mánadagur 18. februar 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 34 - 18. februar 2008 ]
Dupult gull til Danmark
Tað gekk framúr væl hjá dønum, tá EM-kappingin í
badminton va rá skránni. Bæði kvinnur og menn vunnu
nevnliga sínar liðkappingar. Kvinnurnar bastu í finaluni
verjandi meistarunum úr Hollandi við 3-1. Hjá monnum
skuldi Danmark verja heitið, og hetta eydnaðist eisini, tá
Kenneth Jonassen, Jens Eriksen/Martin Lundgaard og Peter
Gade vunnu 3-0 á Onglandi.
Skaddur á beinkinum
Dida, sum annars hevur verið trygt fyrstaval hjá Milan í
fleiri ár, hevur í ár mist málverjasessin til Zeljko Kalac. Nú
er Kalac skaddur, men tað er tó ikki víst, at Dida verður at
síggja millum stólparnar fyri tað. Brasiliumaðurin varð
nevnliga skaddur, tá hann sat á beinkinum í dystinum hjá
Milan móti Parma. – Dida hevur fingið hald í ryggin, so
talan er um heilt álvarsligan trupulleika, sigur venjarin hjá
Milan, Carlo Ancelotti, við italskar miðlar.
Fimta umfar av
stórslignu FA-Cup
steypakappingini
verður spælt í dag,
og heilt óvæntað
tapti Liverpool á
heimavølli móti
Barnsley, ið dagliga
spæla í næstbestu
deildini. Stórdysturin
hetta umfarið var
á Old Trafford, har
Arsenal óvæntað tapti
stórt
FÓTBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Liverpool spældi á heima-
vølli um vikuskiftið í fimta
umfari av FA-Cup steypa-
kappingini í Onglandi, og
Barnsley vóru teir vitjandi,
og heilt óvæntað javnaðu
teir í øðrum hálvleiki, eftir
at Dirk Kuyt hevði lagt
heimaliðið á odda í fyrra
hálvleiki.
Eitt, ið var enn meira yvir-
raskandi, var tað, ið hendi
móti dystarenda. Tíðin vísti
93 minuttir á klokkuni, men
tó megnaði Barnsley leik-
arin Brian Howard at skora
óvæntaða vinnandi málið
fyri gestirnar. Liverpool
høvdu heili 31 málroyndir,
men bert tað einu ferðina
eydnaðist at fáa bóltin í net-
meskarnar.
Úrslitið gjørdist sostatt 2-
1, og Liverpool eru nú úti
av ársins FA-Cup kapping
Aðrastaðni vann Chelsea
3-1 móti Huddersfield, og
Coventry fingu avsmurning
á heimavølli móti West
Bromwich Albions.
Málríkur stórdystur
Stórdysturin í fimta umfari
av FA-Cup var á Old Traf-
ford, har kappingarneytar-
nar í oddinum av Premier
League, Manchester United
og Arsenal, brustu saman.
Heilt óvæntað høvdu Uni-
ted ongar trupuleikar við at
vinna dystin, meðan Arse-
nal nærum ikki fekk ein fót
til jørðina.
Javnt eina løtu
Í fyrra hálvleiki var tað bara
fyrstu løtuna, ið Arsenal
vóru við í dystinum, og tá
so United vunnu sær leik-
liga yvirvág, og byrjaðu at
kombinera frammi á vølli-
num, vórðu teir skjótt vanda-
miklir, og ikki gekk heldur
long tíð, so var mál.
Afturvendi
áloyparin
Wayne Rooney legði heima-
liðið á odda eftir 16 minutt-
um, og longu tá 33 minuttir
vóru spældir, var støðan 3-
0, og dysturin var í roynd
og vera avgjørdur. Hálv-
leiksstøðan varð eisini 3-0,
og í øðrum hálvleiki kom
eitt mál afturat, tað fall eis-
ini í lut hjá »Reyðu Djevlu-
num« úr Manchester.
Rooney er
afturkomin
Tá ið eitt korter var farið,
legði
afturvendi
Wayne
Rooney heimaliðið á odda,
eftir at hann skallaði bóltin
í netmeskurnar, úr stuttari
fjarstøðu. Bara fýra minuttir
seinni var aftur mál. Darren
Fletcher
skallaði
bóltin
mótvegis málinum eftir eitt
gott innlegg úr vinstru síðu,
og umvegis høvdið hjá Will-
iam Gallas endaði bólturin
í netinum til 2-0.
Sjey minuttir fyri hálvleik
eydnaðist tað Nani at økja
til 3-0, sum eisini gjørdist
hálvleiksstøðan.
Trýstið helt á
United byrjaði við sama
trýsti í seinna hálvleiki, og
Emmanuel Eboué gjørdi
ikki tingini lættari hjá Arse-
nal, tá ið hann í 49. minutti
fekk reytt kort fyri eina vit-
leysa stempling móti Patrice
Evra. Eftir hetta fall leik-
ferðin nakað, og tá ið 70
minuttir vóru spældir, hevði
Arsene
Wenger
fingið
nokk, hann framdi eina trí-
falda útskifting.
Útskiftingarnar gjørdu tó
lítlan og ongan mun, tí bara
fýra minuttir eftir hetta stút-
aði Darren Fletcher bóltin í
netmeskurnar til 4-0, ið
skuldi vísa seg at verða
endaliga úrslitið.
Manchester United er nú
trygt í kvartfinaluni í FA
Cup, og teimum á baki
koma lið sum Barnsley,
Bristol
Rovers,
Cardiff
City, Chelsea, Portsmouth
og West Bromwich Albi-
ons.
Sheffield United og Midd-
elsbrough spældu málleys-
an javnleik, og tí skulu tey
bæði dystast av nýggjum.
Úrslitini í FA-Cup
Bristol Rovers-Southampton
1-0 (Rickie Lambert)
Cardiff-Wolverhampton
2-0
(Whittingham, Hasselbaink)
Chelsea-Huddersfield
3-1
(Lampard 2, Kalou - Collins)
Coventry-W.B.A.
0-5
(Brunt, Bednar 2, Miller, Gera)
Liverpool-Barnsley
1-2
(Kuyt – Foster, Howard)
Manchester United-Arsenal
4-0
(Rooney, Fletcher 2, Nani)
Preston North End-Portsmouth 0-1
(Darren Carter (s.m.))
Sheffield Utd.-Middlesbrough
0-0
(Ongi mál)
Stórsigur í stórdysti
Wayne Rooney byrjaði málveitsluna á Old Trafford, men stóra hetjan var skotski miðvallarin Darren Fletcher, ið við sínum tveimum málum, var við til at søkkja
»The Gunners« í FA-Cup høpi
Mynd: Polfoto/AP