Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-18, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. februar 2008síða 33

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 tíðindi Nr. 34 - 18. februar 2008 til føroyskt skipasmíð Hann vísti eisini á ta menning, sum hevur verið á skipasmiðjuni og vísti við skemtiligum vendingum á munin millum føroyskan hugburð og hugburðin hjá eitt nú slipsamonnum í útlandinum, sum skipa­ smiðjan gjøgnum árini hevur samstarvað við. Poul Mohr kann so sanni­ liga vera álvarsamur, men hann kann eisini vera óføra skemtiligur, tá ið hann er í tí rætta »essinum«, og tað var hann eisini við móttøk­ una á Tórshavnar Skipa­ smiðju fríggjadagin. Móttøkan eydnaðist sera væl, og nýggi stjórin fekk eisini høvi at hitta fleiri av teimum viðskiftafólkum og samstarvsfeløgum, sum Tórshavnar Skipasmiðja hevur kring um landið. Ímyndin av Tórs­havnar Skipas­miðju í nýggjari tíð, Poul Mohr, heils­ar nýggja s­tjóranum Mynd: Jens­ Kr. Vang Gunnar Mohr, fyrrverandi s­tjóri í Tórs­havnar Skipas­miðju og Eyðfinn Egholm, s­um tók við s­tjóras­tarvinum 1. februar, taka í hondina á hvørjum øðrum Mynd: Jens­ Kr. Vang Tveir reiðarar, Gunnar Jus­tinus­s­en og Anfinn Ols­en, s­um um felagið Notio er nevndarformaður í Tórs­havnar Skipas­miðju Mynd: Jens­ Kr. Vang 130 fólk eru í s­tarvi hjá Tórs­havnar Skipas­miðju, og hes­i høvdu eis­ini høvi at vera við til móttøkuna Mynd: Jens­ Kr. Vang Fáa pískasløg fyri at roykja í studio Á heimasíðuni hjá Ekstrablaðnum – eb.dk – ber til at síggja eitt langt innslag um føroyska bólkin The Dreams. Ekstrablaðið hevur verið á vitjan hjá bólkinum og gjørt eitt næstan fýra minuttir videoinnslag um teir. Prátað verður við tónleik­ ararnar í The Dreams, og teir greiða eisini frá strangu reglunum í stóra húsinum, har teir búgva. Um teir roykja í studionum, fáa teir fimm pískasløg. Ekstrablaðið er mest vitjaða danska heimasíðan, og teirra videoinnsløg verða sædd av nógvum túsund fólkum um dagin. Lizzie er ikki til at vika Eingin tekur Lizzie á Tjeklistanum hjá Danmarks Radio. Tað er útvarps­ støðin P3, sum sendir hitlistan, og seinastu vikurnar hevur føroyska songkvinnan Lizzie ligið ovast við sanginum Ramt I Natten. Sunnudagin var listurin dagførdur aftur, og enn einaferð var Lizzie ovast. Nú eru The Dreams eisini í uppskoti til listan við sanginum La’ Mig Være, sum annars liggur ovast á einum øðrum hitlista – Boogie­listanum. Tað ber til at atkvøða fyri sangunum á Tjeklistanum umvegis heimasíðuna hjá DR.