Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-18, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. februar 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 34 - 18. februar 2008 ] Fýra starvsnevnd­ arlimir hjá FSF standa fyri valið á aðalfundinum, sum verður 1. mars. Allir taka teir við afturvali Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Á heimasíðuni hjá FSF verður nú boðað frá, at Óli Holm, forseti, Rúni Heinesen, Magnus á Stongum og Høgni í Stórustovu allir taka við afturvali. Á heimasíðuni verður somuleiðis sagt, at starvsnevndin er samd um at stuðla afturvali­ num av teimum fýra. Enn er ikki greitt, um nøkur mótvalevni verða til sitandi nevndarlimir. Fyri tveimum árum síðani royndi Birgir Enghamar, sum nú er formaður í HB, at koppa sitandi forseta­ num, men atkvøðu­ greiðslan endaði við javnleiki, og tí kundi Óli Holm halda fram í sessinum. Sjáldan hevur dystargongdin verið meira skiftandi, enn hon var tað í kvinnudystinum á Hálsi sunnudagin Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Mótgongdin hjá Neistanum hevur verið tung seinastu vikurnar. Og hon tóktist bara standa við sunnu­ dagin. Eftir fyrstu 10 minuttirnar av dystinum móti StÍF stóð 1­6 á máltalvuni, og eitt Neistalið uttan sjálvsálit tóktist vera púrasta í upploysn. Eitt time­out bøtti tó munandi um støðuna. Neistin var aftur at hóma hjá Neistanum, og nú vóru tað hvítu gestirnir, sum fóru púrasta í svart. Næstu 26 minuttirnar fekk StÍF bara trý mál, og alt líktist einum veruligum stórsigri, har tær bláu veruliga skuldu seta tingini upp á pláss. Men heldur ikki hetta helt sær. StÍF raknaði spakulia við, og so líðandi ótu tær seg inn aftur í dystin. Hóast Neistin við mansverju av Rebekku Justinussen hevði tikið broddin av stranda­álopi­ num, so vildu tær hjá StÍF ikki geva seg, og tá tær brádliga eksploderaðu við fýra málum á rað var sigurin aftur í nánd. Neista­venjarin hevði tá í góða løtu hildið Nicoletu Radu Hansen á beinkinum. Avrik hennara hevði kanska ikki verið tað besta hendan dagin, men túrurin á beinki­ num broytti eisini hetta. Fult tendrað kom, sá og sigraði Nicoleta seinastu løtuna, og við trimum mál­ um á rað kundi Neistin soleiðis toga sær stigini til høldar. Hvussu langt stigini røkka, ber illa til at siga. Og tað verður neyvan til finalu­ pláss. Men fyrst og fremst mundi sigurin vera eitt til­ trongt sálarligt lyft hjá lið­ num, og í øðum lagi bendir alt á, at bronsumerkini við hesum eru tryggjað. Hjá StÍF var ætlanin helst at beina seinasta niðurflyt­ ingarvanda av vegnum, men tann parturin má so bíða eina løtu afturat Neistin-StÍF 22-20 (9-9) Skiftandi black-out Við sigrinum á StÍF helt Neistin fast um bronsumerkini. Og kanska eisini um vónina um eitt pláss í FM-finaluni Mynd: Álvur Haraldsen Neistin-StÍF 22-20 (9-9) 10 min: 1-6 20 min: 6-7 40 min: 15-11 50 min: 19-17 Málskjúttar Neistin: Nicoleta Radu Hansen 5, Unn J. Kragesteen 4(1), Anja Heinadóttir 4, Elin Stakksund 3, Ása á Neystabø 3, Rakul Magnussen 2, Rakul Augustinussen 1 StÍF: Rebekka Justinussen 7(3), Rósa Johansen 5, Fríðrún Danielsen 4, Ninna K. Johansen 2, Oddrún Danielsen 1, Bára B. Danielsen 1 Brotskøst: Neistin 3, StÍF 3 Útvísingar: Neistin 3 Dómarar: Hanus Kúrberg & Hans Thomasen FAKTA Ísraelsk tennis-søga Tað hevur vakt ans, at Ahahar Peer í næstum tekur lut í Quatar Open. 20 ára gamla Peer er nevnliga úr Jerusalem, og óalmenni politikkurin hevur altíð verið, at ísraelittar ikki taka lut í kapping­ um á arabisku hálvoynni. Og hóast nógv rok hevur verið um avgerðina, so nervar hetta ikki spælaran sjálvan. – Eg eri her fyri at spæla tennis. Men um tað letur upp fyri, at næsta ættar­ liðið av arabarum og ísraelittum fara at arbeiða fyri friði, verið eg fegin, sigur Peer við Daily Telegraph. Vermamman bjargaði felagnum Tað kravdi trygd í húsunum hjá vermammuni, tá Barry Fry vildi bjargað Peterborough frá at fara á húsagang í 2006. Fry hevði sjálvur sprænt nógvan pening í felagið, men hetta munaði ikki nóg nógv, og tá hann ikki megnaði at veita trygd fyri fleiri lánum, veðsetti hann húsini hjá vermammuni. – Tað var mikið lætt. Eg segði einki sum helst við hana, sigur Barry Fry um støðuna, sum ivaleyst kuni skapt rok í heiminum. Fry er í dag ítróttastjóri í Peterborough. Saman við Rúna Heinesen, Magnusi á Stongum og Høgna í Stórustovu sigur FSF-forsetin seg taka við afturvali til komandi aðalfundin hjá FSF Forsetin tekur við afturvali Hondbóltur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 15 13 - 1 - 1 446 339 107 27 2 VB 14 9 - 2 - 3 333 290 43 20 3 Neistin 14 8 - 0 - 6 338 329 9 16 4 Kyndil 15 5 - 1 - 9 342 385 -43 11 5 StÍF 15 4 - 1 - 10 337 380 -43 9 6 VÍF 15 2 - 1 - 12 325 398 -73 5 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 StÍF 15 12 - 1 - 2 438 356 82 25 2 Neistin 15 9 - 1 - 5 430 408 22 19 3 Kyndil 15 8 - 0 - 7 404 408 -4 16 4 VÍF 15 6 - 2 - 7 407 424 -17 14 5 H71 15 6 - 1 - 8 379 380 -1 13 6 KÍF 15 1 - 1 - 13 360 442 -82 3