týsdagur 19. februar 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 35 - 19. februar 2008
- Eg eri til reiðar
at samstarva við
landsstýrið um at
finna loysnir fyri
Føroyar viðvíkjandi
tilknýti til ES-lima-
skapin, sigur Edmund
Joensen. Høgni
Hoydal, uttanrík-
isráðharri, er ósamdur
MARKNAÐAR
ATGONGD
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
- Føroyar hava líka síðani
1973 kunnað blivið limur í
ES sum partur av Danmark.
Men tað er neyvan sannlíkt,
at ES hevði góðtikið fult
føroyskt
sjálvstýri,
um
Føroyar vóru í ES.
Tað segði Høgni Hoydal,
uttanríkisráðharri,
við
útvarpið í gjár. Hetta sigur
hann í kjalavørrinum á tí,
sum
Edmund
Joensen,
fólkatingsmaður, førdi fram
fríggjadagin um, at ES
kundi
geva
føroyingum
eina lagaliga loysn fyri ES-
limaskapi.
Edmund Joensen mælti
tá til, at Føroyar skjótast
gjørligt tóku upp samrøður
við ES fyri at fáa tættari
tilkýti til felagsskapin og
lættari atgongd til stóra
evropiska marknaðin.
Edmund Joensen hevði
fingið at vita á fundi við
Leonard Orban, sum er ES-
kommiserur í fleirmálslig-
heit, at hann helt einki vera
í vegin fyri, at ES er sinnað
at finna eina smidliga loysn
fyri Føroyar, sum Edmund
Joensen tulkar sum eitt nú
serskipan fyri fiskivinnuna,
sum hevur so stóran týdnign
fyri búskap okkara.
Men hetta trýr Høgni
Hoydal einki uppá. Hann
sigur, at einki nýtt er í
hasum, og at Føroyar síðani
1973 hava kunnað blivið
limur í ES sum partur av
Danmark – og hann trýr
ikki uppá, atES hevði góð-
tikið føroyskt sjálvstýri, um
Føroyar vóru í ES.
Edmund Joensen, fólka-
tingsmaður harmast um, at
Høgni Hoydal sáar iva um
fundin millum fólkatings-
mannin og ES-kommiserin.
- Tað má sigast at vera
óseriøs og arrogant fram-
ferði í mest týðandi uttan-
ríkispolitiska spurninginum
um ES-limaskap til Føroya,
sigur Edmund Joensen, sum
eisini spyr, um tað kann
finnast ein smidlig leið fyri
Føroyar inn í ES. Hann setir
eisini spurningin, um tað er
møguligt, at sjálvsavgerðar-
rætturin verður varðveittur,
hóast Føroyar vinna sær ES-
limaskap
umvegis
lima-
landið Danmark.
- Hesar spurningar vil
landsstýrið ikki fyrihalda
seg til. Eingin eftirkanning
og eingin grundgeving, bert
proppar í oyrunum og bind
fyri eyguni, sigur Edmund
Joensen, sum setir spurnar-
tekin við ES-politikkin hjá
nýggju samgonguni.
Edmund Joensen heldur
ongan iva verða um, at vit
sum skjótast eiga at taka
upp samrøður við Evropa-
samveldið fyri at kanna
møguleikarnar fyri tættari
tilknýti til ES og betri
atgongd til stóra evropiska
marknaðin.
- Málið eigur at vera ES-
limaskapur við undantøkum,
og undirritaði er til reiðar at
samstarva við landsstýrið
til tess at finna røttu loysnir-
nar fyri Føroyar, sigur
Edmund Joensen.
Tú kemur at starvast mitt í býnum
saman við eldhugaðum og dugnaligum
starvsfelagum, ið miðvíst hugsa um
umhvørvið. Okkara arbeiðsuppgávur eru
fjøllbroyttar og avbjóðandi og fevna um:-
Umhvørvisráðgeving- Grøna orkuveting-
HVS-innlegging- Ventilatiónsskipan-
Vatnveiting- Sprinklaraskipan.
Vit vænta, at tú dugir væl at arbeiða
við vanligum Microsoft forritum og
AutoCAD/MEP. Harumframt skalt
tú duga at arbeiða sjálvstøðugt við
fleiri uppgávum samstundis og hava
góð samstarvsevni. Royndir innan
omanfyrinevndu arbeiðsøki er ein
fyrimunir, men ikki ein treyt.
Løn og setanartreytir verða avtalað í
samsvar við útbúgving og royndir.
Starvið verður sett sum skjótast, men
vit bíða fegin eftir rætta fólkinum ella
kanska røttu fólkunum.
Send okkum eina umsókn við C.V. og
prógvum til mel@mel.fo ella til:
Martin E. Leo Sp/f , Ráðgevandi
verkfrøðingar, Tórsgøta 24, 100
Tórshavn.
Martin E. Leo Sp/f · Ráðgevandi verkfrøðingar · Tórsgøta 24 · 100 Tórshavn
Tel 661488 · Fax 315488 · mel@mel.fo
Hug at skapa og betra um umhvørvið?
Vit sóknast eftir verkfrøðingi, byggifrøðingi ella starvsfólki
við líknandi útbúgving ella royndum
Ferðavinnusamstarv millum
Ísland, Grønland og Føroyar
N o r t h A t l a n t i c To u r i s m A s s o c i a t i o n
Øll, ið hava áhuga fyri at fremja
ferðavinnusamstarv londini
millum, kunnu søkja um stuðul til
verkætlanir, vørumenning, ferðir
og tílíkt. Umsóknir skulu í minsta
lagi fevna um samstarv millum
tvey av hesum trimum londunum.
Stuðul verður veittur til verkætlanir
innan hesi øki:
Útbúgving
uppihald til starvsvenjing, fakligar
kanningarferðir, skúlaferðir,
ferðavinnuútbúgvingar og tílíkt
Menning av
‘kombinationsturisme’
cruise, temaferðir, short break og
tílíkt
Millumlanda samstarv
mentanartiltøk, skúlaferðir og tílíkt
Marknaðarføring og
greining av ferðavinnu
víðkan av altjóða átøkum
Stuðul verður veittur til verkætlanir
ella virksemi, sum fer fram innan
árslok 2008. Umsóknin skal
skrivast á umsóknarblað, har
møguliga nærri frágreiðing og
fíggjarætlan kann leggjast við.
Umsóknin skal skrivast á donskum
ella enskum og sendast til:
NATA c/o SamVit
Bryggjubakki 12
100 Tórshavn
Møguligir spurningar kunnu setast
til: Per Hansen á tel. 306904 ella
teldupost: per@samvit.fo
Evstamark fyri at senda inn
umsóknir er 7. mars 2008
Leiðbeining kann fáast hjá
SamVit. Umsóknarblað kann
takast niður frá www.tourist.fo
Vit skulu hava ES-limaskap
við undantøkum
Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri, og Edmund Joensen, fólkatingsmaður, eru ikki samdir um, hvussu farast skal fram viðvíkjandi
tilknýti Føroya til ES