Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-18, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. februar 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 tíðindi Nr. 34 - 18. februar 2008 Eini 250 fólk vóru til móttøku á Tórshavnar Skipa­ smiðju seinnapartin fríggjadagin, tá ið Gunnar Mohr, fyrrverandi skipa­ smiðjustjóri, segði sínum arbeiðsfólki, viðskiftafólki og samstarvsfeløgum farvæl ­ og Eyðfinn Egholm, sum nýggjur stjóri, beyð góðan dag Móttøka Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fríggjadagin var móttøka á Tórshavnar Skipasmiðju í sambandi við, at skipasmiðj­ an hevur fingið nýggjan stjóra. Maðurin, sum er settur í stjórastarvið, er Eyðfinn Egholm, ið avloysir Gunnar Mohr, sum tók við eftir faðir sín, Poul Mohr. Slóð­ arin, Kjartan Mohr, sáli, var sum flestum kunnugt pápi Poul og abbi júst fráfarna stjóran. Eini 250 fólk vóru til mót­ tøkuna, sum byrjaði klokk­ an 15 og endaði klokkan 17. Ein hópur av fólki nýttu soleiðis høvi at heilsa frá­ farna og nýggja stjóranum. Millum tey, sum vóru við til móttøkuna, vóru eisini nøkur av teimum 130 fólk­ unum, sum arbeiða á Tórshavnar Skipasmiðju og høvdu fingið frí til høvið. Aðrir gestir vóru umboð fyri eigararnar, fíggingar­ stovnar, tryggingarfeløg, viðskiftafólk og samstarvs­ felagar hjá skipasmiðjuni annars. Nøkur orð Eyðfinn Egholm gjørdist nevndarformaður í felagn­ um aftanfyri Tórshavnar Skipasmiðju hin 1. juni 2007. Síðan hann bleiv sett­ ur stjóri og fór úr nevnd­ arformanssessinum, hevur Anfinn Olsen, sum framm­ anundan var í nevndini, ver­ ið nevndarformaður gjøgn­ um íløgufelagið Notio, sum eigur partapeningin í skipa­ smiðjuni. Eingin beinleiðis skrá var til móttøkuna, men við byrjanina greiddi Eyðfinn Egholm frá, hvat fór at henda undir haldinum. N ev n d a r f o r m a ð u r i n , Anfinn Olsen, Gunnar Mohr og hann sjálvur fóru at siga nøkur orð. Gunnar Mohr segði nøkur orð um sínar uppfatanir av uppgávuni hjá skipasmiðj­ uni og treiv aftur í søguna, hvussu verið hevur upp gjøgnum tíðirnar. Vit fara í einum øðrum blaði at venda aftur til ymiskt av tí, sum Gunnar segði. Eyðfinn Egholm segði, at hann og Gunnar hava havt eitt neyvt samskifti um viðurskiftini, síðan tað í fjør heyst gjørdist greitt, at Tórshavnar Skipasmiðja skuldi hava nýggjan stjóra, og at hann fór at gerast eftirmaðurin. Soleiðis er hann væl inni í teimum viðurskiftum og sáttmálum, sum skipasmiðjan hevur. Neyvt samstarv Nýggi stjórin hevur starvast sum tekniskur stjóri á donsku sukurfyritøkuni Danisco Sugar í Nykøbing seinastu 14 árini, og hann var ikki leysur í hesum starvi fyrr enn 18. januar. Eyðfinn legði dent á, at hann sum stjóri í Tórshavnar Skipasmiðju vónar at fáa eitt gott samstarv við fiski­ skipaflotan og viðskiftafólk hjá felagnum annars. ­ Eitt slíkt samstarv hevur stóran týdning fyri báðar partar, soleiðis at vit kunnu brúka tíðina og orkuna sum best. Kemur alt í rendum, eru fyritreytirnar ikki tær bestu. Tí hevur tað nógv at siga fyri báðar partar, at tætt samstarv er. Nýggi stjórin vendi sær eisini til arbeiðsfólkið á skipasmiðjuni og segði, at eitt av hansara málum og ynskjum er at skapa trivnað og tryggleika í arbeiðnum. ­ Skipasmiðjan hevur verið eitt gott og støðugt arbeiðspláss. Tað er tí um­ ráðandi, at fólkið heldur fram at trívast, og tað er eisini umráðandi, at trygg­ leikin í arbeiðnum verður í hásæti, segði hann. Stuttligar hendingar Poul Mohr, sum í mong ár var ímyndin av Tórshavnar Skipasmiðju, segði eisini nøkur orð, og hann tók fram ymiskar hendingar. Úr sukurframleiðslu t Dakko Petersen, sum hann verður róptur, starvast hjá FJM í Runavík, ið Tórshavnar Skipasmiðja eigur. Meinhard Jacobsen virkis-og skipaeigari Mynd: Jens Kr. Vang The Dreams ovast á Boogie-listanum Fyri einari viku síðani var sangurin La’ Mig Være hjá The Dreams í uppskoti til Boogie­ listan hjá Danmarks Radio. Hetta er sending við sjónbandaløgum, sum verður send á DR1, og Boogie­listin verður mettur sum týdningarmesti hitlistin millum ung í Danmark. Fríggjadagin var Boogie­listin aftur dagførdur, og hesaferð struku The Dreams upp á ovasta sessin í fyrstu royndini. ­ Hetta er púra vilt. Eg havi ongantíð áður upplivað, at ein nýggjur bólkur klárar at koma beinleiðis inn á listan sum nummar 1, sigur framleiðarin Chief 1. Teitur gott ummæli í Politiken Teitur Lassen hevur fingið fleiri sera góð ummæli fyri seinastu útgávuna hjá sær, The Singer. Nú hevur blaðið Politiken eisini ummælt fløguna, og eisini teirra ummælari er fullur av lovorðum um útgávuna. ­ Teitur rakar eina nerv, tí fólk uppliva, at tað er ikki so langt frá stemmubondunum til hjartastreingin, skrivar ummælarin Kim Skotte. Hann heldur, at The Singer staðfestir, at Teitur er ein sangari á altjóða støði. Politiken gevur útgávuni hjá Teiti fimm av møugliga seks hjørtum.