Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-18, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. februar 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 34 - 18. februar 2008 29 lýsingar P/F Viking Seafood søkir eftir fólki at taka sær av dagliga bókhaldinum og øllum fíggjarligu uppgávunum á virkinum. P/F Viking Seafood er ein av alifyritøk- unum her á landi. Vit hava alistøðir á Funningsfirði og á Kaldbaksfirði og hava kryvjivirkið og søludeild á Strondum. Fyri at halda skil á fíggjarviðurskiftum okkara, hava vit brúk fyri einum dugnaligum fólki, sum kann taka sær av lønarfyrisitingini, allari bókføringini og at gera tær fíggjarligu uppgerðirnar, sum eru neyðugar hjá dagligu leiðsluni, fyri at hava tey kravdu stýringsamboðini. Tað eru tíðarskeiðsroknskapir og ymiskar hagtalsuppgerðir, sum kunnu fáast frá teimum dagligu skrásetingunum. Í høvuðsheitum væntar leiðslan, at bók- haldarin/fíggjarleiðarin tekur sær av: • lønarfyrisitingini • at føra bókhaldið • at gera tíðarskeiðsroknskapir fyri deildirnar • at gera ársroknskapin fyri felagið • at menna og samskipa innanhýsis mannagongdir á virkinum • at hjálpa dagligu leiðsluni at gera fíggjarætlanir • at fylgja við ætlanunum og samanhalda tær við roknskapin • at hjálpa til á øðrum økjum, tá tað krevst Fyri tann rætta persónin er hetta eitt av- bjóðandi, spennandi og mennandi starv, har tú kemur at arbeiða rættiliga sjálv- støðugt, tó í tøttum samstarvi við arbeiðs- felagum. Vit krevja ikki, at tú hevur lokið nakra ser- liga ástøðiliga útbúgving, men at tú kanst røkja tær uppgávur, ið starvið krevur, og ert lættur/løtt at samstarva við. Lønarviðurskiftini verða avtalaði við leiðsl- una. Tey, ið ætla at søkja, kunnu senda mail til bj@viking-seafood.fo ella senda skrivliga umsókn við prógvum og møguligum um- mælum í seinasta lagi 27. februar 2008 til P/F Viking Seafood Heygsstøð 2 490 Strendur Stílað Brandi Jacobsen, stjóra Um møguligir spurningar eru, kanst tú ringja til Brand á fart. 585051 BÓKHALDARI/ FÍGGJARLEIÐARI VIKING SEAFOOD P/F Heygsstøð 2 · 490 Strendur · Tel 449010 · Fax 449410 G E R S T M E D I A T O R Intensivt skeið í mediatión – konfliktmekling Mediatión er skipaður dialogur, sum gevur ósamdum pørtum møguleika til undir leiðslu av meklara/mediator at tosa seg til sættis. Samtala kann vera trupul, tá ósemjur eru og nógvar kenslur. Misálit og mistulkingar og óheppið tosingarlag skaðar samskiftið, og trætan kann fast- læsast so, at ilt kann vera at koma sær burturúr aftur uttan hjálp uttanífrá. Mediator hevur útbúgving sum tann uttanveltaði triðjipersónur, sum skipar samtaluna so, at partarnir lættari gerast førir fyri sjálvir at loysa ósemjuna og at hyggja frameftir. Meklarin eigur ikki lut í konfliktini, høvdið er kalt og høvið at stýra samskiftinum er tí serstakt. Trætumekling er ein samráðingarháttur at loysa ósemjur og trætur, sum hevur sum fortreyt, at partarnir ynska eina semjuloysn. Útbúgvingin styrkir sam- stundis tín egna førleika at samráðast. 