast varaforsetavalevni hjá McCain fyri at savna baklandið hjá flokkinum. Eingin ivi er tó um, at McCain skapar sundurlyndi í republikanska flokkinum, og hansara avbjóðing verður at savna baklandið. Eitt vanligt mynstur hevur verið, at eftir at kandidatarnir hava tryggjað sær sigurin innanfloks, flyta teir seg inn á miðjuna fyri at vinna veljarar, ið framvegis ivast. Men hjá McCain kann tað vera øvugt, tí hann má flyta seg út til høgru fyri at fáa stuðul frá tí konservativa baklandinum í flokkinum. Demokratarnir makta hvønnannan Enn er als einki avgjørt í val­ stríðnum í demokratiska flokkin­ um. Í løtuni stendur so at siga á jøvnum millum Hillary Clinton og Barack Obama. Tó hevur Barack Obama í løtuni ein lítlan fyrimun. Ein vandi við hesum er, at meðan republikanska valevnið nú kann hyggja fram ímóti forsetavalinum í november, skulu demokratisku valevnini framhaldandi konsentrera seg sum at vinna innanhýsis dystin. Hetta fer væntandi at geva McCain ein fyrimun, tí hann kann fult og heilt fara undir at savna tað republikanska baklandið í stríðnum ímóti demokratunum. Fleiri vænta, at demokratarnir ikki fara at finna sítt valevnið fyrr enn á landsfundinum í august. Munurin millum Obama og Hillary er sera lítil, og um hvørki av valevnunum megnar at vinna nóg nógv umboð áðrenn landsfundin, verða tað tey sokallaðu ”superdelegates”, sum fara at hava tað avgerandi orðið. Tey superdelegaraðu eru borgarstjórar, guvernørar og kongress­limir, sum eisini hava atkvøðurætt á landsfundinum, men tey kunnu frítt velja annan av kandidatunum eftir persón­ ligari sannføring. McCain er tann royndi pol­ itikarin og krígshetjan, sum veruliga kann bjóða demokrat­ unum av á komandi vali. Allir indikatorar hava víst, at demo­ kratarnir hava góð kort á hondini, men McCain verður ikki lættur at syfta. Spennandi verður tó at fylgja við í maktdystinum, sum fer fram í republikansku leguni í løtuni. já demokratunum Samanteljing Demokratar (vinnarin skal hava minst 2.025 umboð) Valevni Tal av umboðum Hillary Clinton 1198 John Edwards 26 Barack Obama 1223 Samanlagt 2447 Republikanarar (vinnarin skal hava minst 1.191 umboð) Valevni Tal av umboðum Mike Huckabee 241 John McCain 821 Ron Paul 14 Mitt Romney 288 Samanlagt 1364 Kelda: Associated Press 13. februar John McCain er á gamalsaldrinum vorðin fremsta boðið hjá republikanarunum uppá ein forseta, hóast hann møtir harðari mótstøðu í tí republikanska baklandinum Mynd: Polfoto