týsdagur 19. februar 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 35 - 19. februar 2008
Hann hevur bíðað
so leingi til fánýtis
eftir at Tórshavnar
Kommuna skal útvega
honum grundstykki
í Kollafirði, at hann
er við at geva upp.
So fyri at binda um
heilan fingur og
tryggja sær tak yvir
høvdið einaferð í
tíðini, hevur hann
nú søkt um pláss á
ellisheimi, hóast hann
er í allar bestu árum.
Støðan er so langt
úti, at tað skuldu
fleiri gjørt, heldur ein
annar kollfirðingur
Byggilendi
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Ein skuldi næstan trúð, at
Tórshavnar
Kommuna
hevur gjørt tað til sítt
endamál at reka kollfirð-
ingar av bygdini.
So bersøgnir eru teir
báðir Kollfirðingarnir, Gert
Joensen og Jákup Súni
Jacobsen.
Í fleiri ár hava teir báðir
roynt at fáa grundstykki frá
Tórshavnar
Kommunu,
men higartil hevur tað verið
til fánýtis.
Og nú er bikarið fult og
teir hava mist tolið.
- Tað sær ikki út til, at
Tórshavnar
Kommuna
yvirhøvur er áhugað í at fáa
fólk at búsetast í bygdini.
Teir siga, at trupulleikin
at
fáa
grundstykki
í
Kollafirði, hevur verið so
stórur, at hetta hevur fingið
fleiri húski at flyta í aðrar
kommunur at búgva, heldur
enn at spilla tíð og orku
burtur upp á at bíða eftir
grundstykki frá Tórshavnar
Kommunu, tí tað sær ikki
út til at tað verða nøkur
grundstykki at fáa.
Fyri at seta skera støðuna
út í papp, hevur Gert
Joensen nú bara gjørt bart
og hevur søkt um pláss á
ellisheimi, hóast hann bara
er 34 ára gamal.
- Tað er fyri at binda um
heilan fingur og fyri at
tryggja mær tak yvir høvdið
einaferð í tíðini.
Hann sigur, at hann nú
hevur staðið í nógv ár sum
nummar 14 á einum lista
yvir
umsøkjarar
eftir
grundstykki í Kollafirði.
- Har havi eg staðið í nógv
ár nú, men enn røkist púra
onki fyri, at eg komi longur
niður á listan, tí kommunan
hevur
ongi
grundstykki.
Fyri at fáa tak yvir høvdið
frá Tórshavnar Kommunu,
er neyðugt at vera í rættiliga
góðari tíð, so fyri at hava
nakra vón um at fáa tak yvir
høvdið, áðrenn eg fari
hiðani, haldi eg tað vera best
bara at leggja umsóknina
um ellisheimið inn beinan-
vegin, leggur hann turrisliga
afturat.
Hetta sigur eitt sindur
um,
frustratiónirnar
hjá
kollfirðingum.
Og teir halda eisini, at
teir hava alla orsøk til at
verða ónøgdir
- Javnan og savnan hesi
seinastu fimm árini, hevur
Tórshavnar Kommnuna lov-
að okkum bæði gull, grønar
skógir og grundstykki í allar
nærmastu framtíð, men tað
hendir bara púra onki.
Langt úti
Teir báðir, Gert og Jákup
Súni siga, at teir hava eisini
roynt at fáa privat byggilendi
til keyps at byggja á, men
tað hevur eisini gingið
ógvuliga strilti, tí fólk hava
ikki verið so sinnað at
selja.
Men nú hevur tað kortini
eydnast teimum at fáa eina
trøð, sum teir nú royna at
fáa hvør sítt grundstykki
burturúr.
Men fyri tað halda teir
ikki, at teir tigandi kunnu
góðtaka støðuna í Kollafirði.
- Tað er burtur úr vón og
viti, at landsins størsta
kommuna ikki skal kunna
útvega sínum borgarum eitt
tað einasta grundstykki í
einum stórum plássi sum
Kollafirði.
- Tað sær út til, at Tórs-
havnar kommuna bara vil
reka kollfirðingar av bygd-
ini og í mongum førum
hevur tað eisini eydnast, tí
tað eru meiri enn eitt dømi
um húski, ið heldur eru flutt
aðrastaðir at búseta seg enn
at bíða eftir Tórshavna
Kommunu.
- Men eydnast tað ikki
kommununi at frysta okk-
um út við at nokta okkum
grundstykki, hava teir roynt
ein annan taktikk og tað er
at gassa okkum av bygdini
við royki frá gomlum,
russiskum skipum.
Jákup
Súni
Jacobsen
sigur, at hann heldur, at tað
er júst er, at kjarnin til
trupulleikan liggur.
- Eg haldi ikki, at orsøkin
til, at Tórshavnar Kommuna
vildu hava okkum upp í
kommununa, var tí at tey
vildu
kollfirðingum
tað
besta. Tað var rætt og slætt
fyri at fáa ein bryggjukant í
kommununi,
men
sum
kortini er passaliga langt
frá sjálvum høvuðsstaðnum
til at borgararnir har ikki
vera plágaðiur av larmi
royki og lukti.
