mánadagur 18. februar 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 34 - 18. februar 2008
tíðindi
Um vikuskiftið varð skipað fyri Ung í Føroyum 2008.
60 ung fólk úr øllum landinum arbeiddu við listarligu
gávum sínum í seks ymsum verksmiðjum. Rakel
Helmsdal er ein av trimum projektleiðarum. Spurd,
hvussu hon heldur at tiltakið hepnaðist hesaferð,
sigur hon við Sosialin, at alt eydnaðist til fulnar.
- Tað besta av øllum var, at alt bara klappaði. Har
vóru absolutt ongir trupulleikar, og øll tey ungu
arbeiddu sera væl í øllum verksmiðjunum, sigur hon.
Endabresturin var sunnudagin seinnapart, tá úrslitini
varð sýnt fram fyri almenninginum.
- Hetta var ein sera fín framførsla. Eisini tí at tú
ongantíð veitst hvat fer at henda, tí nógv verður
improviserað meðan framført verður, sigur Rakel
Helmsdag, sum heldur, at øll tóktust at vera sera væl
nøgd alt vikuskiftið og arbeiddu væl saman.
Mentan
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Myndir: Finnur Justinussen
UNG Í FØROYUM 2008
Sjónleikabólkurin
framførir Huldufólkakór
við støði í einum sangi
frá Soud of Music