Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 35 - 19. februar 2008 Greinarøð í Sosialin­ um hevur víst á ta synd­arligu støðu, sum nógvar føroyskar familj­ur eru í, tí børn við menningarórógvi ikki fáa nóg góða hj­álp í Føroyum. Í morgunsend­ingini hj­á Rás2 í morgin fer enn ein familj­a at greiða frá, hvussu tey vóru noyd­d­ at flyta av land­inum fyri at fáa hj­álp Børn og ung Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Í sjey ár bíðaðu Marita og Páll Sigvald Øre úr Fugla­ firði eftir eina diagnosu til dótrina, sum hevði atferðar­ trup­ulleikar. Danskir ser­ frøðingar staðfestu ADHD í 2004, og tá familjan varn­ aðist, at ongin hjálp­ var at fáa í Føroyum, gjørdu tey av at flyta alla familjuna til Danmarkar. – Tá hevði Marta verið offur nóg longi. Dóttur okk­ ara hevði meira at siga enn føroyska samfelagið, sigur Marita Øre í samrøðuni við Rás2, sum verður send mikumorgunin. Rás2 hevur verið og vitj­ að hesa føroysku familjuna. Ein p­úra vanlig familja, sum hevur valt at búseta seg nakað sunnan fyri Århus, tí føroyska samfelag­ ið ikki hevði nakað nøktandi tilboð til fimta limin í hesi familjuni, 13 ára gamla Marta Øre. Aftan á næstan fýra ár í Danmark er Marita fram­ vegis sannførd um, at tað var rætt at flyta. Hon angrar onki og sigur bart út, at tey flyta ikki aftur til Føroya at búgva, so longi sum onki til­ boð er til Martu. ­ Marta verður ongantíð frísk, men hon hevur tað munandi betri í dag. Hon er glaðari og fær undirvísing, sum svarar til hennara tørv, sigur mamman við Rás2. Og tey angra ikki, at tey eru flutt. Marita sigur bart út, at tey flyta ikki aftur til Føroya at búgva, so longi sum onki tilboð er til Mar­ tu. Samrøðan verður send í morgunsendingini hjá Rás2 í morgin, mikudagin. Send­ ingin byrjar klokkan nígg­ ju. Í Sosialinum í morgin er eisini longri grein um familjuna, og Sosialurin fer komandi dagarnar at gera meira við málið við millum annað samrøðu við Ingvald á Kamarinum, sum rekur ein serskúla í Danmark fyri børn við menningarórógvi. Familja rýmdi úr Føroyum Sosialurin hevur havt eina greinarøð um mammur, sum rópa neyðarróp, tí børn við menningarórógvi fáa ikki nóg góða hj­álp í Føroyum. Viðgerðin held­ur nú fram við grein í morgin um familj­u, sum flutti niður og grein um føroyskan skúlastj­óra, sum hevur vælvirkand­i serskúla í Danmark, men í Føroyum er eingin áhugi fyri einum líkand­ni skúla Føroyar eru ikki fyri øll Evy Danielsen eigur 12 ára gamla dóttir, sum ikki maktaði at ganga í vanliga fólkaskúlanum og endaði so langt úti, at hon orkaði ikki at liva meira. Fyri einum ári síðani fekk dóttirin staðfest ADHD við Asperger og Depressivari helling. Men í almennu Føroyar høvdu einki tilboð at bjóða henni. Evy mátti berjast fyri at sleppa undan at flyta niður, og til endan fekk dóttirin eitt fyribils pláss á Familjuhúsinum í Sandagerði Maud Wang Hansen er pedagogur og leiðari á føroyskum stovni. Men hóast hon er ein sterk kvinna við nógvum bóltum í luftini, so hevur tað ikki eydnast henni at fáa almennu skipanina at geva soni sínum nøktandi hjálp í Føroyum. Sonur Maud, sum er í 20unum gongur í donskum serskúla, tí Danmark kann veita honum tilboð og hjálp, sum muna. Hann vaks upp niðri og fekk góða hjálp í barnagarði og skúla – inn til tey fluttu til Føroya. So stegðaði alt upp, og drongurin fekk tað verri og verri Selma Jóhannesen hevur ein son við ADHD. Hann hevur gingið í Miðvágs-Sandávágs Skúla, og hóast skúlastjórin og lærarar hava víst vilja at hjálpa, so hava fíggjarligu umstøðurnar ikki verið til at veitt soni hennara neyðugu hjálpina. Hann fekk staðfest ADHD sum seks ára gamal og fekk góða hjálp í barnagarðinum, men í skúlanum minkaði hjálpin sum hann eldist. Í dag er støðan so ring, at Selma og maðurin hava avgjørt at senda 15 ára gamla sonin í góðan danska skúla. Tí í Føroyum ber ikki til at fáa nøktandi hjálp Heim við fullari last Gøtuskip­ini Jup­iter, Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu fingu up­p­í á svartkjaftaleiðini vestan fyri Írland. Skip­ini royndu á Porcup­ine­bankanum. Tróndur í Gøtu byrjaði túrin á eystara kanti á bankanum, men fór seinni á norðara kantin, har hini bæði skip­ini høvdu roynt. Jup­iter og Finnur Fríði komu á Fuglafjørð í nátt. Teir hava umleið 2.500 tons í p­art. Tróndur í Gøtu fór at sigla seinni, og kemu á Fuglafjørð mikumorgunin við fullari last. 13 ára gamla Marta Øre hevur fingið tað gott, eftir at foreldrini valdu at flyta til Danmarkar, tí føroyska skúlaskipanin ikki hevði nóg góð tilboð til børn við menningarórógvi. Rás2 hevur í morginsendingini í morgin (mikudag) samrøðu við mammuna, um hví tey valdu at flyta, og hvussu tað hevur gingið. Her situr Marta við mammu og beiggja sínari