Nógvar svøvnleysar
nætur
Jákup Súni Jacobsen sigur,
at tey hava fleiri ferðir verið
í sambandi við Tórshavnar
Byráð og hvørja ferð lova
tey kollfirðingum gull og
grønar skógir.
- Men tað hendir bara
onki, rætt og slætt onki. Vit
verða tosaðir niður og
norður, men grundstykki
fáa vit onki.
Hann sigur, at fyrsta
ólukkan, Tórshavnar komm-
una gjørdi eftir saman-
leggingina við Kollafjørð,
var at broyta byggiætlanina
fyri Kollafjørð, men tað
røkist onki fyri, at tað eydn-
ast at fáa nýggju byggi-
ætlanina góðkenda.
- Hinvegin hava gamla og
nýggja byggiætlanin nógv
felags
byggilendi,
men
onkusvegna ber tað heldur
ikki til at fáa kommuna at
stykkja tey stykkini út.
- Og so leingi ein nýggj
byggisamtykt
ikki
er
góðkend, er tann gamla væl
saktans galdandi.
- Hetta hevur kostað mær
nógvar svøvnleysar nætir, tí
eg havi ligið og hugsað um,
hvussu
vit
skulu
bera
okkum at og, hvat kanska
kundi havt gjørt øðrvísi,
sigur Jákup Súni Jacobsen.
Sjálvur siglur hann út frá
Hirtsals og tað er mangan
komið honum til hugs,
hvussu nógv lættari tað ikki
hevði verið hjá honum bara
at rýmt av lanadinum og
búsett seg í Hirtsals.
- Men eg eri føroyingur
og eg vil helst búgva í
Føroyum og sjálvandi skal
tað vera her í kollafirði,
leggur hann afturat.
Hann vísir eisini á, at
sleppa foreldur ikki til
arbeiðis, tí ansingarpláss
ikki er til børnini, hava
foreldrini rætt til eitt ávíst
endurgjald frá Almanna-
stovuni.
- Tað sama skuldi verið
galdandi fyri okkum, sum
søkja
um
grundstykki.
Megnaði kommunan ikki at
útvega okkum grundstykki
eitt ella tvey ár eftir, at vit
høvdu søkt, skuldi hon havt
skyldu at betalt húsaleiguna
fyri okkum.
- Tað hevði sett ferð á
útstykkingarnar,
heldur
Jákup Súni Jacobsen.
Hann spyr eisini, hvat tað
nyttar, at gremja seg um
lítlan
fólkavøkstur
í
Føroyum.
- Hvussu skal fólkatalið
veksa, tá ið fólk onki fáa at
búgva í, spyr hann.
Sæð í bakspegilin dylir
hann ikki fyri, at hann er
vónbrotin av samanlegg-
ingini við Havnina.
Og
hesa
misnøgdina
heldur hann ikki, at hann er
einsamallur um.
- Hevði tað verið í dag,
at
kollfirðingar
skuldu
atkvøtt um at lagt saman
við Tórshavnar Kommunu,
giti eg, at út ímóti 100% av
kollfirðingum høvdu sagt
kortanei, sigur Jákup Súni
Jacobsen.
34 ára gamal biður
um pláss á ellisheimi
Einki stórvegis tikið
Løgreglan fekk tíðliga gjáramorgunin fráboðan um eitt
innbrot hjá Kára Jacobsen, kommunulækna. Innbrotið varð
framt um náttina, men mett verður ikki, at nakað stórvegis
er stolið. Læknin metir sjálvur, at okkurt smávegis er tikið
av hjartaheilivági, men tað er annars alt. Løgreglan hevur
ikki nøkur ítøkilig spor at ganga eftir, men roknar við, at
innbrotstjóvarnir hava verið úti eftir onkrum rúsandi evni,
sum kommunulæknar nú einaferð liggja inni við.
- Skulu vit hava tak yvir høvdið frá Tórshavnar Kommunu,
ræður um at vera í góðari tíð-rættiliga góðari tíð. Tað hevur
gjørt 34 ára gamla Gert Joensen so frustreraðan og misnøgdan,
at hann longu nú hevur søkt um pláss á ellisheimi. Her stendur
hann uttanfyru Lágargarð
-Tað hevur kostað mær nógvar svøvnleysar nætur at bíða eftir
Tórshavnar Kommunu og eg havi meiri enn einaferð umhugsa a
stinga í sekkin, sigur Jákup Súni Jacobsen í Kollafirði. Her er hann
avmyndaður á Trøðini í Kollafirði, sum hann og gert Joensen hava
fingið til keyps og sum teir nú royna at sleppa at byggja á
Kanna matvøruprísir
Eva Kjer Hansen, sum er matvørumálaráðharri hjá donsku
stjórnini, vil hava kanning setta í verk um danskar matvøru-
prísir. Hetta tí donsku prísirnir seinastu tíðina eru øktir
meira, enn teir eru í grannalondunum. – Vit skulu vita, um
príshækkingarnar stava frá reellum kostnaðarhækkingum,
ella um handlarnir nú áseta sær størri vinning, sigur hon við
Berlingske Tidende. Danska Kappingarráðið er í løtuni í
ferð við at kanna, hví prísurin á breyði í Danmark er
hækkaður 20% seinasta árið.