Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-18, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. februar 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 34 - 18. februar 2008 ] Alves venur við B71 Alex Alves, sum í farnu viku royndarvandi við KÍ, venur nú við B71. Um vikuskiftið var hann við, tá ið B71 spældi venjingardyst móti AB, men um talan verður um sáttmála, er enn ógreitt. – Fyribils er spælarin til royndarvenjingar. Og út frá hesum taka vit so støðu til, hvat víðari hendir í málinum, sigur Eli Hentze, sum er venjari hjá B71. Claus tapti í Ipswich Fyrrverandi føroyski landsliðsspælarin í fótbólti Claus Bech Jørgensen spældi við allar 90 minuttirnar, tá Blackpool spældi í næstbestu ensku fótbóltsdeildini um vikuskiftið. Blackpool var á vitjan hjá Ipswich og noyddist at lúta 2-1. Ipswich legði seg á odda bæði 1-0 og 2-0, áðrenn Blackpool svaraði aftur. Skotski álopsspælarin Paul Dickov skoraði fyri Blackpool stutt fyri leiklok. Harrarnar hjá SÍ spældu móti Mjølni í steypafinaluni í flogbólti um viku­ skiftið, og har fingu teir nærum alt at virka. Mjølnir fingu ikki vart fyri vandamikla SÍ álops­ spælinum, og so var grundarlagið lagt fyri einum trivaligum SÍ sigri FLOGBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Síðani ársskiftið eru mest sum allir mansdystirnar í flogbóltslandskappingini endaðir við einum javnbrót- ara (t.e. einum 5. setti, ið skal avgera dystin blaðm.), og tí var vónleyst at spáa um nakran favoritt undan mansfinaluni millum Mjøln- ir og SÍ, og alt annað, enn at vænta ein javnan dyst, var óhugsandi. Royndir harrar Finalan hjá monnunum stóð millum Mjølnir og SÍ, og bæði hesi liðini hava mynd- að oddin av føroyskum mans- flogbólti seinastu mongu árini. Serliga Mjølnir úr Klaksvík hava verið nærum fastir gestir til finaluna. Um vikuskiftið var teirra sætta av slagnum, og teirra fjórða á rað. Av teimum seks finalunum, hava teir vunnið tríggjar. Eisini SÍ hevur roynt at spælt finalu áður, og var tað teirra fimta finala, og teirra triði sigur samanlagt. Ikki fyrsti samanbrestur Steypafinalan leygardagin var ikki fyrstu ferð, at hesi bæði lið møttust í hesum høpi, tí afturi í 2005 vóru tað júst hesi, ið myndaðu mansfinaluna. Ta ferðina endaði tað við 3-0 sigri til sørvingar, so vónirnar vóru gamaní góðar í SÍ hópinum, til at endurtaka bragdið. Og tað var júst tað, teir gjørdu. Servupress frá byrjan SÍ leikararnar virkaðu øgi- liga tendraðir at líta á undan finaluni, og um tað var or- sakað av miseydnaða dysti- num hjá kvinnum felagsins, beint undan teirra dysti, skal vera ósagt. Hvussu er og ikki, so byrjaðu sørvingar sum nakrar maskinur í fyrsta setti. Teir løgdu eitt væla press á, longu við serv- unum, og tað var trupult hjá Mjølni at gera stórvegis við SÍ, tað fyrstu stóru løtuna. Men so við sum settið leið, kom Mjølnir inn í settið, og tað byrjaði at spyrjast rættu- ligur spenningur buturúr. Eftir tveir settbóltar til SÍ, eydnaðist tað tó SÍ at draga longra stráðið, í einum setti, sum í veruleikanum kundi farið báðar vegir. Og harvið høvdu sørvingar fingið best hugsandi byrjanina á steypa- finaluna anno 2008. Tað skuldi eisini vísa seg at seta síni spor einastaðni, tí næsta sett varð alt annað enn til at samanbera við fyrsta. Óhugnalig styrki SÍ byrjaðu sum eitt ólogið í øðrum setti av steypafinaluni á Hálsi, aftaná at hava vunn- ið fyrsta settið, tepurt 26- 24. Næsta settið var vunnið nógv meira sannførandi. Mjølnir fingu ikki eitt bein til jørðina í byrjanini av settinum, og munurin bara vaks. Skiftingar vórðu framdar á Mjølnir liðnum, men lítið hjálpti, tí til tað tóktust SÍ, alt ov sterkir, at tað skuldi órógvað teir nakað serligt. SÍ vann settið 25-13. Typiska triða settið Sum so mangan, so er tað altíð sera trupult at halda høvdið kalt í einum triðja setti, tá man júst hevur SÍ-Mjølnir 3-1 (26-24, 25-13, 18-25, 26-24) Ein vágasigur Mjølnir royndu at koma nærri SÍ, og royndu at kempa, men sørvingar vóru teir betri, og lótu ongantíð veruliga klaksvíkingunum inn í dystin Mynd: Álvur Haraldsen