Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-18, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. februar 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 34 - 18. februar 2008 ] Spælararnir ikki nóg góðir Liverpool-legendan Tommy Smith er nú farin upp í kórið, sum finnist at venjaranum Rafael Benitez. Leygardagin tapti Liverpool í FA Cup. Dysturin á heimavølli ímóti Barnsley endaði 2-1. - Hvussu kann Benitez halda, at hann kann vinna nakað við at senda B-liðið á vøllin, spyr Tommy Smith. Hann heldur, at Liverpool heldur ikki hevur nóg gott lið, tá ið Benitez sendir teir bestu 11 spælararnar á vøllin. Bjóða seg fram til HM Holland og Belgia, sum í 2000 skipaðu fyri EM- endaspælinum í fótbólti, hava nú boðið seg fram til at skipa fyri HM-endaspælinum í 2018. Londini halda, at samstarvið til EM í 2000 gekk so væl, at nú vilja tey hýsa heimsmeistaraskapinum eisini. Onnur lond, sum eisini bjóða seg fram til HM í 2018, eru Mexico, USA, Ongland, Russland, Kina, Japan og Australia. Eisini umhugsa Spania og Portugal eina felags umsókn. Avgerðin um HM í 2018 fellir í 2011. Sørvágs Ítróttarfelag hevði ein rimmar dag í høllini á Hálsi um vikuskifti, tá felagið hevði eitt kvinnulið og eitt manslið í ársins steypafinalum í flogbólti. Og ein av monnunum hevði eisini ein heilt serligan dag FLOGBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Jóhan Petur á Stongum, ið spældi við SÍ liðnum í finaluni um vikuskifti, hevði eitt heilt serligt viku- skifti. Ikki nokk við, at hann er ein av drívmegini á mansliðnum, so er hann eisini venjari hjá kvinnuliði felagsins, og man skuldi trúð, at tíðin og orkan ikki rakk til so nógv, men tað heldur hann als ikki. - Gamaní fer tað við nógv- ari tíð, men mær dámar tað so væl, so tá bilar tað ikki, um flogbólturin fer við tíð- ini, sigur Jóhan Petur, tá vit høvdu hann í telefonini und- an finaluni. Jóhan Petur er spælandi venjarin hjá kvinnuliðnum Venjari og spælari Eftir finaluna fingu vit orð- ið á Jóhan Petur aftur, og spurdu hann um, hvussu tað føldist at vera venjari hjá kvinnunum, ið taptu sína finalu móti ÍF, og sam- stundis vera á einum vinn- andi mansliði, ið vann móti Mjølni. - Eg havi tikið tað heilt róligt undan finalunum, meðan tær vórðu spældar, og nú aftaná, sigur hann. Jóhan Petur sigur sum ein lætnaður maður - Nú eri eg ein ómetaliga glaður maður. Og glaður hevur hann allar orsøkir til at vera, tí felag hansara hev- ur júst havt umboðan í báð- um steypafinalunum í ár, og somu lið liggja sera væl fyri í stríðnum um meistara- heitið. Fult uppiborið Jóhan Petur metir, at tað var fult uppiborið, at SÍ vann finaluna, tí hann helt at teir vóru betra liðið. - Vit fingu lagt neyðuga pressið á Mjølnir við servu- pressi, og tað gjørdi tað trupult hjá teimum at fáa nakað mótspæl upp at standa. Tó skal man ikki taka nakað frá teimum, teir royndu eftir førimuni. Vit fingu okkara spæl at koyra til fulnar, og spælið gekk skjótt og væl. Mjølnir fingu ongantíð møguleikan at koma inn í dystin, burtursæð frá í triðja setti, sigur Jóhan Petur, tá hann hugleiðir um finaludystin, ið SÍ vann sannførandi 3-1. Sigur man Elttør, tá hugsað verður um flogbólt, er tað aloftast Eystein Elttør, talan er um, men til steypafinaluna um vikuskiftið, hevði Mjølnir valt at hava lítlabeiggja hjá Eystein vi eisini. Rúni Elttør hevur vant eitt sindur við liðnum í ár, men hann er ikki heilt óroyndur í fakinum FLOGBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Rúni Elttør er einamest kendur innan fótbóltsheim- in, men í flogbólti