2., 16., og 30. apríl 2008: kl. 18.00 – 21.00 Teorisk kunning um konfliktmynstur og mediatión. Til henda teoretiska partin skal lesast tilfar. Eisini verður rolluspæl í tilknýti til teoriina og videosýning av mediatión á arbeiðsplássi. (Turið) 21. til og við 23. maj 2008: kl. 9.00 – 16.00 Intensiv mediatorvenjing við rolluspøl- um í 3 heilar dagar við tveimum undir- vísarum. (Lin og Lotte) 4. og 11. juni 2008: kl. 18.00 – 21.00 Uppfylging av teori og praksis og viðgerð av teimum etisku reglunum. (Turið) Avmarkað luttøka: Til tess at luttakararnir skulu fáa høvi veruliga at royna seg sum meklarar, er luttøkan avmarkað til 16 persónar. Kostnaðurin: Íalt kr. 13.000 pr. persón. Matur á middegi og kaffi er íroknað teir 3 dagarnar, rolluspølini eru. Aftrat kemur kostnaður fyri keyp av 2 bókum, uml. kr. 500,- . Annað tilfar er íroknað skeiðsgjaldinum. Tilmelding: hjá Turið Debes Hentze, tdh@hentze.fo Málbólkur: Einhvør, sum hevur tørv á betri kunnleika at handfara konfliktstøður, og sum hevur ábyrgdina av at handfara tvístøður millum fólk á skilagóðan hátt. Umframt at fáa førleikan at virka beinleiðis sum mediator, fæst grundleggjandi innlit í, hvussu ein við egnum atburði og málburði ávirkar eina ósemju. Undirvísingin menn- ir eisini eins egnu evnir at samráðast konstruktivt. Dømi um málbólkar: Fólk í leiðslustørvum, (konflikthandfaring og samráðing). Millum vinnufyritøkur. Starvsfólkaviðurskifti. Skúlaverkið (skúla- mekling, happing, samstarv við foreldur o.a.). Konfliktstøður innan ítróttina. Ad- vokatar og dómarar. Løgreglan (samskifti við og millum gerningspersón og offur). Fakfelagsumboð, álitisfólk. Barnavernd (samskifti við foreldur, børn, avvarðandi, fosturforeldur). Kommunur og land - samskifti við borgaran. Politikkarar. Teoretiska undirvísingin fevnir um: Konflikt fatan. Ymiskar konfliktloysnir. Egnan leiklut í konflikt. Konfliktmynstur. Konfliktupptrapping og –avspenning. Evnini at lurta og tosingarlag. Dialog og samráðing. Hvørjar fellur eru - hvat er ikki dialogur. Mediatión, sum ein háttur at finna semjur. Hví mediatión virkar og hvørjar treytirnar eru fyri mediatión. Hvørji sereyðkennini eru við mediatión. Nágreinilig gjøgnumgongd av media- tiónsstigunum. Leikluturin hjá pørtunum og meklara. Ymiskir mediatiónshættir og endamálið við hesum. Førleikakrøv til meklaran. Etiskar reglur. Undirvísarar: Turið Debes Hentze, mediator Lin Adrian, mediator og undirvísingarleiðari á Kbh. Universitet Lotte Christie, mediator Meiri kann lesast um, konfliktmekling á heimasíðuni: www.hentze.fo Advokatskrivstovan Hentze Tórsgøta 17 – Postsmoga 236 110 Tórshavn tel. 311460 – fax 311490 hentze@hentze.fo – www.hentze.fo Framsýning av handarbeiðið, café og opið hús á Húsarhaldsskúla Føroya týsdagin 19. februar Skeiðið hjá teimum 21 næmingunum, sum hava gingi á Húsarhaldsskúla Føroya er um at verða liðugt, og í tí sambandi skipa næmingarnir á skúlanum fyri stórari framsýning av tí handaliga arbeiðinum, sum teir hava arbeitt við teir seinastu 7 mðr. Undirvíst hevur verið í hondarbeiðslærugreinunum, binding, hekling, tilskering, seyming, silkimáling, brodering, føroysk bond og ullarbeiði. Á framsýningini verður høvi hjá teimum vitjandi at fara á cafe, fáa ein góðan køkubita, sum næmingarnir hava baka afturvið einum góðum kaffimunni. Framsýningin er opin týsdagin 19.02 frá kl. 16:00 – 21:00. Øll eru hjartaliga vælkomin!