Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-18, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. februar 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 34 - 18. februar 2008 ] Nýggjur landsliðs- venjari í borðtennis Ungi norðmaðurin, Ole Christian Stenshorne, er settur sum nýggjur venjari hjá borð­ tennislandsliðnum Borðtennis Pætur Albinus patur@sosialurin.fo Fyri aðru ferð innan stutta tíð hevur Borðtenn­ issamband Føroya sett nýggjan landsliðsvenj­ ara. Í heyst kom franski Hübert Hustache til land­ ið, men hann er nú fluttur til Barcelona, har hann m.a. venur ein part av spanska landsliðnum. Borðtennissamband Føroya (BTSF) hevur nú funnið avloysaran. Hann eitur Ole Christian Stens­ horne, og kemur úr Noregi. Hesin bara 20 ára gamli venjari hevur sjálvur leikt borðtennis á høgum støði, og er tvær ferðir blivin nummar fimm í kappingini um norska meistaraheitið. Ole Christian býr á Tvøroyri, og umframt at venja tey bæði feløgini í Suðuroy, TBF og Royn, ferðast hann til Havnar eina ferð um vikuna at venja leikararnar í Borð­ tennisfelagnum Tór. Hann hevur fingið sátt­ mála fram til í summar, og fyrsta størri uppgáva hansara verður at fara við føroyska ungdóms­ landsliðnum til Danmark­ ar at luttaka í Brøndby Cup um tríggjar vikur. Heini 10 mál í javnleiki Heini Hanusarson sýndi enn einaferð, hvussu virðismikil hann er fyri Elite 3000 Helsingør. Um vikuskiftið spældi Helsingør móti Tønder, og hesin dysturin endaði við javnleiki, 29­29, og skeyt føroyski stórskjúttin ikki færri enn 10 av málunum hjá Helsingør. Helsingør liggur miðskeiðis í næstbestu donsku røðini við 17 stig fyri 19 dystir. Monstrið ger aftur um seg 146 kilo tungi Nikolai Valuev ger aftur um seg á boksipallinum. Í fjør tapti russiski risin, sum verður róptur “the Monster” óvæntað fyri Ruslan Chagaev úr Usbekistan, men nú tykist hevndin vera ávegis. Um vikuskiftið vann Valuev tryggan sigur á Sergei Liakhovich, og tann sigurin skuldi til, fyri at fáa ein rematch móti Chagaev. – Hann prógvaði loksins, hvussu góður hann er. Valuev hevur ongan tíð verið betri, staðfesti umboðsmaðurin hjá Valuev, Wilfried Sauerland, eftir dystin. Við sigrinum á Kyndli er VB mest sum tryggjað pláss í FM­ finaluni HondBóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Enn eru seks dystir eftir at spæla. Og fýra stig eru nið­ ur til Neistan. Men tað skal nú vilja heilt illa til, um VB ikki spælir seg í FM­final­ una í Sunset­kappingini. Størsti snávingarsteinurin í so máta var helst heima­ dysturin móti Kyndli, og talan gjørdist eisini um ein dyst, har VB ikki fekk nakað sum helst forerandi. Kyndil var nevnliga væl við allan dystin. Okkurt lítið skifti vóru tær grønu enntá á odda, men sum dysturin leið, so megnaðu tær kortini ikki at halda fast um hetta. Tvørtur ímóti vórðu tað tær úr Vági, sum høvdu kaldastu nervarnar, tá mest stóð á. Tað stóð annars á jøvnum 21­21, men tá Kynd­ il fyrst misnýtti brotskast og síðani fekk eina útvísing, kundi VB renna undan. Og við trimum málum á rað beindu tær allan iva burtur. Samstundis sum tað hjá VB var nærum ein staðfesting av, at liðið fer at røkka FM­finaluni, so mundi Kyndil við hesum helst eisini veitra farvæl til bronsumøguleikan. Hesin hevur kanska verið av meira teoretiskum slag, men víð góðu gongdini hjá Kyndli, var tað kanska ikki heilt veruleikafjart kortini. Nú er munurin upp til Neistan tó fimm stig, og tá Kyndil hevur spælt ein dyst meira, verður metallið ógvuliga trupult at røkka. Eingi tekin vóru um timburmenn av nøkrum slag. Kyndil sópaði KÍF av vegnum, og enn halda