kundi hann verið blivin kanska enn meiri kendur. Hann hevði spælt fleiri U-18 landsdyster í flogbólti, og hevði spælt fimm A-lands- dystir eisini, tá hann í 1998, sum 18-ára gamal valdi at fara til skips, at forvinna sær pengar. Rúni kom ikki í gongd við flogbóltin aftur fyrr enn hann í drúgvu skaðatíðini hann var í, nær- um alt síðsta kappingarár, fekk hann at fáa hug at royna seg aftur. Hann hevur vant nakrar ferðir við lið- num í ár, og fingið nakrar minuttir í onkrum dysti eisini, men enn hevur hann ikki fingið sítt stóra “come- back”. Rætti vinnarin Rúni er ikke seinur at viður- kenna, at tað var tað betra liðið, ið vann steypafinaluna. Hann helt ongantíð at Mjølnir veruliga fingu blokka størstu hóttanunum á SÍ liðnum, og tískil var tað í veruleikanum bara ein vegur. - Vit fingu ikki vart upp fyri serliga Jón Nielsen, og tá ein spælari sum hann fær feril av at mótstøðuliðið kanska hevur ein off-dag, ja so verður man straffaður, sigur Rúni Elttør, ið er skuff- aður av at hann og liðfelagar hansara ikki kundu vinna greipuna í ár. - Nú mugu vit noyðast við at vinna meist- araheitið, og tað fara vit eft- ir við fullari fer, sigur Rúni Elttør, ið er byrjaður at venja í fótbóltsfelagnum AB á Argjum, so hann verð- ur kanska ikki so nógv at síggja til írestandi lands- kappingardystirnar hjá Mjølni. vunnið tey tvey undanfarnu. Tað sæst ferð eftir ferð, at lið, ið eru á odda 2-0 í settum, fáa tað trupult í triðja setti. Tað er eitthvørt sálarligt, i hendur. Man tekur sær kanska ov nógv av løttum, og í slíkari støðu er mótparturin sjálvandi enn grammari eftir sigri- num, so heilt ofta sæst, at mótstøðuliðið vinnur triðja sett, tá eitt annað hevur verið á odda 2-0. Skuldi Mjølnir gera sær nakrar vónir um at hála ein sigur til Klaksvíkar, skuldu teir vinna avgerandi triðja settið, og tað var so eisini tað, teir gjørdu. Úrslitið í triðja setti gjørd- ist 25-18, men eitt skifti var støðan 22-12, so tað lýsir kanska munin í einum dysti, har spenningurin bara øktist fyri hvønn minutt, ið gekk. Kempað varð dúgliga um hvønn einasta bólt, og nógv- ar langar duellir vóru í setti- num, ið byrjaði at liva upp til gysara statusin, hann fekk skotið í bógvin í fjøl- miðlunum, undan stóra finaludegnum. Avgerðin fall í fjórða Gjøgnum allan dystin hevði Mjølnir trupult við at fáa lagt nóg góðan blokk á serliga Jón Nielsen hjá SÍ, og tað megnaði hann til fuln- ar at gera sar dælt av. Serliga í endanum á triðja og í byrjanini av fjórða setti, gekk avbera væl hjá 191 cm høga Jón Nielsen, ið virkaði sum um hann ikki kundi gera nakað skeivt hendan finaludagin. Hann sló nærum eftir vild í gólvið, og taktiska uppleggið hjá sørvingum tóktist at virka til fulnar. Tó skal onki takast frá Mjølni, teir hava alla æru av, at tað bert endaði við minst møguliga muninum í fyrsta og fjórða setti, og at teir vunnu triðja. Stríðsviljin eina, var tó ikki nokk í einum dysti, har SÍ veruliga hevði uppiborið steypasigurin, og har Mjøln- ir kanska standa eftir við tankanum, høvdu vit bara… Men givið er tað, at Mjølnir kemur sterkt aftur, tað eru flogbóltsáhugaði ikki eina løtu í iva um. Ein fantastisk kensla Jóhan Petur á Stongum var við til at vinna SÍ monnunum steypasigurin um vikuskiftið, men hann var eisini venjari hjá kvinnunum, ið onki fingu at hanga saman í teirra fyrstu finalu nakrantíð. Hetta var ein heilt serligur dagur hjá Jóhan Peturi og hjá SÍ Mynd: Álvur Haraldsen Deiligt at vera við aftur Rúni Elttør mátti ásanna, at talan var um rætta vinnaran í mansfinaluni Mynd: Álvur Haraldsen