Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 35 - 19. februar 2008 Fyri triðju ferð verður skipað fyri seyðhundakapping á Viðareiði. Seinast luttó­ku yvir 40 hundar, og hesaferð vænta luttakararnir, at millum 30 og 40 seyðhundar vera við í kappingini. Teir bestu hundarnir hava møgu­ leika at vinna sær pláss til HM í Wales í september. Kendi fyrrverandi rennarin, Absalon Hansen, ið nú er bó­ndi, luttekur við fýra hundum Kapping Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Myndir: Absalon Hansen Um veðrið verður til vildar nú leygardarin, verður skip­ að fyri stórari seyðhunda­ kapping á Viðareiði. Hetta er á triðja sinni, at seyð­ hundakapping er á Viða­ reiði, og fyrireikararnir siga, at kappingin er komin fyri at verða. Seinast luttóku yvir 40 hundar, og tí verður kapp­ ingin hesaferð løgd soleiðis til rættis, at kappast verður í tveimum støðum samstund­ is. Kappingin er býtt upp í tríggjar bólkar. Klassi 3, ið umfatar teir elstu og bestu hundarnir í landinum, koma at kappast eysturi á Heiðum. Hesir hundarnir fáa tveir møguleikar. Tann, sum samanlagt fær mest stig, hevur vunnið kappingina. Henda kappingin er ein kvalifikatiónskapping til Continental í august og til VM í Wales í september í ár. Klassi 1 og 2 koma at kappast á einum øðrum øki, og miðað verður ímóti, at kappingarnar verða lidnar nøkunlunda um somu tíð. Klassi 1 umfatar teir yngstu hundarnar. Kendur dómari luttekur Aftaná verða steyp og heiðursmerki handaði til nummar 1, 2 og 3 í hvørjum bólki. Tað, sum sermerkir kapp­ ingina hesaferð, er, at ein útlendskur dómari kemur at døma kappingina í klassa 3. Talan er um Julie Hill í Skotlandi, ið hevur nógvar royndir innan hetta økið. Hon er fødd og uppvaksin í Onglandi, men býr í Skot­ landi, har hon hevur ein bóndagarð sunnanfyri Edin­ burg. Julie Hill er ein av best kendu fólkunum innan seyðahundar og hevur mill­ um annað vunnið »The International Supream Champion« í 1996 við hund­ inum Moss, og í 2006 var hon nummar tvey við hund­ inum Tess. Hetta er tann hundurin, ið hon hevur nú. Talan er um størstu hunda­ kapping í Stórabretlandi. Eisini er hon útnevnd at vera besta kvinnuliga sokall­ aða »hander« av BBC sein­ astu 30 árini. Eisini er hon kend fyri at halda skeið og døma kappingar í USA og í Europa. Í 2003 gav hon út bókina »The natural way« út, sum snýr seg um venjing av seyðahundum. Sunnudagin kemur Julie Hill at halda skeið á Viðar­ eiði fyri seyðahundum og eigurum teirra. Tað eru teir fimm seyða­ hundaeigararnir, Jákup Jacobsen. Tróndur Petersen, Niels Absalonsen, Esmar Sørensen og Eyðstein Jen­ sen, ið saman við Føroya Seyðhundafelagnum, ið ski­ pa fyri kappingini og skeið­ num á Viðareiði. Laborantur/tøkningur til Kemilux KEMILUX Vit bjóða tær eitt spennandi og avbjóðandi starv í eini fyritøku í rúkandi menning, her heima so væl sum í útlond- um. Arbeiðsuppgávurnar hjá tær fara m.a. at fevna um: - luttøku í menningini av nýggjum og verandi vørum - at taka sýni úr framleiðsluni - innkeyp av rávøru - gerð av vaskiætlanum/vaskiskeið til virkir og stovnar - samskifti við veitarar og viðskiftafólk Vit vænta, at tú ert ídnaðarlaborantur/tøkningur, ella hevur aðra samsvarandi útbúgving. Tú ert eisini før/ur fyri at hugsa og arbeiða sjálvstøðugt og ert uppsøkjandi av lyndi. Tú dugir at gera framløgur og at arbeiða við Excel. Vit vænta eisini, at tú dugir at samskifta á enskum og skandinaviskum. Tú fert at virka í tøttum samstarvi við leiðslu og góðskuleiðara. Arbeiðstíðin er í løtuni 30 tímar um vikuna. Løn og setanar- viðurskifti annars verða eftir avtalu. Umsóknin, sum skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 25/2, skal sendast til: P/F Kemilux Postboks 1231 Mykinesgøta 1 FO-110 Tórshavn - ella til: johannaz@kemilux.com Vilt tú vita meira um starvið, so ring á 350830 og spyr eftir Jóhonnu. Føroyska fyritøkan KEMILUX bjóðar eina fullfíggjaða skrá av reingerðarevnum til fiski- og matvøruídnaðin umframt van- liga húsarhaldið. Eisini hava vit stórt úrval av amboðum og tólum í sambandi við øll øki innan reingerð í vinnuni so væl sum í húsarhaldinum. Umleið triðingurin av framleiðslu okkara verður seld uttan fyri Føroyar. KEMILUX framleiðir eftir altjóða ISO:9001 góðskuskipanini. KEMILUX er skrásett hjá Achilles sum góðkendur veitari til m.a. olju- vinnuna. Allar vørur okkara, til heimamarkn- aðin so væl sum til útflutning, verða fram- leiddar samsvarandi lógum og reglugerð- um hjá EF og teimum londum, sum útflutt verður til. KEMILUX hevur sum aðalmál at vera fremsti veitarin av dygdarbestu reinsi- og vaskievnum, tilhoyri og amboðum til vinnu og íðnað so væl sum til húsarhald og stovnar. MJ MEDIA tlf 219776 Seyðhundar sleppa at royna seg Absalon Hansen, sum ígjøgnum árini hevur gjørt vart við seg innan nógvar ítróttargreinar, er helst fremsti seyðhundavenjari í landinum. Umframt hundurin Fleet, sum her er avmyndaður sunnanfyri Hósvík fyrrapartin, har Absalon seinastu góð seks árini hevur rikið eitt festi, hevur hann tríggjar aðrar vaksnar seyðhundar og tveir hvølpar Seyður er sera harðførur, sigur Absalon Hansen, sum kallar eyglittu ærina fyri »Undurið«, tí hon einaferð hevði meislað beinið so illani, at hann ætlaði at avlíva hana. Hann gjørdi tó av at geva henni ein møguleika, og ærin kom væl og virðiliga fyri seg aftur