teir grønu lív í finaluvónini HondBóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ofta hava timburmenn av bæði einum og øðrum slag gjørt um seg, tá lið hava vunnið stórar sigrar. Ikki minst kann tað vera tungt at seta seg upp sálar­ liga, tá steypabrak fyri full­ settari høll verður skift um við útidyst móti botnliði. Men tað var so ongan tíð nakað, sum tóktist merkja Kyndil sunnudagin. Teir grønu settu seg nevn­ liga á dystin frá fyrsta bríksli. Kollfirðingar sluppu at skjóta seg á odda 2­1, men tað var so tað. Eftir hetta var talan um einvegis ferðslu móti KÍF málinum, har hvørki Óla Christian Djurhuus ella Zeljko Jotic megnaðu at gera nakað sum helst. Motivatiónin Kanska var størsti munurin millum liðini motivatiónin. Hjá kollfirðingunum kiks­ aði kappingarárið, mest sum áðrenn tað byrjaði. Skaddir lyklaspælarar hava drenað megina úr tunna hópinum, og tí tykist spurn­ ingurin í løtuni vera, at liðið bara skal fáa seinastu dyst­ irnar frá hondini, so spæl­ ararnir sleppa í summarfrí. Hjá Kyndli er støðan ein heilt onnur. Steypasigurin var higar til hæddarpunktið á kappingarárinum, men eisini í landskappingini spælir liðið fyri sínum møguleika. Fyri bara tveim­ um vikum síðani var mun­ urin upp til finaluplássið sjey stig, men hesin er nú tódnaður niður í trý, og tí er vónin ikki heilt burturi hjá Kyndli enn. Gaman í eru bæði Høgni Klein og Josef Abrahamsen farnir av landinum aftur. Men sunnudagin merkti tað so ikki nakran sum helst mun. Og tað er væl eingin, sum gerst bilsin, um leiðsl­ an í felagnum ger av at flúgva teir báðar heim, um talan móti kappingarenda gerst um nakrar heilt avger­ andi dystir. Sjálvsálitið Og so skal ikki gloymast, at liðið hjá Kyndli eisini telur aðrar góðar spælarar. Sjálvs­ álitið hevur kanska ikki alla tíðina verið eins gott. Men sunnudagin prógvaðu teir, at teir eisini kunnu standa á egnum beinum. Gaman í móti einum liði, sum lítið og einki hevur at spæla fyri. Men tað skal tó nakað til, áðrenn eitt lið verður bukað somikið langt av vøllinum, sum kollfirð­ ingarnir vórðu tað hesa­ ferð. So er spurningurin bara, um Kyndil eisini kann røkka FM­finaluni. Kom­ andi tvær vikurnar fara at staðfesta, hvussu reellur tann møguleikin er. Tá skulu teir grønu fyrst spæla útidyst móti VÍF, áðrenn teir á heimavølli taka móti StÍF. KÍF-Kyndil 22-37 (11-16) 10 min: 3-5 20 min: 8-9 40 min: 14-25 50 min: 18-31 Málskjúttar KÍF: Damir Oros 7(2), Dean Jankovic 4, Teitur Joensen 3, Jóan Pauli Olsen 3, Rógvi Weihe 2, Ási Dam 1, Regin Petersen 1, Niklas Reginsson 1 Kyndil: Finnur Hansson 10, Hjalti M. Jacobsen 7, Hans Áki Dal Christiansen 5(3), Ken Zachariassen 4, Rani Ellingsgaard 4, Hanus Jacobsen 2, Johan Ellingsgaard 2, Janus Einar Sørensen 2, Hans Arni Thomsen 1 Brotskøst: KÍF 2, Kyndil 4 Útvísingar: KÍF 2, Kyndil 2 Dómarar: Kári Hansen & Sámal Paulason FAKTA VB-Kyndil 26-23 (12-11) 10 min: 5-4 20 min: 9-8 40 min: 14-15 50 min: 19-20 Málskjúttar VB: Daiva Toumaite 10(4), Christina Holm 6, Gurið Mortensen 3, Svava Vestergaard 2, Laila Jespersen 2, Miriam Michelsen 1, Theresa Joensen 1, Monika Samuelsen 1 Kyndil: Randi S. Wardum 6(1), Barbara Egilstrøð 5(1), Lina Andriulyte 4(2), Ronja Mikkelsen 3, Bjørg Syderbø 3, Tordis Tróndarson 1, Ragnhild á Plógv 1 Brotskøst: VB 5, Kyndil 6 Útvísingar: Kyndil 2 Diskvalifikatión: VB 1 (beinleiðis reytt) FAKTA KÍf-Kyndil 22-37 (11-16): Kyndilin er ikki sløknaður VB-Kyndil 26-23 (12-11): Snávaðu ikki Á myndini eru tað kollfirðingar, sum hava takið á Hanusi og Kyndli, men tað var nú ikki støðan í dystinum Mynd: Álvur Haraldsen