týsdagur 19. februar 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 35 - 19. februar 2008
tíðindi
Fyrrapartin í gjár
varð heimsins stórsta
frímerki avdúkað
á suðurendanum
á posthúsinum í
Klaksvík
KlaKsvíK
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Høgni Thomsen
Fitt av fólki var saman
komið, tá heimsins stórsta
frímerki, sum mátar góðar
tvær ferðir tríggjar metrar,
varð avdúkað á suður
endannum á posthúsinum í
Klaksvík í gjár.
Tað er Eward Fuglø,
listamaður, ið hevur gjørt
frímerkið í sambandi við
100 ára hátíðarhaldið hjá
Klaksvíkar Kommunu í ár.
Frímerkið skal síggjast
sum ein skaldsligur fagn
aður av Klaksvík, sigur
listamaðurin.
Klaksvík á
heimskortið
Sermerkta
frímerkið
er
úrslit av samstarvi millum
Frímerkjadeildina, mentan
ardeildina hjá Klaksvíkar
kommunu og listamannin
Edward Fuglø.
Eftir at hava bjóðað væl
komin,
gav
Svanbjørg
Manai, leiðari á Frímerkja
deildini, Steinbjørn Jacob
sen, borgarstjóra, orðið og
heiðurin av avdúka ovur
stóra frímerkið.
Borgarstjórin fjaldi ikki
yvir, at hetta kendist sum
ein stór hátíðarløta.
Henda útgáva er við til
at seta Klaksvík á heims
kortið saman við einum av
okkara fremstu listafólkum,
Edward Fuglø, sum við
hesum frímerkinum sera
beinrakið lítur langt út í
framtíðina, segði Steinbjørn
Jacobsen millum annað.
Eftir at frímerkið var
avdúkað, vórðu øll boðin
inn á posthúsið til ein bita
og okkurt drekkandi aftur
við. Hesa løtuna handaði
Svanbjørg Manai borgar
stjóranum og listamanninum
hvør sítt innrammaða eintak
av frímerkinum.
Síðani var Edward Fuglø
klárur at signera fyrstadags
brævbjálvar, sum øll, ið
høvdu hug, fingu høvi at
ogna sær.
Skaldsligur fagnaður
av Klaksvík
Hetta er ikki fyrstu ferð,
Edward
Fuglø
teknar
frímerki, og veit hann, hvat
ein slík uppgáva inniber
Myndevnið má fyrst og
fremst kunna fungera í lítla
frímerkjaformatinum.
Tí
má tað vera lutfallsliga
einfalt og markant, sigur
Edward Fuglø, sum hesu
ferð hevur tikið støði í
pyramiduskapaða Kunoyar
fjalli.
Grundleggjandi mynd
evnið gav seg mest sum
sjálvt, tí umhvarvið av
Kunoyarfjalli er jú vorðið
sjálv ímyndin av Klaksvík,
sigur listamaðurin.
Frá
pyramiduskapinum
er frímerkið bygt upp sum
ein lýrisk brotamynd, har
fiskurin ímyndar vinnuna,
báturin endurspeglar sam
ferðsluna, grønu teigarnir
leita aftur til dyrkaða lendið
og bóndasamfelagið, meðan
húsini upp eftir fjallasíðuni
siga søguna um heim og
trivnað.
Eisini tað søkjandi, droym
andi og framtíðin eiga sítt
pláss í merkinum í barninum,
sum hyggur at mánanum og
stjørnunum.
Tær
seks
stjørnurnar ímynda tær seks
norðoyggjarnar.
Á
nýggja
merkinum
hevur havið eisini fingið
ein
nýggjan
listarligan
búnað í aldutu skriftini í
navninum ”Klaksvík”.
Sambært Edwardi Fuglø
er frímerkið ætlað sum ein
skaldsligur
fagnaður
av
Klaksvík í 100 ár.
Klaksvík avdúkað heimsins
størsta frímerki
Netbanki - tá tí og hugur er til tess
Gunnar Streymoy
Íløguráðgevi
Tlf. 516227
gst@skjernbank.dk
Við netbanka-loysnini hjá Skjern
Bank kanst tú keypa og selja
virðisbrøv tá tú hevur tíð og hug.
Set teg í samband við Gunnar
Streymoy og fá meira at vita.
Spenningurin var stórur, tá borgastjórin í Klaksvík avdúkaði heimsins størsta frímerki
Nýggja frímerkið er úrslit av samstarvi millum Klaksvíkar
Kommunu, Frímerkjadeildina og listamannin Edward Fuglø
Góðar tvær ferðir tríggjar metrar mátar heimsins størsta
frímerki, ið verður at síggja á suðurendanum á posthúsinum í
Klaksvík alla hesa vikuna
Eftir avdúkingina vóru leskiligir pinnamatar at fáa inni á
posthúsinum